Óvissa um boring við Føroyar

Eftirspurningurin eftir boripallum til djúpt vatn er so stórur í løtuni - og so fáir pallar eru til, sum kunnu bora á heilt djúpum vatni - at ivasamt er, um tað verða fleiri boringar á Føroyaøkinum næsta ár.

Tað er ikki vist, at tað verða fleiri boringar á føroyskum øki næsta ár. Fleiri av feløgunum, sum hava fingið leitiloyvi, hava annars sagt, at tey ætla sær at bora næsta ár. Soleiðis sum støðan er á boripallsmarknaðinum í løtuni og helst eisini komandi ár, so fer tað helst at verða torført at finna nóg nógvar pallar, sum kunnu bora í føroyskum øki næsta ár. Sosialurin skilur á keldum, sum hava tilknýti til altjóða boripallsmarknaðin, at eftirspurningurin eftir pallum til at bora á djúpum vatni á øllum Atlantsmótinum, frá leiðunum vestan fyri Írland og norður í Norskahavið, er sera stórur.


Djúpum vatni

Fleiri feløg skulu bora á djúpum vatni vestan fyri Írland, m.a. Statoil, Conoco og Enterprise. BP hevur ætlanir um boring á djúpum vatni í norskum øki. Í løtuni borar ExxonMobil har norðuri skamt frá føroyska markinum. Teir hava borað í skjótt tríggjar mánaðir og spurningurin er um teir eru við at testa eitt møguligt risastórt gassfelt. Felagið vil tó einki siga.

Conoco hevur ætlanir um at fara undir sokallað appraisalboring í Suilvenøkinum, skamt frá føroyska markinum, við tí í hyggju at kanna møguleikan fyri lønandi framleiðslu. Olja er longu staðfest í hesum økinum.

Eftir at leitiloyvini vórðu latin í Norðurlandahúsinum segði BP-stjóri, at teir fóru at bora í næsta ár. Sama segði stjórin fyri Amerada Hess. Roknast má við, at hesin bólkurin vil bora næsta ár. Statoil hevur verið meira varið við ikki at lova nakra boring í næsta ár, hóast nettupp Statoil er tað felagið, sum longu síðst í 90-unum segði vera klárt til at fara undir boring. Nú kunnu tað so verða aðrar orsøkir til, at man vil bíða. Og ein kann verða tørvurin á boripallum. Hvat viðvíkur tí 4. operatørinum, Agip, so hevur ljóðað, at teir fara ikki at bora fyrr enn í ár 2002.


BP best fyri

Tað ljóðar annars í løtuni, at BP er tann operatørurin á føroyskum øki, sum liggur best fyri, tá talan er um at fáa ein pall til í næsta ár. Tað snýr seg um tann nútímansgjørda Transocean Leader ella Jack Bates, sum í løtuni borar við markið. Spurningurin er so, hvat hendir við stóra og spildurnýggja boriskipinum West Navion, sum nettupp er útgjørt til at bora á djúpum vatni. Statoil eigur ein part av felagnum, sum rekur skipið.

Ein møguleiki er so eisini, at fleiri operatørar taka seg saman og leiga ein og sama boripall. Tá verður so spurningurin, um pláss er fyri fleiri boringum frá sumrinum ár 2001 og út á heystið. Tí neyvan verður borað tá tað nærkast vetrinum. Tí má ein rokna við, at fær BP t.d. Jack Bates til at bora á sumri næsta ár, so verður hann teirra burturav hetta árið.

Sosialurin skilur, at tað hevur verið fundur millum operatørarnar á føroyskum øki um m.a. umrødda spurning. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá hesum fundi.