Løgreglan í amerikanska statinum Arizona tók í gjár eina 16 ára gamla gentu, sum sambært løgregluni ætlaði at drepa sínar floksfelagar og síðani seg sjálva. Sum skilst skuldi hon brúka spreingievni í skúlanum og beina fyri so nógvum sum gjørligt.
Tað váttar løgreglan í Maricopa County fyri amerikonskum fjølmiðlum. Løgreglan sigur, at gentan hevði lagt hóttanir út á Youtube, har hon eisini umrøddi hendingina í skúlanum í Newtown fyri átta døgum síðani.
Løgreglan í Maricopa County sigur, at hon fann trý skotvápn heima hjá gentuni, og at tey vórðu latin foreldrum hennara. Sambært fjølmiðlunum hevur gentan sálarligar trupulleikar at stríðast við.