góðan starvsfelaga og vin, og Janne, sum er okkara skúlaleiðari, hevur mist sín kæra mann, lívsvin og “soulmate”, og familjan annars hevur mist ein kæran pápa, verpápa, abba, bróður, svág og son – og missurin [...] tey m.a. vóru farin til Danmarkar at halda. Kristinn tók læraraprógv á Jelling Seminarium 1971 og hevur verið lærari á Vejlefjordskolen 1971-73, Vejle Fri Børneskole 1973-78, Johannesskolen í Vejle 1978-79 [...] eisini sera høgt upp í síni egnu børn og stuðlaði teimum í øllum. Tatjana, Natasha, Julian, Teresa og Maria hava mist ein ómetaliga góðan og høgt elskaðan pápa. Stóra áhugan fyri fótbólti høvdu Janne og Kristinn
At vera føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína, lesa vit í Prædikaranum 3. kap. Harímillum er eisini eitt foldarlív, sum eisini hevur tíð sína. Henda tíð kann vera misjavnt lutað ímillum okkum [...] góður við meg, og hevði altíð umsorgan fyri mær. Síðani tá havi eg hildið, at hann hevur verið serliga góður við meg og hevur hjálpt mær við so nógvum, men kanska er tað bara gitingar, tí hann var so hjálpsamur [...] arbeiðsgevara. Góðu Lillian, Sólvá og Klæmint, Viggo og Maria og lítli Bergur, saknurin er svárur, tómrúmið er stórt eftir Kára, tín elskaða mann, tykkara kæra pápa og verðpápa, sum fylti so nógv. Orð eru
so fagurt út fyri framtíðina, men inni í honum reiðraðist lagnusjúkan, meðan Sonni vaks seg til raskan mann. Sum stórur smádrongur fekk Sonni ávíst, at hann hevði sjúk nýru. Annars livdi hann sít vanliga [...] hvøll spyrjandi barnarødd hoyrdist: “Mamma, hvar fer abbi ?” Fleiri av okkum svaraðu innantannað: “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og [...] ættini og vinmaður hansara, vildi, um hetta kundi læta seg gera, geva honum sítt eina nýra. Hvat hevur verið í tonkunum hjá teimum báðum og teimum nærmastu hesa tíðina, vita vit ikki. Vit víta tó, at hetta
komin. Tú var og er ein lívsjáttandi og umsorganarfullur maður. Tú varð altíð glaður og sang altíð, man sá gleðina sum lýsti í eygu tínum, tá tú gleddist um okkurt og júst hesa gleðina hevði tú til øll [...] eg og hetta flentu vit altíð eftir, men um tú ikki var heilt væl fyri onkran dag segði tú altíð:" Maria, ogur bæði hava havt eitt gott lív saman og je eri góður við teg, minst til tað". Nú vit fara at nærkast [...] tíverri ikki, men tú hevði verið og er ótrúliga góður við hann. Takk fyri alt abbin, takk fyri at tú hevur ríkað okkara lív hvønn einasta dag. Saknurin er stórur, tú er í okkara tonkum hvønn einasta dag. Hvíl
At skriva minningarorð um ein, sum ein hevur fylgst við og hevur havt samfelag við, bæði til gamans og álvara, upp gjøgnum barna- ungdóms- og manndómsárini, fellur ikki lætt, men eg ynski at royna at festa [...] ein mánaði ímillum. Sum verða man er slíkt sera hugstoytt, tá sorgin og saknurin kemur, og ein kanska hugsar, hví hendir hetta meg ella okkum. Men eg hugsi, at Skaparin hevur lagt hetta í okkum, at vit rokna [...] hann, um hann longu var keddur av at vera bóndi. Nei, segði hann, men Esmar hevur góðan hug til seyð og jarðarbrúk, og hann hevur góð evnir, kanska eitt sindur bráður og fortur, men tað skal nokk fara av
hann sat inni við. Seinnu árini hevur Anders róð út við Sjófarinum, ið hann var so sera stoltur av og góður við. Og ikki eru tað smávegis rúgvur av fiski, ið hann hevur drigið til lands; ein fiskiklógv [...] sjógarpur ikki kemur aftur á hesar leiðir. Orð eru so fátæk, ein kundi hildið á at skriva um henda megnar mann. Men eg fari at takka tær Anders, fyri alt ið tú lærdi meg frá ungum árum av í lívsins harða skúla [...] Anders Wiberg. Somuleiðis við djúpastu samkenslu við tykkum, sum mist hava: Óluva, Oskar, Bodil og Maria og øll familjan annars. Takk fyri alt, frægi frændi. Minnini goymi eg í mínum hjarta, til tann tíð
svigarmamma er farin. Genturnar sakna ommu. Man sigur mangan, at tíðin lekir øll sár, men eg eri ikki samd í tí, man lærir at liva við teimum sárum, sum koma, tá ið man missur, tí tað er svárt. Tú segði mangan [...] Vit klemmaðu og mussaðu teg og søgdu, at vit elskaðu teg, sum vit altíð gjørdu. Lea-Rebekka, Marta-Maria og Ninna grótu, men tú turkaði tárini og segði at tær ikki skuldu gráta, tí at Hann har uppi ( jesus [...] altíð so deiligt at koma til Norðragøtu at vitja, og deiligt at fáa tykkum suður til okkara. Ja, betri mann kundi tú ikki fingið. Mamma, eg eri eisini takksom fyri at eg slap at eiga teg í gott 37 ár, at tú
honum, onkuntíð kom man bara sjálvur og vitjaði, men tað var ofta, tí man búði so tætt uppá, og man kom altíð líka væl út av tí, man sat og prátaði við teg og abba um mangt og hvat, so man kom ongantíð orðfátækur [...] mannaætt, sum hevur stokkið inn á gólvi hjá tykkum. Eg kann sjálvur minnast tað tíð eg búleikaðist á barnaheiminum, tá búði man niðri í býnum og rættari sagt tú og abbi eisini, tá møttist man oftani niðri [...] tær, tí tað var altíð góður matur man fekk frá tær, og tú dugdi so væl at gera mat, tað skal tú eiga. Ja góða omma, eg havi altíð følt meg vælkomnan inn til tín, tú hevur verið eitt opið, klárt og fyrikomandi
børnum, og glaður um tað gekst okkum væl. Pápi var sjómaður alt sítt arbeiðslív. Av skipum, ið hann hevur siglt við, kunnu nevnast Bjørgvin, Brestir, Atlantsfarið, sum hann var við í mong ár, Pison og Esther [...] var yvir 100 ára gomul, í umleið 25 ár. Hetta ber boð um, at hann treivst sera væl har umborð. Tað man í dag ikki vera so vanligt, at menn eru so leingi við sama skipi. Og hann duldi ikki fyri, at honum [...] góður við mammu, og vegna sjúku tey seinastu árini, vart tú serstaka tætt knýtttur at henni. Fyri teg hevur sjógvurin, gudstrúgvin og familjan verið títt eitt og alt. Tú gekst høgt uppí tað, sum hevði tín áhuga
Tað er ringt at byrja eitt tílíkt minningarorð. Ein hevur bestan hugin til, at einki minnigarorð skuldi skrivast. At alt bert var ein misskiljing, og at tú kemur flennandi inn í gjøgnum dyrnar og biður [...] fleiri brúðleypum í familjuni, tí eg kallaði teg bara ”bestemmi maðurin” sum smágenta. Eg helt, at um man skuldi í brúdleyp, so var tað sjálvsagt, at tað var tú, ið ”bestemmaði” í brúdleypinum. Nei, ikki er [...] bønir hava verið við teimum, serliga í dag, nú jarðarferðin skuldi verða í Syðrugøtu. Nei, ikki kann man siga, at hetta er nemt at skilja! Tíðin lekir øll sár, verður sagt. Eitt tílíkt sár verður kanska til