Flogfarið punkteraði

Tað var ongantíð nakar vandi á ferð, tá eitt hjól á flogfarinum hjá Atlantsflogi punkteraði í Kastrup sunnukvøldið. Flogfarið varð standandi í Danmark til mánamorgunin

 

Flogferðsla

Flogfarið hjá Atlantsflogi settist aftur í Kastrup sunnukvøldið. Orsøkin var eitt punktera hjól.

Tað var ongantíð nakar vandi á ferð. Men hendingin gjørdi, at flogfarið ikki kom til Føroya fyrr enn mánadagin, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.

Júst hvat hendi, visti hann ikki so nágreiniliga at siga frá, tá Sosialurin tosaði við hann. Men hann segði tó, at tað vóru trupulleikar við at fáa felguna av, tá punkteraða dekkið skuldi skiftast.

-Og sum ikki einaferð hendir slíkt, tá fólk ikki eru at fáa hendur á, sigur Magni Arge. Sunnukvøldið var trupult at fáa hendur á teimum eykalutum, sum brúkast skuldu. Ikki fyrr enn mánamogrunin fekst tann seinasti luturin úr Svøríki.

Ein grund er, sigur Magni Arge, at tað eru so fá feløg, sum brúka tað slagið av flogførum, sum Atlantsflog hevur.

Av tí, at tað dró út við at fá flogfarið klárt, vórðu ferðafólkini send á hotel sunnukvøldið, og komu so heim mánamorgunin.

Annars sigur Magni Arge, at Atlantsflog aftur í ár fer at hava onkur tilboð, sum hann tó ikki vil avdúka enn.

Atlantsflog eigur tvey flogfør. Tað seinna, sum felagið keypti, er í løtuni leigað út til British Midland, og flýgur úti í Europa. Men Atlantsflog skal hava tað flogfarið aftur um hálvan juni, tá summarflúgvingin byrjar av álvara. Flogfarið verður verðandi her til 1. september, tá British Midland aftur hevur leigað tað fyri veturin. Sum er, er eingin avtla gjørd um at leiga flogfarið við føroyskari manning, sigur Magni Arge.

Um tyrluna, sum Atlantsflog skuldi keypa úr USA, sigur Magni Arge, at av tí, at handilin ikki varð avgreiddur fyri ársskiftið, hevur tað drigið eitt sindur út. Men samráðingar eru í gongd, og hann væntar, at keypið verður avgreitt innan tvær vikur.

Tað hevur ljóðað, at Atlantsflog hevur keypt hitasøkjandi útgerð at seta í tyrluna. Til tað sigur Magni Arge, at einki sum helst er keypt enn. Men hann váttar, at tað hevur verið upp á tal at keypa hesa útgerðina.

Talan er um leitingarútgerð, sum verður fest á tyrluna. Útgerðin skrásetir hita og vísir so á einum skíggja, hvar eitthvørt, sum er heitari enn tað, sum rundan um er, er at finna. Til dømis eitt fólk, sum liggur á sjónum ella fyri tann skuld í kava.