høvuðsstaðarfelagið vann 3-2. Katalanskt er høvuðsmálið í Katalonia, har FC Barcelona hevur bústað, og sum kunnugt hevur leingi verið kappingarstríð ímillum júst Real Madrid og FC Barcelona - bæði av fót [...] Madrid noktar málverja at tosa katalanskt Sambært málverjanum sjálvum, so er tað ikki Real Madrid, ið hevur givið honum forboð ímóti at tosa katalanskt. Í størri mun er tað siðvenja at tosa á sponskum, tá ið [...] ið tosað verður við miðlarnar eftir dystir. - Eg vil gera tað púra greitt, at Real Madrid ikki hevur sýtt mær at tosa katalanskt. Í mixed zone (miðlaøkið) verður fyrst og fremst tosað á sponskum, og um
rættkjøl. Síðani hevur Marin Katrina Frýdal staðið á síðulinjuni uttan ávirkan og uttan ábyrgd – og uttan heiður, tí hon hevur ikki samtykt fíggjarætlanirnar hjá kommununi síðstu árini. Hon hevur satt at siga [...] Enn einaferð hevur Marin Katrina Frýdal tørv á at taka sær sjálvari heiðurin fyri tað, ið onnur í býráðnum hava útint. Nú er tað brúgvin um Sandá. Hon fegnast um, at tað var hon, ið setti arbeiðið við
partarnar hvør at øðrum í 2017. 29 ára gamli Símun Rógvi hevur vart NSÍ málið í seytjan av nítjan dystum í bestu landskappingini, og tað hevur riggað væl hjá Símuni Rógva í Runavík. Símun Rógvi var le [...] liðnum, har hann hevur spælt tríggjar dystir, skrivaði í gjár undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum ber við sær, at hann verður NSÍ spælari í 2017 og 2018. Hóast bara átjan ára gamal so hevur Karstin Hansen
Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Málið um Skansabryggjuna hevur av sonnum fingið aðra vend, nú fram er komið, at í veruleikanum hevur politiski myndugleikin ikki góðkent hana endaliga. Hvussu Heilsu- [...] grundarlagnum? Málið hevur lítlan og ongan legitimitet, og tí verður enn eina ferð mælt býráðnum til at útseta Skansabryggjuna til næsta býráð at taka støðu til. Óvanligt hevur ikki verið at lata samtyktir
Í morgun hevur Aksel V. Johannesen, Føroya løgmaður, sett politisku formonnunum á løgtingi stevnu, har evnið fyri fundin er stjórnarskipanin. Frammanundan var tó ógreitt, um allir formenninir fóru at møta [...] møta til fundin. Við in.fo hevur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, nevniliga upplýst, at hann ikki visti, um hann luttók á fundinum. Tá in.fo fekk orðið á sambandsformannin í morgun, var hann [...] hann á veg á fundin. Men hann hevur síni fyrivarni. - Hetta sær út til at vera Tjóðveldi og Framsókn, ið royna at sníkja loysingina inn gjøgnum bakdyrnar, og fyri mær er óskiljandi og ófatiligt at Javnaða
yvirgangsatsóknum. - Vit vita, at Daish (IS) hevur ætlanir um at fremja álop, sigur stjórin í fronsku trygdartænastuni, Patrick Calvar, við TT. Frammanundan hevur stjórin í Europol, Rob Wainwright, eisini [...] Tað er eitt upplagt mál fyri yvirgangsmenn. Eg eri ógvuliga bangin fyri yvirvangsálopum undir EM, hevur hann sagt við Die Welt. Rob Wainwright vísti í samrøðuni eisini á, at teir kenna til umleið 5.000 [...] einfalt ómøguligt at halda eftirlit við øllum, sum eru undir illgruna fyri ætlanir um yvirgang. Evropa hevur ikki nóg stóra arbeiðsmegi til tað, segði hann. Trygdareftirlitið í Fraklandi er annars hert munandi
ónt og órættvíst, skrivar Avril Lavigne á Twitter. Hon vísir á, at Nickelback hevur selt meira enn 50 milliónir útgávur og hevur havt 17 sangir ovast á hitlistum. - Nú er nokk. Tú kanst ikki liva eitt positivt [...] video hjá Nickelback, trýstið ikki á, tí tað er eitt link til eina nýggja video hjá Nickelback. Nú hevur songkvinnan Avril Lavigne gjørt vart við seg. Hon er úr Kanada, eins og Nickelback er, og hon var [...] var í trý ár gift við sangaranum í Nickelback, Chad Kroeger. Tað ger hon, eftir at E! News hevur skrivað um eina kanning sum vísir, at tað einasta, sum fólk hata meira enn Nickelback, er forsetavalevnið Donald
- LGBT Føroyar fegnast um, at eitt alment forlag sum Nám, hevur dirvi at taka um rótina á einum ofta viðkvomum evni, sum vit samkyndu enn tykjast at vera, og viðgera okkara drúgva stríð at vinna rættin [...] borgarliga í Føroyum. Tað skrivar LGBT Føroyar í tíðindaskrivi í dag, í kjalarvørrinum av, at Nám hevur útgivið eina bók, Kroppur, kenslur og kynslív, og gjørt eina temasíðu, Samkynd giftast, um evnir, [...] røttu leið. - LGBT viðurskifti hava í alt ov stóran mun verið tagd burtur í føroyska skúlanum. Hetta hevur LGBT Føroyar eisini víst á, og løgdu vit fram alment ynski um at fáa hetta broytt í fjør. Í einum
ikkur í breiðari merking hevur havt hennara stóra áhuga. Á Bókasavninum við Løkin vita tey eisini at siga, at Karin Kjølbro í 1971 var ein av stovnarunum av Javna. - Hon hevur eisini verið í fremstu røð [...] Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu, og tiltakið er serliga ætlað teimum eldru borgarunum. - Karin Kjølbro hevur nógvar áhugaverdar lívsroyndir og upplivingar, sum hon kann taka støði í, tá hon skal tosa um góð [...] røð í arbeiðnum fyri javnstøðurættindum millum kynini. Hóast hon nú hevur lagt sítt borgarliga starv frá sær, er hon framvegis vís og virkin. Tiltakið er partur av eini røð av hugnaligum og upplýsandi
leirinum, sum hevur sína egnu styrki og egna vilja til at lata seg forma. Standmyndirnar eru ráar og grovar, og við teimum týðiligu fingramerkjunum fáa tær eina livandi útsjónd. Hóast hann hevur fingið íblástur [...] íblástur frá listasøguni, so tekur Hans Pauli Olsen frástøðu frá ta reinu naturalismuni. Hans Pauli hevur eyga fyri teimum nýbrotum, sum eru hend innan listina ta seinastu øldina. Hann leggur fleiri týðingar [...] tilveruna sum gátufulla og sáar iva um tann veruleika, sum vit í gerandisdegnum taka fyri givið. Hann hevur eisini gjørt fleiri bringumyndir, m.a. av kongafamiljuni og kendum føroyskum listafólkum. Á framsýningini