felagsskapi undir Nato. M. a. verður ført fram, at vit skulu eisini hugsa um trygdina hjá grannum okkara. Ein av fremstu grundevingunum at fáa Nato-støðina av landinum hevur verið, at Føroyar eru eitt bumbumál [...] liggja her við ávaringarstøðum uttan nakra sum helst verju. Skulu vit fylgja tankagongdini at vera ein partur í Nato, átti kravið so ikki at verið, at vit eisini høvdu eina verjuskipan? Hetta er eitt viðbrekið [...] vóru eitt bumbumál. Hetta varð ferð eftir ferð ført fram í friðartiltøkunum í 80?unum fyri at fáa ein enda á Kalda krígnum. Kríggið er av. Føroyar skulu kanska skipast sum fullveldisríki, og hetta krevur
seymimaskinuna hjá frú Olsen norð-uri í Vík, tíansheldur at leggja frælsi tjóð-arinnar á. Ikki ein einasti ein núlivandi danskari hevur ábyrgdina av, at føroyingar hanga upp í Danmark. Vit fylgdu við, uttan [...] Danmarks Journalisthøj-skole fyri 20 árum síðan minnist eg, at ein skrivstovustjóri í Danska Uttanríkisráðnum var á skúlanum og helt ein fyrilestur um fiskivinnusamráðingar. Eg havi tíverri gloymt navnið [...] stóran týdning, ynskir fólkið at verða frælst, ein stórur meiriluti av føroyingum. Tað kann vera, at føroyingurin heldur at tað er meira virðiligt, at vera ein heldur fátækur fríbóndi, heldur enn enn ríkur
henda spurning. Á hesum øki er ikki nóg mikið við reglum ella lógum. Neyðugt er, at fólk hava tann rætta hugburðin, men tíverri má ásannast, at vit hava ongan sentralan myndugleika á hesum øki. Ein myndugleika [...] myndugleika, sum leggur ein politikk og sum eggjar fólki til at hugsa "grønt", sum jú er ein fyritreyt, um lív skal vera her á klettunum og á jørðii í framtíðini. Men átakið í Vestmanna kann kanska eggja [...] ikki, fyrr enn tað er ov seint. Tí er týdningarmikið, at vit alla tíðina eru á varðhaldi, og hava ein so góðan umhvørvispolitikk, at vit ikki dálka. Hetta hevur jú stóran týdning fyri okkum sum fiskivinnutjóð
Harumframt er tað eisini ein risastór avbjóðing at koma til Hillerød. Talan er jú um eitt felag, sum strembar móti toppinum av donskum fótbólti, og hesum vil eg heldur enn fegin vera ein partur av, um tað kann [...] hava hugsað alt ov nógv um henda spurning. Tær siga seg hinvegin hava úr at gera, í royndini at vinna sær fast pláss í Hillerød, og at hetta uttan nakran sum helst iva er ein uppgáva, sum er nógv torførari [...] støðið í donskum fótbólti er eisini nakað væl hægri enn heima í Føroyum, og sambært teimum báðum, so er ein av stóru mununum, at nógv meira verður gjørt við fysiska partin av venjingini. Vant verður fýra ferðir
føroyingurin ?Den tvedelte færing? (síðu 50) ella skizofreni føroyingurin er ein fylgja av ríkisfelagssskapinum, sigur Høgni Hoydal. Men ein vanligur føroyingur hevur als ikki hesar trupulleikarnar at dragast við [...] ríkisfelagsskapin eins og sosiala trygdarnetið eisini er tað, tí er so lítil undirtøka fyri loysing. Heldur frælsur í einum góðum felagsskapi enn ófrælsur og nassandi uttanfyri. Ein rættur føroyingur At [...] At arbeiða hjá tí almenna ella í einum banka ger ein føroyingur bert fyri pengarnar skyld (síðu 51), tí ein rættur føroyingur bóndast og fiskar, um ikki annað so í frítíðini, og kvinnurnar gera heimaarbeiði
Manna Persson Fyri nøkrum døgum síðani setti Manne Persson mær og tveimum øðrum "kammiratum" ein "einfaldan spurning" í bløðunum. Hann spurdi m.a. um vit enn stóðu á tí sama politiska grundvølli, sum hann hevði [...] kinum tá, kortini valdu hann framum? Tað kundi bara verið ein annar flokkur sum kom uppá tal, nevnliga Tjóðveldisflokkurin. Men svarið nú eins og tá er, at vit høvdu ongar vónir til Tjóðveldisflokkin. [...] partar av Javnaðarflokkinum - hóast vit funnist so harðliga at honum, men sum við ein íð hóast alt stendur á somu síðu sum ein sjálvur. Hetta var annar aðalmunurin tá - og er tað enn - at Javnaðarflokkurin
seinasta tíggjuáraskeiðið, men hinvegin hava greiðar ábendingar verið um, at gøtumenn ikki longur eru eins sterkir, sum teir hava verið. Avrikið hjá gøtumonnum sunnudagin í Vági boðaði heldur ikki frá, at [...] Krzystof Popzynzki, sum var fyrstur á bóltinum. Líkt var til, at heimaliðið nú hevði tryggjað sær ein avgerandi fyrimun, men seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki fekk GÍ aftur skapt spenning [...] uppskrift sum 3-2 málið. Tað gingu tó ikki meira enn tíggju minuttir, so vóru gøtumenn aftur upp á spæl. Eins og Pauli hevði gjørt í fyrra hálvleiki, so sendi Helgi L. Petersen eitt høgt skot upp um Bjarna í
kanska bara blivið uppaftur verri enn eg fryktaði fyri tá. Hann sigur, at hetta er einki annað enn ein miðvís ætlan at slúsa arbeiðið niður í nakrar fáar, ávísar fólkaflokslummar. ? Og í longdini er einasta [...] skal nokk vísa seg at blíva tað norska felagið, sum J&K Petersen hevur gjørt samstarvsavtalu við. Reisa málið í løgtinginum Heini O. Heinesen sigur, at hann skilir ikki, hvussu løgtingið kann liva við at [...] fyri at lata Landsverkfrøðingin gera arbeiðið, er, at arbeiðið er seinkað í tvey ár, tí tað er neyvan ein strika flutt í sjálvum projektinum, sum Landsverkfrøðingurin gjørdi á sinni. Heini O. Heinesen sigur
er lóg »Alilógin« sigur, at útlendingar kunnu bert eiga ein triðing í føroyskum felag. Skal hesin handilin fáa politiskt vælsignilsi, krevst ein anarkistiskur holdningur til somu lóg, sum landsstýrismaðurin [...] av við. Vaktar og bjargingarskipið, undirsjóvartunnilin etc. etc. Men onkuntíð má man reisa seg aftur, og vísa á ein vilja so ella so. Sjálv helt eg, at flestu vildu kennast við og verja hugtakið ogn Føroya [...] fáa nakað aftur, sum kanska onkursvegna er gloppið okkum av hondum, og hvar man tað so hava verið? Ein søtur biti hjá øllum og fullveldismonnum, nú okkurt legst afturat. Og tá er tað, at tú rakfødd setist
er lóg »Alilógin« sigur, at útlendingar kunnu bert eiga ein triðing í føroyskum felag. Skal hesin handilin fáa politiskt vælsignilsi, krevst ein anarkistiskur holdningur til somu lóg, sum landsstýrismaðurin [...] av við. Vaktar og bjargingarskipið, undirsjóvartunnilin etc. etc. Men onkuntíð má man reisa seg aftur, og vísa á ein vilja so ella so. Sjálv helt eg, at flestu vildu kennast við og verja hugtakið ogn Føroya [...] fáa nakað aftur, sum kanska onkursvegna er gloppið okkum av hondum, og hvar man tað so hava verið? Ein søtur biti hjá øllum og fullveldismonnum, nú okkurt legst afturat. Og tá er tað, at tú rakfødd setist