Títt og smidligt samband

Sambært eigaranum, Bjørn Patursson er talan um eitt valafar, sum fer at lætta munandi um hjá bóndahjúnunum í Koltri. Og hann fer at gera tað bæði smidligari og lættari hjá teimum at sleppa av oynni, tá tey ynskja tað - m.a. í kirkju sunnudag í Kirkjubø.

Bygdamenning


Koltur: Bóndahjúnini í Koltri hava líka síðani seinast í 80unum havt Strandferðsluna at røkja rutusambandið til oynna.
Eftir at fólkatalið minkaði niður í einki, steðgaði hetta sjálvandi upp. Og soleiðis var støðan fram í 90ini, tá Bjørn og Lükka Patursson fluttu út hagar.
Hóast royndir av ymiskum slagi, so hevur flutningur við tyrluni kortini verið álitið hjá bóndahjúnunum. Og er tað enn.
Tey hava haraftrat dúvað uppá bátar úr Kirkjubø, sum hava kunnað siglt út í Koltur, annaðhvørt úr Kirkjubø ella av Gomlurætt.
Men skilligt er, at báðir hesir møguleikarnir hava havt sínar avmarkingar, serliga tá talan er um títtleika og smidligheit.
Bjørn og Lükka hava verið sera væl nøgd við sambandið við tyrluni og við teir bátaeigarar í landi, sum hava verið teimum til so stóra hjálp, tá talan var um flutning av ymiskum slagi.
Men við Koltursbátinum verða heilt nýggir møguleikar skaptir fyri sambandi millum Koltur og meginlandið.
- Nú fáa vit so tann ótrúliga møguleikan, at vit sjálvi kunnu avgera, nær vit skulu av oynni, og hvussu ofta vit kunnu tað, sigur ein ovurfegin Bjørn Patursson, nú hesin nýggi og veðurgóði báturin er vorðin veruleiki.

Sum at fara ein biltúr
Tá ein skal tosa um samferðslu fyri fólkið í okkara minstu bygdu oyggj, so er sjóvegis og loftvegis samband av avgerandi týdningi fyri tey.
Á fastlandinum hevur fólk møguleika at fara frá húsum, tá tey ynskja tað, hvar tey vilja, og hvussu ofta tey hava hug til tess.
Men fyri fólkið í eini oyggj sum í Koltri er øðrvísi.
Bjørn samanber hetta nýggja samband teirra við tað at hava egnan bil í túninum, sum hjá øðrum fólki í landi. Her kann ein fara sær ein biltúr ein góðan sunnudag, men henda møguleikan  at fara av oynni, tá tey vildu - hava tey ikki havt í Koltri.

Felagslív
Bóndahjúnini í Koltrfi hava leingi longst eftir at taka lut í fundarvirksemi, frítíðarítrivi og hátíðardøgum hjá familju og vinum í enn størri mun enn higartil.
Men tey hava hinvegin verið avskorin frá hesum, tí møguleikar ikki vóru at ferðast, tá tey sjálvi altso vildu tað.
- Vit hava eisini longst eftir at sleppa í kirkju í Kirkjubø sunnudagar, men henda møguleikan hava vit higartil ikki havt, sigur Bjørn.
Nú verður møguleiki hjá bóndahjúnunum bæði at ferðast við tyrlu og egnum báti, tá veðrið loyvir tí.
Sum er finst ikki ein nóg góður dráttur til Koltursbátin í heimbygdini. Men arbeitt verður við at finna eina loysn saman við Tórshavnar Kommunu.



Í ein teig  helst á s. 4

Góð føroysk framleiðsla
Havn: Tað er s/pf. Plastsmiðjan á Heygnum Mikla sum hevur gjørt henda serbygda Koltursbátin.
Petur í Gong, sum hevur staðið fyri byggingini í samstarvi við m.a. Polyplast, sigur, at hann í mong ár hevur arbeitt við at umvæla bátar av líknandi slagi.
So við og við birtist í huga hansara ein ætlan um sjálvur at byggja ein slíkan bát. Um somu tíð fekk hann haraftrat at vita um aðrar menn, sum eisini gingu við sama hugskoti, m.a. Koltursbóndin sjálvur.
Soleiðis bar á, at Koltursbáturin kundi verða sjósettur mánadagin í Kvívík eftir at hava verið fyrireikaður í eitt longri tíðarskeið.
Petur í Gong væntar sjálvur, at enn fleiri slíkir bátar verða gjørdir í framtíðini.
- Meðan eg havi arbeitt við hesum serliga báti, hava nógvir mans víst hesum sera stóran áhuga. Teir hava spurt og fregnast óført, og tí er ikki óhugsandi, at hesin eini báturin fer at gerast til fleiri.
- Slíkir serbygdir bátar eru dýrir at innflyta. Og tí kunnu vit tað sama framleiða teir her á landi, og haraftrat fyri ein kappingarføran prís, staðfestir Petur í Gong, sum eisini var við til hátíðarligu løtuna í Kvívík.


Fyri seg

Koltursbátur
Á samkomuni í Kvívík mánadagin greiddi Bjørn Patursson eitt sindur frá bátinum.
Undir navngevingini segði hann, at tað helst ikki er vanligt at gera so nógv burtur úr við eitt slíkt høvi.
Hann vildi tó kortini gera tað á hesum sinni, tí talan á fyrsta sinni var um ein serbygdan føroyskan bát til eitt so serstakt høvi og endamál.
Tá báturin varð navngivin í Kvívík mánadagin varð tí henda yrkingin lisin upp:

Tú bósi sterki á bylgju skalt ríða
Vit leingi hava eftir tær bíðað
Okkum føra um sund og fjørð
Vónandi sita vit ikki sør!
Gud teg signi og fylgi um sjógv
Sjálvt tá bylgjan brýtur um bógv
Tú okkum fong og gleði vilt veita
KOLTURSBÁTUR skal navn títt eita.
Gud signi tína leið.


Fyri seg Bósi

Sagt verður um nýggja Koltursbátin at hann er ein bósi. Orðini bósi og at bósa gevur Føroysk Orðabók okkum eina góða frágreiðing um.
Skrivað stendur m.a. so:
ØBósi  (sjáldsamt orð) stórur, sjógóður og tryggur bátur. Sagt verður, at hatta er ein rættur bósi.
ØBósa - (sagnorð) (um bát) snýsa ímóti veðri í andróðri.