í at lyfta dekk, ein kapping er fyri vaksin og ein kapping er fyri børn. Kappingin fyri børn verður á básinum hjá Super Dekk Service leygardagin kl. 16. Har skulu børn royna at reisa eitt lastbiladekk [...] ið eru mentir at reisa dekkið upp, eru við í einum lutakasti, har tveir vinnarar skulu finnast. Hvør vinnari fær fýra Goodyear summardekk til persónbil. Men teir, sum orkaðu at reisa dekkið, men sum ikki [...] er samanbygdur við ítróttarhøllina. Vinningarnir í tombola eru bæði kakur og annar matur, bamsur og ein ørgrynna av páskareggum. Men leygardagin klokkan 16 fara eisini klovnar úr Havn at hava ymiskt skemt
Kappingin hjá børnunum verður at reisa eitt dekk til lastbil. Tey børnini, sum klára at reisa dekkið, eru við í lutakasti, har tríggir vinnarar skulu finnast. Hvør vinnari fær ein Goodyear-treylara. Kappingin [...] kappingin var á sølustevnu á Skála, vóru tað einir 15 mans, sum vóru mentir at reisa dekkið upp. Hann sigur, at teir, sum orka at reisa dekkið, eru við í lutakasti, har tveir vinnarar skulu vinnast. Hvør vinnari [...] allir sterkir suðuroyingar at standa sína roynd. Á sølustevnuni, sum er á Tvøroyri í hesum døgum, fer ein av framsýnarunum, Super Dekk Service, at skipa fyri kappingum bæði fyri børn og vaksin í at lyfta dekk
grundgevingar vera fyri, at triðji hvør dani tekur undir við, at Føroyar fara út úr ríkisfelagsskapinum, eins og vejarakanning í danska blaðnum, Aktuelt, sýndi týsdagin. Men høvuðsgrundgevingina heldur Jóannes [...] fyri ella ímóti, at Føroyar verða sjálvstøðugar og harvið fara út úr ríkisfelagsskapinum. Henda spurning heldur Jóannes Eidesgaard tað vera sjálvsagt, at danir svara ja til, um teir virða føroyingar. Tað [...] Úrslitið er heilt greitt. Danir halda, at føroyingar eiga at fáa eina skiftistíð, ið er fýra ár, eins og danska stjórnin leggur upp til. Orsøkina til hetta úrslit ivast Jóannes Eidesgaard onga løtu í
fóts, sigur Amalia Poulsen, er ein eyka vandi. Tað er tvær ferðir komið fyri, at heimahjálpin hevur funnið ta eldru systrina liggjandi á gólvinum. Dottin og ikki ment at reisa seg aftur. Tung er hon á sær [...] Vit eru komin í svartastu neyð av teimum, sum ikki ikki klára at passa seg sjálvi. Hevur tú ein dementan í familjuni, ert tú bundin alt samdøgurði. Og eru tvey, er reint galið. Tá endar tað bara við, at [...] arnar, sum gjørdar verða til røktarheim, umlættingarheim, sjúkrahús, læknar, politikarar og hvønn ein nú kann finna upp á at ringja til. Í fýra ár hevur eldra systirin verið uppskrivað til røktarpláss
frammanundan. Tí visir tað seg at vera ein illvilji ímóti at fara í holt við hesa útbyggingina ? Men nú liggur Landssjúkrahúsið av tilvild í Havnini, og hetta er ein trupulleiki, sum má loysast nú. Og vit [...] týdning. ? Hetta er ein spurningur um raðfesting, tí tað gongur ikki longur at tveita Landssjúkrahúsinum nakrar snøklar nú og nakrar snøklar tá. Hann heldur, at hetta er eisini ein spurningur um at hava [...] ferð sett á eru vánalig útlit til, at Landsjúkrahúsið nakrantíð kemur uppundan aftur. Og hetta er ein gongd, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin staðiliga ávarar ímóti, tí tess longri bíðað verður við at
kallað ójavna, og sum rætt og slætt taka grundarlagið undan Atlantsflog! -Hatta er so ein politiskur trupulleiki og ein trupulleiki hjá partaeigaranum. Og í hesum førinum er partaeigarin og tann politiski [...] vandi fyri, at vit enda aftur monopoltíðini. Í øðrum lagi er ein vandi fyri, at man endar aftur í eini trafikkskipan, har Føroyar enda sum ein blindtarmur í Danmark, heldur enn at fylgja verandi gongd upp [...] Føroya. Men hetta má bara gerast við einum vissum skili í, soleiðis at tað kann vera ein sunn handilslig fornuft og ein sunn kapping í framtíðini. -Men skilur tú argumentini hjá Maerk, at tað er ikki sunn
Nú ein dagin var mær hyggjandi eftir tekst-tv hjá programm 3. Har varð tikið upp eftir Jútlandspostinum, at føroyingar høvdu fingið ein skelk av Nyrup og hansara óhøviska atburði á fundinum tann 17. mars [...] hvørt tey vilja taka undir við tí fullveldisloysn, sum landsstýrið hevur sagt at tað fer eftir, er tað ein stórur meiriluti, sum tekur undir við hesi loysn. Talan er um eitt ótrúligt lop í fólkahugsanini eftir [...] framman fyri øllum heimsalmenninginum, vzr meirilutin fyri fullveldi bert eitt prosent. Men nú hevði ein fólkaatkvøða víst at næstan 60 prosent eru fyri og bert gott 40 prosent ímóti. Men hvussu ber tað so
frá fyrsta dystinum, sum varð leiktur sunnudagin, verður tað heldur ikki í ár, at hvalbingar skulu reisa seg aftur. Royn favorittar EB/Streymur var beinanvegin, sum samanleggingin var veruleiki, at finna [...] málmøguleikar, gekk tað rímuliga javnt á. Útiliðið legði seg á odda á hálva tímanum. Andrias fekk ein bólt inni í brotsteiginum, og hann langaði bóltin í netið. Stutta løtu seinni javnaði heimaliðið, tá [...] sson varð spældur leysur. Støðan helt sær so nakað inn í seinna hálvleik. Tá fekk Eyðfinn Joensen ein bólt stungnan fram ímillum, og einsamallur við málverjanum setti hann bóltin í netið. Hvalbingar royndu
landsstýrið, bert fáar dagar undan samráðingarfundinum eitt fjølmiðlashow ? sum vanligt uttan ein einasta kritiskan spurning ? har danir fingu eina rokning á millum 30 og 90 milliardir fyri NATO støðirnar í Føroyum [...] fór á tíðindafund einsamallur. Hetta var óreint, søgdu tey. Men eisini hetta, vísir tað seg nu, var ein reingjan av tí, sum veruliga fór fram. Tað er nevnliga komið fram, at danir fleiri ferðir sendu boð [...] viðgerð av øllum øðrum spurningum í mong ár framyvir. ?Virtual reality? So tá tað herfyri kom fyri ein dag, at landsstýrið ætlaði at saðla um, vóru kanska nøkur, sum hildu, at nú hevði løgmaður gjørt bart
fáa staðfest hvat er rætt og hvat er skeivt hevur fiskimanna-felagið spurt ein danskan serfrøðing á økinum hvørja skyldu ein ráðharri hevur at seta eina tingsamtykt í verk, og hvørja gylduga grund hann [...] Forsætisráðharrin villleiddi fólkatingið um málið. Úrslitið gjørdist ein kanning hjá einum ?kanningarstjóra?. Eitt úrslit av hesum var ein ríkisrættarsak móti ráðharranum. Endin á hesum máli var, at Erik Ninn [...] dømi. Lógin varð lýst 23.mai 1997 og hálvtannað ár seinni var lógin ikki sett í verk. Tískil royndi ein tingmaður tingsins eftirlitsskipan við at seta landsstýrismanninum fyrispurning um málið. Í svarinum