ndina. Løgreglan sigur, at bilførarin er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og fyri at rýma frá einum ferðsluóhappið. Annars var skaðin, ið stóðst av óhappinum, ikki stórur, leggur løgreglan afturat [...] Seint í nátt fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Havnini. Boðað var frá, at ein bilur hevði rent á ein parkeraðan bil, men rýmdi frá óhappinum. Men tað eydnaðist løgregluni at taka bilføraran [...] bilføraran stutt eftir og tá koyrdi hann framvegis. Og tá ið løgreglan kannaði bilføraran, skiltist, at hann hevði kanska havt serligar orsøkir til at sleppa sær til rýmingar, tí tá ið hann skuldi blása í alkometrið
skúlanum og beina fyri so nógvum sum gjørligt. Tað váttar løgreglan í Maricopa County fyri amerikonskum fjølmiðlum. Løgreglan sigur, at gentan hevði lagt hóttanir út á Youtube, har hon eisini umrøddi [...] Løgreglan í amerikanska statinum Arizona tók í gjár eina 16 ára gamla gentu, sum sambært løgregluni ætlaði at drepa sínar floksfelagar og síðani seg sjálva. Sum skilst skuldi hon brúka spreingievni í skúlanum [...] hendingina í skúlanum í Newtown fyri átta døgum síðani. Løgreglan í Maricopa County sigur, at hon fann trý skotvápn heima hjá gentuni, og at tey vórðu latin foreldrum hennara. Sambært fjølmiðlunum hevur
við handtøkurnar hevur løgreglan bjargað einum 14 ára gomlum drongi. Løgreglan sigur, at drongurin er at síggja á nógvum myndum, sum menninir hava sent sínamillum, og løgreglan heldur, at ein av monnunum [...] monnunum hevur brúkt drongin til myndatøku tey seinastu fimm árini. Løgreglan sigur, at hon hevur lagt hald á meiri enn hundrað teldur og harðdiskar, og at har eru meiri enn 100.000 myndir og sjónbandsupptøkur
Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna kring landið. Og nú kom so tørnið eisini til sandoyingar. Løgreglan sigur, at tey hava kannað nógvar bilar í Sandoynni og [...] og tað kom illa við hjá nógvum bilførarum. Løgreglan sigur, at 31 bilførarar vórðu tiknir og fingu bót fyri ymisk lógarbrot. Talan er um uppslitin dekk, brostnar lyktir, umframt at bilførarar ikki høvdu [...] høvdu koyrikortið uppi á sær, og annað. Áður hevur løgreglan gjørt kanningar í Suðuroy og har fingu 56 bilførarar bót. Men afturfyri fingu bara sjey bilførarar bót, hendan dagin, ferðslan í Eysturoy, í Vágum
longri enn tað, sigur løgreglan. Men av tí, at halgidagur er í dag, skuldi halgidagslógin eisini haldast og tískil skuldi alt vera stongt á midnátt – og tað var tað, sigur løgreglan, so halgidagslógin varð [...] Aftur í gjárkvøldið mátti løgreglan ásanna, at tað vóru nøkur skeinkistøð, sum ikki virdu tilmælini um korona. Myndugleikarnir hava mælt til, at matstovur, kaffistovur og barrir skulu ikki hava longri [...] varð hildin. Løgreglan sigur, at nógv fólk úti í gjárkvøldið og í nátt, men tey flestu av vóru í bili.
kenning á Havnarvág. Løgreglan sigur, at fólk ringdu til løgregluna at boða frá at ein maður var farin í bát við kenning, so tá ið hann legði at aftur, stóð løgreglan fyri honum. Løgreglan sigur, at nú er hann [...] hann skuldsettur fyri at sigla við kenning. Annars var løgreglan aftur á ferð við ferðmátaranum í gjár. Tey vóru ymsastaðni í Norðurstreymoy og har fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra
gjárkvøldið, fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp Yviri við Strond í Havn. Og tað var eitt óhapp av tí ógvusliga slagnum, tí talan var um ein treylara, sum hevði rent á. Løgreglan sigur, at treylarin [...] sum eisini stóð parkeraður. Løgreglan sigur, at einki fólk var í teimum teimum trimum, parkeraðu, bilinum, so fólkaskaði var eingin, men bilarnir fingu stóran skaða. Løgreglan veit ikki enn, hví treylarin
fekk løgreglan fýra fráboðanir um, at herverk varð gjørt á bilar í Havn. Tað er óvist, akkurát nær, herverkini eru framd, men talan er um, at dekk eru kruvd og at bilar eru skøvaðir til. Løgreglan veit [...] fyribils veit løgreglan heldur ikki, hvør hevur framt tey. Í gjár varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í høvuðsstaðarøkinum. Hann varð tikin á hjólum, sum løgreglan sigur, og tað merkir
hevur danska løgreglan ruddað sonevndu Pusher Street á Christiania í Keypmannahavn. Í Pusher Street selja tey hassj púra opið, men av og á ger løgreglan herferð í móti søluni. Í gjár fór løgreglan eisini eftir [...] sum høvdu keypt hassj á Christiania, og 82 fólk vóru skuldsett fyri at hava hassj uppi á sær. Løgreglan gjørdi eisini rannsóknir ymsastaðni á Christiania og legði hald á ymisk sløg av hassji og pengar
nátt fekk løgreglan kortini boð um, at ein maður, sum var í býnum, varð blivin skallaður, og tað er eitt mál, løgreglan kannar í løtuni. Málið er reist sum eitt harðskapsmál, men enn veit løgreglan ikki, hvør [...] maður tikin upp í Norðoyatunlinum í nátt. Hann var farin ígjøgnum tunnilin til gongu, men tað helt løgreglan ikki var nóg trygt. Tí varð maðurin tikin upp og koyrdur út um, har fólk stóðu fyri honum við bili