Tað er ikki vist, at tað er heilt óneyðugt at seta sær sjálvum tann spurning, um: høgur livifótur altíð er tað sama sum høgt lívsvirði. Ella um: lágur livifótur altíð er tað sama sum lágt lívsvirði. Fyri [...] um var at læra hesi fólk at gera vesturlendskar vegir og brýr, og hetta var teimum kærkomin læra. Ein av spurningunum, ið útvarpið setti Heina var, hvat hann helt um hesi fólk, hann nú hevði verið ímillum [...] á svari hansara, at tey av teirri orsøk vóru verri menniskju enn vit. Tey vóru bæði blíð og glað. Ein annar spurningur til Heina var, um hann legði merki til nakra broyting í Føroyum, eftir hesi mongu
næstseinasta umfari, og hóat bæði feløgini so fegin vildu reisa seg í hesum dystinum, var tað heimaliðið, sum stóð eftir sum vinnari. Eftir ein javnan fyrra hálvleik, tók KÍ alsamt meira yvir í seinna hálvleiki [...] sigursmál, var lík hesari. Enn einaferð varð hornaspark úr vinstru. Arnold Joensen legði innfyri, ein B36-spælari fekk høvdið á bóltin, men uttan fyri brotsteigin stóð vælspælandi Marek Vierzbicki klárur
seinastu tíðina eru komnir higar, ikki hava verið nóg góðir. Eftri mínari fatan skal ein útlendskur leikari verða ein greiður styrkur fyri lið sítt. Hann skal stýra viðleikarum, biðja um bóltin, og vera [...] ár fóru til Klaksvíkar. Fleiri orsøkir Nú kappingarárið av álvara er farið at halla, er støðan tó ein heilt onnur. Ivaleyst eru fleiri orsøkir til væntandi úrslitini, og í royndunum at fáa greiðu á hesum [...] - Eg veit ikki um man kann siga, at missurin av Kurt hevur verið ov stórur. Liðnum hevur tó væntað ein rættuliga leiðara í ár, og so hava vit heldur ikki havt málskjúttan, sum kann avgera dystirnar. Hesar
danska móðirflokkin, sum hann nú hálvsfevnist við. Brævið til ST var ikki at fáa ein triðja part uppí samráðingarnar, men ein fyrispurningur hvussu F.L. skuldu bera seg at, tá danska stjórnin var so ring [...] háðandi og speirekandi orðum fyri at vera dreymakenda. At hava ein dreym er einki skeivt, um dreymurin er skilagóður. Í USA var einaferð ein borgararættindastríðsmaður sum plægdi at siga: ?I have a dream [...] Hesin maður mátti lata lív sítt, fyri at hann loyvdi sær at hava ein skilagóðan dreym. Allir føringar, sum tráa eftir fullveldi, hava ein slíkan dreym og eru sostatt føroysk borgararættindastríðsfólk. Vit
uttan mun til, um tað verður talað í Føroyum ella aðrastaðni. Ein føroyingur uttanlands er líka nógv ein partur av føroysku tjóðini sum ein føroyingur, ið býr í Føroyum. Og at føroyingar uttanlands tala [...] Í einum greinastubba um málstríðið, sum nú tók seg upp, setir Róland Waag Høgnesen mær hendan spurning: Er føroyskt mál í Danmark ikki minnilutamál, sum tú eigur at verja við sáttmálanum? Svarið er jú
Oddvør Johansen í Sosialinum nomið við henda spurning. At hon trýr fullveldispolitikarunum, er kanska ikki so løgið, tí sigur tú eina lygn ella kanska ein hálvan sannleika nóg ofta, so fert tú sjálvur [...] dønum til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum Men at gjald fyri sjúkraviðgerð á ríkissjúkrashúsinum er ein partur av blokkinum, verður ikki nevnt. Í blokkinum fyri 1998 var henda upphædd 34,5 mió. kr. Men danir [...] at gjalda? Soleiðis er í hvussu so er í tí dagliga, at vánaligur gjaldari fær ikki kreditt, meðan ein góður gjaldari fær kreditt. At sjúkrahúsverkið er afturhaldandi at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið
tingfólk í tingsalinum við at trýsta á ein knøtt kunnu gera greitt, um tey eru fyri, ímóti ella atkvøða blankt fyri einum uppskoti, mugu tingfólk í útvarpshøllini reisa seg tríggjar ferðir, áðrenn hetta er [...] fíggjarlógin fyri ár 2001 verður viðgjørd í útvarpshøllini og tískil verður ein søgulig fíggjarlóg. Tingfundurin týsdagin var eisini ein søguligur tingfundur. Hetta var fyrsta ferðin í 300 ár, at tingfundur [...] spølni úti á ganginum, tá fyrsti tingfundurin í útvarpshøllini varð hildin týsdagin. Nógv rúmsáttari Ein av fyrimununum við at brúka útvarpshøllina til tingsal heldur tingformaðurin vera, at hon er nógv
sjálvandi fáa vit ikki svar uppá henda spurning. Tú hevur altíð verið ein góð systir, sum eg elskaði sera høgt, og mær leingist ógvuliga illa eftir tær. Tað gongur ikki ein dagur her í húsinum hjá okkum, har [...] og mamma mín funnu saman. Ì byrjanini var alt ikki so gott, tí at ein so stór broyting í lívinum er ikki so nemm at takla, men tá ið ein tíð var farin, bleiv alt gott, og vit funnu væl útav tí. Tá ið vit [...] tú strálaði sum ein sól hvønn dag. Har sum tú vart, vóru allar vinkonurnar, hetta kom av, at tú altíð vart blíð, og visti altíð okkurt at gera. Skótalívið dámdi tær væl, og tú vart ein sera íðin skóti
Ein av komandi døgunum verður ákæra reist móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni. Tað er danska Sjóferðslustýrið, ið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti landsstýrismanninum fyri brot á sjóreglurnar [...] landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann var ákærdur fyri neyðtøku. Í ørðum londum er ein ákæra nóg mikið til, at ein ráðharri tekur avleiðingarnar og fer úr sessinum. Torført mál Løgmaður visti einki um [...] frá Sjóferðslustýrinum, har hann verður kunnaður um, at Sjóferðslustýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru. Men Tórbjørn Jacobsen vísir tó á, at hann enn einki hevur hoyrt frá fútanum, og tí hendir enn
til at bora á djúpum vatni. Statoil eigur ein part av felagnum, sum rekur skipið. Ein møguleiki er so eisini, at fleiri operatørar taka seg saman og leiga ein og sama boripall. Tá verður so spurningurin [...] vera klárt til at fara undir boring. Nú kunnu tað so verða aðrar orsøkir til, at man vil bíða. Og ein kann verða tørvurin á boripallum. Hvat viðvíkur tí 4. operatørinum, Agip, so hevur ljóðað, at teir [...] í løtuni, at BP er tann operatørurin á føroyskum øki, sum liggur best fyri, tá talan er um at fáa ein pall til í næsta ár. Tað snýr seg um tann nútímansgjørda Transocean Leader ella Jack Bates, sum í løtuni