hevur hann verið í Everton, har hann hevur spælt millum lítið og einki. Hann spældi í ein tíma, so orkaði hann ikki meiri sunnudagin. Honum restar dystarvenjing, og í AGF ivast teir ikki í, at hann verður [...] aðra staðni í superliguni. Ove Christiansen, venjarin, hevði fleiri spælarar tøkar hesa ferð, enn hann hevur havt leingi. Tað hevði m. a. við sær, at tað ikki var pláss fyri Óla Johannesen ímillum teir
starv tit fáa.? Arkitektakapping Mads A. Winther segði at hann vónaði, at tað fór at bera til at skapa skúlanum í Suðuroy betri umstøður. Tað, hann sipaði til, er ætlanin at byggja ein nýggjan miðnámsskúla [...] men at skúlin verður bygdur, segði skúlastjórin. Hann legði eisini stóran dent á, hvussu stóran týudning tað hevur, at studentaskúlin er í Suðuroynni. ?Hann ger, at tað ber til hjá ungdóminum at verða verandi [...] lanum, sum skal byggjast í Vági. Studentaskúlin í Vági hevur húsast undir sera vánaligum korum og hann heldur til í fleiri húsum, sum ikki eru gjørd til endamálið og sum heldur ikki eru so væl hóskandi
hevur ongantíð verðið lagt fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag og tað heldur hann var tað allarminsta. Hans Madsen, sum er formaður í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag, sigur at spurningurin er viðgjørdur [...] fer tað sjálvsagt at fáa avleiðingar. Tað sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann sigur, at nú Havnin og Kollafjørður eru løgd saman, kann tað ikki góðtakast, at Kollafjarðar Arbe [...] arbeiðsmenn í somu kommunu at arbeiða undir ymsum treytum, og tað gongur ikki, sigur Karl Johansen Hann sigur tí, at tað fer at fáa avleiðingar, um Kollfirðingar halda fast við sína støðu um at blíva verandi
sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Júst hvat hendi, visti hann ikki so nágreiniliga at siga frá, tá Sosialurin tosaði við hann. Men hann segði tó, at tað vóru trupulleikar við at fáa felguna av, tá [...] heim mánamorgunin. Annars sigur Magni Arge, at Atlantsflog aftur í ár fer at hava onkur tilboð, sum hann tó ikki vil avdúka enn. Atlantsflog eigur tvey flogfør. Tað seinna, sum felagið keypti, er í løtuni [...] varð avgreiddur fyri ársskiftið, hevur tað drigið eitt sindur út. Men samráðingar eru í gongd, og hann væntar, at keypið verður avgreitt innan tvær vikur. Tað hevur ljóðað, at Atlantsflog hevur keypt
september fingu Hervør og Hans Petur Jacobsen, Strendur, eina dóttir. Hon var 50 cm. long og vigaði 3025 gr. 23. september fingu Elsa Dahl Ljósheim og Axel Ljósheim, Hoyvík, ein son. Hann var 58 cm. langur og [...] long og vigaði 4150 gr. 20. september fingu Kristianna og Hilmar Jacobsen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3450 gr. 21. september fingu Jóna Petersen og Jógvan Fróði G. Hansen, [...] og vigaði 4240 gr. 24. september fingu Anna Maria Nilssen og Bjarni Fríðberg, Argir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 25. september fingu Halldis Haldansen og Eyðfinn Rein, Hoyvík, eina
ymisk endamál. Hetta samsvarar eisini væl við stavnhaldið hjá fíggjarmálaráðaharranum. Tí hann sigur, at hann hevur alla tíðina lagt stóran dent á, at eykajáttanirnar til tey ymsu málsøkini, skuldu takast [...] leggja tað fyrstu eykajáttanarlógina í ár fyri tingið. Landsstýrismaðurin sigur, at tilsamans hevur hann søkt tingið um eykajáttanir uppá 22,7 milliónir. Men tað merkir ikki, at ætlanin er at økja útreiðslurnar [...] um játtanir til ymisk endamál, sum tað ikki eydnaðist at brúka í fjør av ymsum orsøkum og so fellur hann aftur í landskassan. Sostatt er neyðugt tingið at játta peningin av nýggjum. Eitt nú er talan um játtanir
Men hetta skal ikki skiljast, sum vit eru ímóti bara fyri at vera ímóti, leggur hann afturat. Jóannes leggur afturat, at hann heldur, at tað skal vera púra greitt, hvør tað er, sum far fyrimunin av priva [...] kemur tað í øllum førum heilt greitt til sjóndar. Vit ringdu tí til formann Javnaðarfloksins og bóðu hann geva sítt boð upp á tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar sær at gera. Fara varisliga [...] neyðugt at privatiserað, og hvør ið tað er, sum fær gagn av privatiseringini, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at tað eftir hansara meting er trupult at síggja nakað positivt í at útlisitera ein stovn,
komið burtur úr hesum arbeiði. Tó leggur hann afturat, at ein møguleiki er, at Jens Martin Knudsen verður at síggja á liðnum komandi vetur. Í fjør spældi hann onkrar einstakar dystir, men tá Íslendska [...] hagtølini við sær í so máta er einki at ivast í. Níggju ferðir hevur hann verið føroyameistari, harav sjey ferðir við Kyndli, og kann hann nú fáa tíggjunda gullmerkið kann ringrásin á ein hátt sigast at vera [...] sáttmála við Jacob Jónsson. Jacob Jónsson hevur sum kunnugt spælt við Kyndli tey bæði seinastu árini, har hann fyrsta árið var leikandi venjari. Umframt at felagið verður styrkt við íslendinginum, sum nú á triðja
tók stólpan ovarlaga, áðrenn hann fór í málið. Kanska Valdemar Nowisci leit í so nógv á manngarðin, tí hann stóð heilt yviri við hin stólpan. Men spurningurin er, um hann hevði megnað at gjørt nakað við [...] saknaðu Rúna Petersen meiri fyri. Hjá B71 var Eli Hentze ikki við. Hann hevði trupulleikar við rygginum, og teir valdu at goyma hann til landskappingardystin 2. páskadag. Tað sást lítið til skipað og flótandi [...] Petersen, sum hesa ferð var í álopinum, púra leysur í 2. hálvleiki, men tað spurdist einki burturúr, tí hann skundaði sær ov nógv at skjóta. ÍF fekk sigursmálið tíðliga í 2. hálvleiki, og tað var vorðið sum
at tryggingin ikki er goldin, har hann samstundis verður biðin um at gjalda, alt fyri eitt. Ger hann ikki tað fær hann enn eina áheitan, sum eisini sigur, at rindar hann ikki tryggingina, verður løgreglan [...] óhugsandi, at tey klára at gjalda tryggingina áðrenn løgreglan kemur á vitjan, sigur Tormóður Mouritsen. Hann gevur annars bileigarunum, sum gjalda tryggingina nú, at leggja sær kvittanina í forrútin á bilinum [...] ? Gera tey tað, so er ikki óhugsandi, at vit lata vera við at klippa, sigur Tormóður, Mouritsen. Hann vísir annars á, at tey, sum hava møguleikan, kunnu støkka inn á gólvið á nærmastu løgreglustøð, fyri