tosa um eitt seinasta útkall, men soleiðis sum kvinnukappingin hevur háttað sær higartil í ár, so ber illa til at lata vera kortini. Mølnir hevur snøgt sagt verið í einum flokki fyri seg higartil, og ikki [...] at nerta tær úr Klaksvik. Skal nakar gera hetta, so eru tað helst tær úr TB, sum eru næstar. TB hevur støðugt verið partur av oddinum í føroyskum kvinnuflogbólti seinnu árini, og hava tær ein góðan dag [...] stigatalvan vísir, so er Dráttur eisini greiður favorittur í hesum dystinum, men hjá sørvágs-kvinnunum hevur talan verið um eina støðuga framgongd alt árið, so heilt avskrivast skulu tær kortini ikki.
Danmark er borðtennis í løtuni ein ítrótt í stórari framgongd. Team Danmark, sum hevur til endamáls at stuðla elitu-ítrótti, hevur fyri stuttum boðað frá, at teir síggja borðtennis sum eina ítrótt, har heilt [...] borðtennis, soleiðis at talan framyvir kann gerast um munandi harðari kapping millum leikararnar. Eitt nú hevur Petur Niclasen sjálvur verið mest sum einaráðandi innan ítróttina, síðani hann í 1984 fyri fyrstu [...] at siga, at hann verður roknaður millum allar bestu venjararnar innan borðtennis í Danmark. Hann hevur útbúgving sum elituvenjari, og eitt nú er hann persónligur venjari hjá Christoffer Poulsen, sum spælir
hýruvogni. Síðan 1978 hevur Bjarni búð í Danmark, har hann hevur lært til elektronikkteknikara. Hann arbeiddi í mong ár sum tænastustjóri á eini fyritøku sum selur bilstereoanlegg. Bjarni hevur altíð verið virkin [...] virkin innan svimjing og fimleik, bæði tá hann búði í Føroyum og síðan hann flutti til Danmarkar. Hann hevur luttikið í nógvum kappingum og er eitt nú nevndarlimur í Roskilde Atletklub. Foreldrini hjá Bjarna
einum øðrum argjamanni. Finnleif Mortensen hevur nevniliga teknað permumyndina, eins og myndirnar inni í bókini. Her er bókin skipað soleiðis, at hvør mánaður hevur sína mynd, sum er at finna við hvørt an [...] ikki á hvørjum degi at ein andaktsbók kemur út á føroyskum. Men tað vil so ikki siga, at ikki tørvur hevur verið á eini slíkari. Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at ein fær eina slíka bók til nýtslu í [...] og fragd av at lesa andaktir úr hesi bókini á norskum og á donskum. Heimamissiónsforlagið í Nesvík hevur nú givið út hesa bókina, ið norski gudfrøðingurin Carl Fr. Wisløff skrivaði fyri mongum árum síðani
FSF hevur gjørt ein faldara um fótbóltshøll, tí fótbóltssambandið metir, at tað er av alstórum týdningi, at farið verður undir at byggja eina slíka høll sum skjótast, tí at føroyskur fótbóltur hevur tørv [...] tørv á eini slíkari høll. UEFA hevur sett pening av til slíka bygging, og FSF hevur ræðisrætt yvir umleið 12 milliónir krónur, ið kann latast í stuðuli til eina slíka byggiætlan. Evstamarkið fyri at søkja
stjóri á Kollafjord Pelagic, sigur, at sildin, sum virkið higartil hevur tikið ímóti, hevur verið heldur rak eftir gýting, og nógvi æti hevur verið í henni. - Men sildin skuldi blivið betur og “fest” seg meira [...] Sild Saksaberg, sum P/F Vinnan í Gøtu eigur, hevur seinastu tíðina landað tríggjar lastir av sild í Kollafirði, men enn eru øll tey stóru skipini á svartkjafti og hava tískil ikki gjørt nakran sildatúr
útgávusáttmálar kring heimin fyri hesa fløguna. Men Niclas vísir á, at hetta ikki hevur skund. Nýggja umboðsfelagið hevur m.a. fingið í lag konserferðina hjá Lenu sum upphiting fyri Xaier Rudd, ið felagið [...] Fyrrverandi umboðsmaðurin hjá Lenu Andersen, Richard Ogden, flytur nú til Brasilia og tí hevur Lena valt at fáa sær eitt nýtt umboðsfelag, Thompson Management í Kanada. - Vit eru farin víðari í besta [...] Van Morrision, Rod Stewart og onnur til konsertir runt í Evropa. Nýggja kanadiska umboðsfelagið hevur fylgt Lenu leingi. Tey bjóðaðu seg fram, tá tey frættu, at Lena møguliga fór at hyggja aðrar vegir
rúmdarmanninum. -Vælkomin heim. Vit eru stolt av tær. Tað, sum tú hevur avrikað, gevur okkara ungu áhuga fyri náttúruvísindi og tøkni. Alt Svøríki hevur bíðað eftir, at tú skuldi sleppa á tína fyrstu rúmdarferð [...] tey til fleiri móttøkur. Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur róst svenska rúmdarmanninum fyri avrikið á teirri fyrstu ferðini, og sjálvur hevur hann avdúkað, at hann vil fegin sleppa út aftur í rúmdina
Strondum. Síðan 1. juni í fjør hevur Drelnes gjørt 20 túrar á garnaveiði, og hetta tíðarskeiðið hevur manningarparturin verið slakar 300.000 krónur. Ella sagt á allan hátt hevur daglønin hjá teimum, sum hava [...] Fiskivinna Tað hevur gingið væl hjá garnaskipinum Drelnesi at fiska, síðan Gudmund Mortensen keypti skipið, ið er fyrrverandi Jónrit og Akraborg. 10 mans eru við skipinum, og skipari er Janus Sørensen
Kalda kríggið er av, og tí hevur USA ikki fyri neyðini at hava so nógvar hermenn í Evropa og Asia longur. Tað heldur í hvussu er George W. Bush, forseti, sum hevur boðað frá, at fleiri herstøðir í Evropa [...] Evropa verða niðurlagdar, og at umleið 70.000 hermenn verða fluttir úr Evropa og Asia. USA hevur í løtuni 115.000 hermenn í Evropa og aðrar 97.000 í Asia og á oyggjum í Kyrrahavinum. Teir flestu amerikonsku [...] eitt av endamálunum við at niðurleggja herstøðirnar í Evropa og Asia er at spara pengar, og hetta hevur fingið fleiri av hansara politisku mótstøðumonnum at siga, at ætlanin er ikki annað enn valagn upp