Í morgin klokkan 15 fer AGF á vøllin í Viborg, og tað er greitt, at Óli Johannesen verður við í ferðalagnum ? ikki bara sum áskoðari, men sum spælari. Um hann verður millum teir fyrstu ellivu, fingu vit ikki at vita í gjár, men venjarin Peter Rudbæk hevði úttikið Óla Johannesen at vera millum teir fimtan spælararnar, sum hann ætlar at hava við.
AGF keypti undan kappingarbyrjan Ken Martin, verjuspælaran og liðformannin hjá grannafelagnum Aarhus Fremad, sum fyrr í summar flutti niður í 1. deild. Nýggi maðurin hevur fingið møguleikan í AGF verjuni í dystunum móti AB og Herfølge, men hann hevur ikki fingið serliga góð skoðsmál, so tað kann hugsast, at Óli Johannesen fær møguleikan í morgin. Undir øllum umstøðum tykist fyrsta royndin hjá honum ikki at vera langt burtur.