Undanfarna kappingarár hevði Tjaldur ivasama heiðurin av at vera niðasta liðið í bestu mansdeildini, men stendur tað til leiðsluna í felagnum, verður hetta broytt komandi kappingarár.
Jacob skal venja
Andreas Jacobsen, formaður í Tjaldrinum, váttar fyri Sosialinum, at teir væntandi skriva undir sáttmála við Jacob Jónsson. Jacob Jónsson hevur sum kunnugt spælt við Kyndli tey bæði seinastu árini, har hann fyrsta árið var leikandi venjari.
Umframt at felagið verður styrkt við íslendinginum, sum nú á triðja ári skal royna seg í Føroyum, er eisini ætlanin at styrkja liðið við øðrum leikarum.
Andreas Jacobsen váttar, at teir í løtuni arbeiða við at fáa aðrar spælarar til felagið, men enn er einki konkret komið burtur úr hesum arbeiði. Tó leggur hann afturat, at ein møguleiki er, at Jens Martin Knudsen verður at síggja á liðnum komandi vetur.
Í fjør spældi hann onkrar einstakar dystir, men tá Íslendska fótbóltskappingin endar áðrenn føroyski hondbólturin fer í gongd, skuldi verið møguleiki fyri, at hann fer at roynast nakað drúgvar hjá Tjaldrinum í ár. Hetta er tó eisini tengt at, um Jens Martin møguliga fer at spæla fótbólt aðrastaðni í vetrarhálvuni.
Jónleif til Kyndil
Sostatt er líkt til, at Kyndil missur ein av lyklaleikarunum á liðnum, men aloftast kemur maður í mans stað, og soleiðis verður eisini hesu ferð.
Jónleif Sólsker, sum annars hevur verið leikandi venjari hjá StÍF, vendir nevnliga aftur til barndómsfelagið, og einki er at taka seg aftur í, at hetta skuldi viga ímóti missinum av Jacob.
Plássið teir báðir spæla, er nevnliga hitt sama, og tá Jónleif frammanundan er kendur í felagnum, skuldu ikki staðist nakrir serligir trupulleikar av at finna seg til rættis í felagnum.
Við tilgongdini av hesum, hevur Kyndil helst fingið ein hin besta spælskiparan í landinum aftur, og spurningurin er so, um hetta verður nóg mikið til at tryggja felagnum meistaraheitið, sum teir nú hava sæð onnur feløg fara avstað við fleiri ár ár rað.
Í øllum førum er sannlíkt, at fjórða plássið frá í fjør skal betrast, og at Jónleif hevur hagtølini við sær í so máta er einki at ivast í. Níggju ferðir hevur hann verið føroyameistari, harav sjey ferðir við Kyndli, og kann hann nú fáa tíggjunda gullmerkið kann ringrásin á ein hátt sigast at vera endað.