hug til tess. Men fyri fólkið í eini oyggj sum í Koltri er øðrvísi. Bjørn samanber hetta nýggja samband teirra við tað at hava egnan bil í túninum, sum hjá øðrum fólki í landi. Her kann ein fara sær ein [...] vildu - hava tey ikki havt í Koltri. Felagslív Bóndahjúnini í Koltrfi hava leingi longst eftir at taka lut í fundarvirksemi, frítíðarítrivi og hátíðardøgum hjá familju og vinum í enn størri mun enn higartil [...] Koltursbátin. Petur í Gong, sum hevur staðið fyri byggingini í samstarvi við m.a. Polyplast, sigur, at hann í mong ár hevur arbeitt við at umvæla bátar av líknandi slagi. So við og við birtist í huga hansara
læraraprógv á Haslev Seminarium í 1958. Hann var lærari við Vágs skúla í 1958-59, og hevur síðan 1959 verið lærari her í bygdini. Síðan 1967 hevur hann verið fyrstilærari. Í mongum bygdum fyrr var lærarin [...] okkara, sum í dag eru foreldur og hava børn í skúlanum, hava eisini havt Hilmar sum lærara. Vit minnast hendan unga og ídna læraran, ið gekk upp í sítt yrki við lív og sál og sum vildi nakað í tí gerningi [...] Í Porkeri hevur ein av okkara góðu og trúføstu lærarum, Hilmar Bech, sín seinasta skúladag í dag. Hann hevur røkt hetta starv nú í 40 ár - og vilja vit takka honum fyri tann ómetaliga týdning, ið hann
var Símun Oliver Johannesen. Hann búði Heimi á Sandi í Fuglafirði, og lýsti hann í málningunum sínum, umhvørvið hiðani. Lorvíksfjall átti fastan sess í myndum hansara, og Tyrlarnir smæddust heldur ikki burtur [...] teir bestu málningarnir, sita enn í huganum. Kanska er tað so. Hetta var triði dagurin. Ljósið mentist í hvørjum. Og tað var gott. Ævigi listamaðurin Sælar løtur hava verið í fimleikarhøllini øll hesi árini [...] svallig døgg á tómum speglum men eisini skyggjandi knívar í skugga sannleikans kvirrar løtur livandi arr í slignum brekkum helluæðrar ørkymlandi mótloysi í trongum gøtum (Alexander Kristiansen)
ngjasløgum frá farnum døgum í ond, musiskum ljóði, har hvør tóni, hvør tinna og hvør glæma var við í hesari samanrenning- eitt ævinleikaboð av magn og anda. Norðuri í Líð í Fuglafirði, við Heimarugjógv [...] kórið frammi í kór í Fríðríkskirkjuni, og komið var til seinasta partin av konsertini. Kyrkjan fyltist við hesum vakra og yndisliga kórljómi, sum eg hoyrdi fyrstu ferð 1964 í kommunuskúlaavluni í Havnini. [...] dansa sín ævinnar dans við gudagivnum stevi í tínum huga aftur í fimmti árini. Skálafjørðurin Meðan koyrt verður út á Skálafjørðin, koma mong andlit fram fyri teg í fjallamjørkanum, sum prýddi fjallarøðirnar
Í dag hugsa vit ikki nógv um, tá ið rúmdarfør og -menn fara út í rúmdina, ja enntá spáka í leysari luft langt har úti. Í dag er tað einki, sum undrar okkum, tí vísindin hevur prógvað, at hon er farin langt [...] onkur kanska hugsaði, at slíkt fór Gud aldrin at loyva. Men tá ið klokkan var fýra minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú var okkurt við at henda ? og rætt var ? menniskjan kláraði tað, hon steig [...] og við tað sama varð Stars and Stripes reist í húnar hátt uppi á mánanum, og er tað ikki dottið av mánastormi, so flaggar tað enn. Hesa náttina skrivaði eg í dagbók mína m.a. »??Tað er undarligt at hugsa
er verkætlanin við at fara fullkomuliga av sporinum í allar mátar og er komin í eina veruliga kreppu. Tað, sum skuldi kannast, er ikki innihaldið í verkætlanini, men hvussu fyriliggjandi verkætlan [...] koma upp í einum portali suðuri á Sundi. Hetta mælti hægsta serfrøðin innan tunnilsøkið til, sum tann besta og mest gagnliga linjuføringin. Sniðálop á Skálafjørðarøkið Landsverk eigur ongan part í hugskotinum [...] fyri menningina í økinum. Fyriliggjandi verkætlan og linjuføringar av Skálafjarðartunlinum eru gjørdar fyri at skapa størst møguligt nyttuvirðið og fyri at framtíðartryggja menningina í økinum. Skálafjørðurin
sluppirnar fyltu nærum hvønn fjørð í Føroyum. Tær áttu lívið í føroyinginum í eini hundrað ár. Men ótakk er verðsins løn, verður tikið til, og í dag eru sluppirnar ikki nógvar eftir í Føroyum. Og ivasamt tykist [...] liggja í hundraðmillióna flokkinum, hava trokað alt hetta gamla og fátæksliga burtur í gloymskuna. Men til ber at blaða í gloymskunnar bók. Lugar í kjallaranum Í Vági er eitt lugar. Og hóast hetta í veruleikanum [...] av sjólívinum, men hetta varð tó av ongum. Men í dag stendur eitt rættuligt lugar í kjallaranum. Sjálvsagt er mong góð løtan at minnast aftur á í lugarinum í kjallaranum. Har hevur mangur maður sitið væl
og Rógvi Mohr Fuglafjørður. Vígslan verður í Siloa í Fuglafirði kl 15. Um veðrið er til vildar, verður vígslan úti, í Bugnum í Fuglafirði. Drekkamuður verður aftaná vígsluna í Siloa og øll eru vælkomin [...] sunnudagin 10. august í miðhøllini í Eiðis skúla frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 9. august fyllir Aslaug av Rana 80 ár. Hon bjóðar vælkomin í føðingardag heima í Trongisvági frá kl [...] Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 12.00. Opið hús verður í Sløttulíð 12, kl. 14.00, har tey, ið vilja heilsa uppá brúðarparið eru hjartaliga vælkomin. Í dag, 8.8.08 giftast Arnleyg í Lon Miðvágur og
hesuferð, tí í ár fer at kalla øll stevnan fram rundanum skúlan og ítróttarhøllina ? Einastu tiltøk, sum ikki eru rundanum skúlan og høllina, er koyring í go-kart og ríðingin, sum er inni á Fjørð. Av tí, at [...] kappróðrinum skjýtur fyri 10 mannaførunum, tí róðurin í ár verður so spennandi sum nakrantíð. Í løtuni er tað nevniliga so, at tvey 10 mannafør liggja púra jøvn í kappingini um føroyameistaraskapin við tað, at [...] Vestminningur og Nólsoyingur hava 22 stig. Og beint í hølunum á teimum liggur Havnarbáturin við 20 stigum. ? So tað er onki at ivast í, at ein góð plasering í dag kann fáa avgerandi týdning fyri, hvar føro
Hálsi til undankappingina til HM og til sjálva kappingina í Algeria í juli í fjørð. Hetta - saman við nógvum øðrum flottum úrslitum - hevur víst í verki, hvussu alsamt betri umstøður saman við hørðum arbeiði [...] Seinnapartin var móttøka í høllini á Hálsi í Havn, har tann nýggja og umbygda stórhøllin alment varð tikin í nýtslu og víst fram fyri almenninginum. Høllin skal betra tann áralanga manglandi tørvin av [...] ítróttarøkinum í Tórshavnar kommunu er, at karmarnir og tænasturnar styðja undir ítrótt í fremstu røð. At úrvalsítróttur hevur góðar umstøður, og at áhugaítrótt ger okkum virkin og vakin í høvuðsstaðnum