Hondbóltskvinnurnar sleptar upp á fjall

Talan var um eina bæði langa og drúgva ferð, áðrenn landsliðshópurin hjá kvinnum av álvara kundi fara at gera seg til uppgávurnar í Challenge-Trophy kappingini

Andalo, Italia: Yvirskriftin kundi kanska sipað til støðuna fyri góðum trimum árum síðani, tá kvinnulandsliðið í hondbólti júst hevði leikt tveir undankappingardystir móti Svøríki.
Síðani hevur nevnliga onkra staðni millum lítið og einki verið gjørt, til tess at fáa eitt kvinnulandslið í hondbólti, men nú verður tó byrjað aftur.
Kilometra hædd
Og tað byrjaði so eisini við, at kvinnurnar vórðu sleptar upp á fjall. Andalo, har landsliðshópurin heldur til í Italia liggur nevnliga í 1.050 metra hædd, so hóast veðrið í Norðuritalia hevur verið av tí besta higartil, so er tó avmarkað, hvussu nógv av hitanum megnar at leita sær upp í hæddirnar.
Áðrenn hópurin kom somikið langt, so máttu tær tó ígjøgnum eina hampuliga drúgva ferð. Eftir at tær síðani fríggjadagin í farnu viku hava verið á eini stuttari venjingarlegu í Danmark, stóð útpurringin tíðliga á skránni týsmorgunin.
Longu 8.30 skuldi flogfarið úr Kastrup á flog, og sjálvandi skuldi check-in við meira fáast frá hondini undan hesum, og tí mundi sólin valla hava sent fyrstu strálurnar yvir danska høvuðsstaðin, áðrenn føroysku hondbóltskvinnurnar vóru á fótum.
Eftir eina flogferð á knappar tveir tímar, skuldi ferðalagið víðari til Andalo. Hetta varð gjørt við bussi, og tó at talan var um ein góðan av slagnum, so kann tað helst tykjast nakað stríggið, tá tú beint eftir tveir tímar í flogfari skalt á tríggja tíma langan busstúr. Ikki minst hjá roykjarunum mundi tað kennast heldur tungt, tí líka mikið hvar eyguni leitaðu á Malpensa-flogvøllinum, so stóð »Viedeto fumare«, ella tað, sum tey í Onglandi kalla fyri »no smoking area«.
Royking ella ikki, so koyrdi bussurin so skjótt, sum alt viðførið var fingið til høldar, og við einum einstøkum steðgi á vegnum, gekk leiðin so úr Milano, fram við vakra umhvørvinum við Garda-sjógvin og so norður móti italsku Alpunum, har steðgað varð við Mezzocorona, har sjálv kappingin fer fram.
Her stóð ferðalagið framvegis við føturnar á imponeradni fjøllunum, sum steyrrrætt stremba upp móti himni, og tað skuldi eisini vísa seg at vera ein serstakur busstúrur eftir, áðrenn skeltini hjá Regents Hotel í Andalo sóust. Tíggjutals vegbogar av tís lagnum, sum danir rópa »hårnålesving« skuldu rundast, áðrenn komið varð til býin, og tað mundi næstan vera soleiðis, at leikararnir nú vistu av, hvussu Lance Armstrong og hansara menn kenna seg, tá teir stríða seg upp eftir fjøllunum í stóru Tour de France súkklukappingini. Onkur av leikarunum fór enntá at gremja seg um sjóverk, soleiðis sum stóri bussurin vaggaði frá síðu til síðu, men tíbetur gekk tað ikki av álvara galið hjá nøkrum teirra.
Lætt at byrja við
Soleiðis mundi klokkan vera um trý seinnapartin, tá hópurin loksins kom fram, og eftir ein stuttan steðg, har viðføri og annað kundi fáast upp á pláss, gekk leiðin aftur Mezzocorona, har liðið longu týskvøldið hevði fyrstu venjingina.
Sum so mundi talan tó ikki vera um tað heilt stóra trýstið frá venjarunum báðum til hesa venjingina. Heldur ráddi um at fáa rørt bein og armar, sum nú í mest sum heilan arbeiðsdag høvdu sitið pinnastív á bussferðini.
Mikumorgunin hevði landsliðið aftur møguleika at venja, men Flemming Raben og Rógvi Nielsen gjørdu tó av, at leikararnir skuldu hava frí hesaferð. Ikki minst tí ein sera krevjandi dystarskrá stendur fyri framman. Fimm dystir innan fimm dagar er ikki tað, sum leikararnir eru vanar við heimanífrá, og tí mundi hvíld eftir drúgvu ferðina standa minst líka ovarliga á ynskilistanum.