eru fullar av matavlopi hvønn dag. Enntá hava vit fingið boð um at lata verða við at eta grind, tí tað er heilsuskaðiligt. Tað verður so ikki lurtað, sær tað út til. Nei, man tað ikki bert verða gjørt [...] nokk, tá tað snýr seg um djór. Grindin er, sum vit vita, av delfinfamiljuni, hon hevur heitt blóð og pínist á sama hátt sum vit menniskju. Hon skríggjar og rópar neyðarróp, sjálvt um vit ikki hoyra tað. [...] blóðbaðið er av, verður allur sjógvurin í bygdini blóðreyður so langt eygað sær – sjálvt himmalin verður reyður, og lukturin røkkur langt út um bygdirnar. Hetta varðar alt í minst tríggjar dagar, áðrenn
leiðina fram gjøgnum Týskland, Sveits, Frakland, Spania/Portugal inn í Gibraltar, sigur Robin Clementsen. Robin Clementsen venur miðvíst og rennur í meðal 52 kilometrar um dagin fimm dagar um vikuna. Eisini [...] kilometra langa teinin úr Skagen til Gibraltar. Hugskotið kom so líðandi, tá hann í vár í 3-2 segði, at næsta avbjóðingin fó at verða at renna tvørtur um Jútland. - Eg segði ikki tá, hvønn veg eg fór at renna [...] renna, og síðani er hugskotið komið at renna úr Skagen til týska markið. Men so hugsaði eg, hví steðga har, um eg annars eri væl fyri. Tí havi eg sett mær sum mál at renna og ganga allan vegin til Gibraltar
at 11.012 fólk – at kalla dupult so nógv sum í Norðoyar Sýslu – fyrst skulu fram við Havnini, áðrenn tey koma á teinin millum Havnina og Klaksvík. Saman við Havnini eru so 31.117 fólk sum høvdu havt fyrimun [...] í miðøkinum - meir enn fimm ferðir so nógv, sum fólkið í Norðuroyggjum. Eftir er Eysturoy – 10.863 fólk – og nakrar bygdir í Streymoy – 1.070 fólk. Her veldst aftur um roknihátt. Klaksvíkingar hava áður [...] helst verið í gerð nú, um málið ikki varð forbronglað í løgtinginum. Sum fólkabýtið og samferðslukervið er í Føroyum í dag, er tað skeivt at hála eina gamla avoldaða sjúkrahúslóg fram og misbrúka hana til
innflytararmálið og ikki um at tala skattapolitikkurin. Tað er í skrivandi stund ógjørligt at meta um úrslitið, men okkurt bendir á, at sama stjórninn heldur fram. Hvussu ávirkar valið so føroyskan politikk [...] teimum koma, so løgið tað ljóðar av, at tað búskaparliga gongur heilt óvanliga væl í Danmark. Hetta hevur elvt til eitt drúgvt og mangan ógvusligt orðaskifti og tvídrátt í samfelagnum um fordeilingspolitikkin [...] Flokkarnir megna valla at skipa fyri tveimum valstríðum her og nú, so løgtingsvalið verður helst útskrivað eftir vallógini, og tað skuldi so verið tann 8. desember. Tá fer valstríðið í gongd av álvara og alt
vit koma úr tí støðu og fram til, at føroyingar taka ábyrgd av Føroya landi og harvið evsta vald. Spurningurin er ikki um 1. og 2. stig men um eina prosess frá verandi støðu og fram til endamálið. -Tú hevur [...] hjá Fólkaflokkinum, ikki hevur fulla undirtøku í flokkinum. Men tað er so metingin hjá Birgir Danielsen og øðrum. Eg veit so ikki, um tey hava skilt boðskapin til síðsta val. Formaður Fólkafloksins leggur [...] fólkafloksfólk halda, at vit skulu koma á mál í hesum sjálvstýris/fullveldisspurninginum. -Eg haldi meg so fyrst og fremst til stevnuskránna hjá Fólkaflokkinum, sum er púra greið. Hetta samráðingaruppleggið
So skjótt sum valið var útskrivað gloymdu donsku fjølmiðlarnir alt annað. Spurningurin bleiv nú, hvønn teir ymisku floksleiðararnir vildu peika á, sum forsætismálaráðharra. Hetta kom ikki so illa við hjá [...] m greitt okkum frá, at teirra arbeiði á danatingi hevur verið so gott, at tað einasta rætta er at velja teir aftur. Eingin ivi man vera um, at hesir menn meina tað í álvara, at teir hava gjørt eitt dygdargott [...] Eisini fer ein at ivast í, at tann listi av avrikum sum teir hava lagt fram er heilt í tráð við verunleikan. Vit hava einki hoyrt um hesi avrik fyrr. Hesin mistankin verður styrktur á ein sær tað eina umboðið
grannalagnum, tvørturímóti. Tað kann so eisini vera, at hesi fólkini eru óynskt í grannalagnum, men so hava vit øll ein nógv størri trupulleika. Um byggingin var farin fram sum upprunaliga ætlað, hevði heimið [...] áðrenn byggingin varð byrjað. Onkur kom so sum ketta upp úr høvdatrog, tá ið byggingin var byrjað. Og tað rættvísisger ikki herferð-ina ímóti røktarheimin-um nú. Sjálvandi virði eg rættin hjá grannunum [...] berjast ímóti ætlanini. Ført hevur verið fram, at økið er einaferð sett av til spælipláss. Eg ivist ikki í, at Býráðið hevur annað øki í granna-lag-num at vísa á, um tað er hetta sum manglar. Økið er upprunaliga
Jeffri Justinussen, sum bjóðaði væl komin á møtinum. ? Men er onki hent, so er talan um líkasælu, so er tað komið í drag, tí evangeliið hava vit hoyrt. Vit kunnu ikki siga, at vit ikki kenna evangeliið. Tú bíðar [...] tað er stórur munur á møtunum. Sunnudagin klokkan fýra var talar um eitt sokallað uppbyggingarmøti, har tað góða orðið verður lagt fram til eggjan og umhugsunnar. Seinna møti klokkan sjey aftan á nátturðan [...] var heilt ørvísi. Orðið var borið fram, men appellin var nógv kraftigari til tann einstaka. Hetta var løtan, tá fólk skuldu velja. Nú skuldi tann einstaki gera av um hann var frelstur ella ikki. ? Er nakar
at sum støðan er nú, so eru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin tapararnir av vitjanini hjá Fogh. Hevði Javnaðarflokkurin hildið fast við tað, ið teir søgdu undan valinum í 98, so varð komið heilt langt [...] at danski forsætisráðharrin við hesum ætlar at fjálga um ríkisfelagsskapin og fáa føroyingar at vera verandi innanfyri. Tað hevur verið ført fram, at bólturin liggur hjá føroyingum í løtuni. Hesum er Høgni [...] grundlógin sum okkara grundlóg, men bert sum eina vanliga lóg. So fyri okkum er einki broytt, sigur Høgni Hoydal. Tá hann verður spurdur, um hetta kemur óvart á hann, og hvønn leiklut hann heldur, at komandi
Tvøroyri verður aftur á páskum í ár karmurin um eina stóra sølustevnu. Seinast, sølustevna var á Tvøroyri á páskum, var fyri tveimum árum síðani, og tann stevnan var so mikið væl egnað, at fyrireikararnir hava [...] bæði framsýnarar og gestir koma at føla seg væl. Fyri at fáa stevnuna so áhugaverda sum gjørligt, er ætlanin at framsýningin skal vera so fjølbroytt sum gjørligt, sigur ein av fyrireikarunum, Jóan Petur Olgarsson [...] kapping ímillum framsýnararnar um tann vakrasta básin. Á stevnuni verður eisini skipað fyri undirhaldi fyri gestirnar, umframt at skipað verður fyri tiltøkum fyri tey, sum sýna fram. Men enn er tað ikki lagt