Nógv fólk komið til Vestmanna

Seinasta vestanstevnan í Vestmanna druknaði í illveðri men í ár hava tey lagt upp fyri, so at slíkt ikki skal henda aftur í ár, skuldi veðurgudarnir verið líka ólagaligir sum seinast

Kanska eru tað enn nøkur, sum ikki hava varnast tað:

Men tað er altso hetta vikuskiftið, at Vestanstevnan er.

Hesuferð er tað Vestmanna, sum eigur tørn at vera vertir fyri stevnuna og tað uppgávuna hava teir tikið í fullum álvara.

Kloakkir eru gjørdar, hús eru málað, bygdin er hampað og nosslað og menn hava asfaltera til langt út á næturnar fyri at alt skal vera tipp - topp.

Og Poul Sigurd Poulsen, sum er høvuðsfyrireikari, sigur, at vestminningar eru eisini fult tilbúnir at halda stevnu og teir gleða seg til at taka ímóti stevnugestunum

Og at stevnugestirnir verða nógvir, sást longu hósdagin, tí longu tá var nógv fólk komið til Vestmanna, so Poul Sigurd Poulsen ivast onga løtu í, at tað verður heilt nógv fólk í Vestmanna, tá ið stevnan byrjar av álvara morgin


Stevnan druknaði

Fyrireikararnir dylja heldur ikki fyri, at tað er øgiliga spentir uppá, hvussu stevnan fer at hilnast.

?Seinast, stevnan var í Vestmanna fyri fýra árum síðani, var avbera ringt veður, so nógv av tiltøkunum miseydnaðist fullkomiliga.

? Eitt nú var dansur í einum tjaldi á bryggjuni, men tað var ein fiasko av teimum heilt stóru.

Men tað hava vestminningar tryggja seg ímóti hesuferð, tí í ár fer at kalla øll stevnan fram rundanum skúlan og ítróttarhøllina

? Einastu tiltøk, sum ikki eru rundanum skúlan og høllina, er koyring í go-kart og ríðingin, sum er inni á Fjørð.

Av tí, at høllin verður so nógv upptikin alla stevnuna, varð lagt til brots longu hóskvøldið, tá ið fleiri hondbóltsdystir vóru fyri tær yngru deildirnar, so at eisini børnini merkja, at tey eru við í stevnuni.


Spennandi sum ongantið fyrr

Annars heldur stevnan fram alt vikuskiftið.

Men tað er kortini ein ávís hending, sum vestminningar eru serliga spentir uppá í ár.

Og tað er løtan, tá ið startdómarin á kappróðrinum skjýtur fyri 10 mannaførunum, tí róðurin í ár verður so spennandi sum nakrantíð.

Í løtuni er tað nevniliga so, at tvey 10 mannafør liggja púra jøvn í kappingini um føroyameistaraskapin við tað, at bæði Vestminningur og Nólsoyingur hava 22 stig. Og beint í hølunum á teimum liggur Havnarbáturin við 20 stigum.

? So tað er onki at ivast í, at ein góð plasering í dag kann fáa avgerandi týdning fyri, hvar føroyameistaraskapurin endar.

Men fyri at rættiliga at vísa, hvør dugur er í teimum, hava vestminningar í ár manna tvey 10 mannafør. Tað eru gamlir rógvarar, sum hava mannað gamla vestminning og givið honum navnið Vestmannabáturin.

Annars eru øll tey vanligu stevnutiltøkini á skránni. Bygdaráðsformaðurin, Gunn Joensen, fer at seta stevnuna í morgin klokkan 14 og tað verður Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sum skal handa teimum, sum vinna kappróðurin, steypini.ig;ddin er so umráðandi. Tí tað er sera tungt at hanga í einum enda einastaðni í miðum sjógvi, meðan streymurin alla tíðina vil fara avstað við tær. Tí er umráðandi, at rímiliga friðaligt eisini er upp og niður.

Bíðað varð í spenningi fyri at vita, um teir kanska høvdu onkran lut uppi á sær, tá teir komu. Men so var ikki.

Tó so, teir høvdu funnið ein borðisk, sum teir høvdu tikið, men vóru so óhepnir, at teir mistu hann, meðan teir steðgaðu á einastaðni á veg upp.

Slíkt hendir, og verður bara tikið við í ætlanina sum tað, tað er, segði verkætlanarleiðarin og ypti øksl.


Dreymurin

Hetta var bara dreymurin, sum gekk út, sigur Heri Andreasen, sum er tann, ið leiðir verkætlanina við Jólaskipinum.

Hann sigur, at ætlan teirra frá fyrstan tíð var at finna skipið og filma tað. Bar so til at fáa eitthvørt upp av skipinum, var hetta bara ein frálíkur síðuvinningur at fáa.

Og vinningin hava teir nú fingið, fegnast hann um. Tó verður farið einaferð aftrat niður aftur, áðrenn givist verður á hesum sinni. So er spenningurin mest um, hvørt teir finna klokkuna ella ikki.

Ein kassa hava teir sæð, sum teir hava verið serliga áhugaðir í at fáa latið upp. Tosað hevur verið um, hvørt tað mundi vera ein pengakassi. men tað heldur Heri Andrasen ikki, at tað er. Hesin kassin líkist nógv teimum lóðurkassunum, teir hava sæð á trolaranum Lincoln City, sum varð bumbaður og sakk í Nólsoyarfirði. Og tí verður mett, at í hesum kassanum eisini er lóður, sigur hann.

Menn koma upp aftur ein fyri og annar eftir. Teir verða tiknir inn, og útgerðin loyst av teimum. Tó sleppa teir ikki luftslangunum heilt, men verða liggjandi slættir eina góða løtu við lungaautomatunum tilsettum.

Men so er eisini tíð at fegnast um fongin. Og tað gera teir veruliga. Ynskja hvør øðrum tillukku og verða avmyndaðir.

Meðan bíðað hevur verið eftir, at kavararnir skuldu koma uppaftur, hevur fólkið á skipinum havt tíð at fingið sær ein bita og hugt at umstøðunum annars. Skaddan á Havnartindi er bara síðkað, og nú eru glaður at síggja inn móti Viðoynni.

Tosað varð um, at tað var kanska eitt sindur langligt at ganga her fyri einki. Rættari hevði verið at havt snørið við. Men tað gerst einki við tað nú.

At kavingin í Fugloyarfirði hevur áhuga millum fólk sást, tá komið varð aftur at landi. So hvørt sum Dragaberg tók seg norður gjøgnum Hvannasund, vaks mannamúgvan á bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki.

Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði.