vakthavandi á politistøðini í Havn. Hann greiðir frá, at maðurin í húsum gjørdi soleiðis, sum rætt er, at hann lat hurðar og vindeygu aftur, so eldurin ikki fekk luft, so hann kundi nørast. ? Eld-, vatn- og
Tað er eingin ivi um, at hann hevur verið hugtikin av H.A. Djurhuus, sum yrkti so beint frameftir, allir føroyingar alt fyri eitt tóku hansara skaldskap inn at sær. Hann hevur eisini kent seg drignan at [...] jørðildi enn tí hjá áarstovubrøðrunum, og so stevið, tað sama stevið, sum kirkjubødrongurin hoyrdi, tá hann sum óviti var lagdur í song, og dansurin glumdi hinumegin bróstið«.
7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hann veksur vindin til skrið av eystri og landsynningi og kanska smáregn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig. Veðrið mánadagin: Hann minkar vindin niður í ein strúk [...] Veðrið týsdagin og mikudagin: Fyrst upp í stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, seinni minkar hann vindin nakað. Væntandi turt, men támut og hitin millum 6 og 9 stig. Í gjár: Komandi dagarnar vilja
sigur skotski venjarin. ? Men tað verður ikki lætt, leggur hann afturat, og ein hevur varhuga av, at hann ikki bert er fólkaligur, tá hann sigur tað. ? Vit fara at royna at leypa á, og okkara viðhaldsfólk
Veðrið í dag: Hann veksur vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Seinnapartin slítur í. Hitin millum 5 og 8 stig. Leygarnáttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin. Hitin fellur [...] niður í eini 3 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum frálíður minkar hann vindin og lækkar niður í sunnan. Yvirhøvur turt og hitin um 5 stig. Veðrið sunnudagin, mánadagin og
regni, seinni snarar hann í útsynning við klárari veðri og ælingi. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið hósdagin: Gul til andøvsgul av vestri, seinni útsynningi, um kvøldið frískar hann vindin. Okkurt æli og [...] hvassan vind. Stundum regn, men eisini frægari løtur. Hitin millum 4 og 8 stig. Sunnudagin veksur hann møguliga vindin til storm av suðri og samregn. Í gjár: Eitt lágtrýst norðanfyri Føroyar grynnist.
av landsynningi og eystri, men seinni minkar hann vindin nakað. Sólglottar, men møguliga okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig. Seint mánadagin veksur hann vindin upp í ein strúk av eystri og kanska regn [...] Veðrið í dag og fríggjadagin: Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, men út á fríggjadagin minkar hann vindin nakað og møguliga regn. Við hvørt skýggjað og támut, men eisini sólglottar. Hitin millum 8
vitjan av kenda gøtumanninum Petur Eli Mikkelsen. Hann leggur fyri við spennandi frásøgn um ein sermerktan og vandamiklan útróðrartúr hjá gøtumonnum í 1906. Hann fer eisini at hugleiða um víðfevndu broytingarnar [...] fjarar farleiðir hava verið umrøddar. T.d. hevur Tróndur Patursson givið okkum ógloymandi løtur, tá ið hann segði frá ferðum sínum um Kyrrahavið og í indonesiskum sjógvi. Hóskvøldið 26. mars kl. 20.30 verður
Við postinum í gjár fekk Hans Jákup Joensen, bispur, bræv frá Høgna Poulsen, presti í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Í brævnum heitir Høgni Poulsen á bisp um at biðja krikjumálaráðið um at loysa [...] loysa seg úr starvinum sum sóknarprestur frá útganginum av september í ár. Bispur sigur, at hann fer beinanvegin at heita á kirkjumálaráðið um at taka áheitanina til eftirtektar, og so er mannagongdin tann [...] Prestar kunnu sita í kallinum til teir fylla 70 ár. Høgni Poulsen verður 69 fyrst í oktober mánað, og hann og hin presturin í kallinum, Kjartan Mørkøre, eru javngamlir.
sum spælari. Um hann verður millum teir fyrstu ellivu, fingu vit ikki at vita í gjár, men venjarin Peter Rudbæk hevði úttikið Óla Johannesen at vera millum teir fimtan spælararnar, sum hann ætlar at hava [...] 1. deild. Nýggi maðurin hevur fingið møguleikan í AGF verjuni í dystunum móti AB og Herfølge, men hann hevur ikki fingið serliga góð skoðsmál, so tað kann hugsast, at Óli Johannesen fær møguleikan í morgin