hóast at vanligu miðverjarnir, Egil á Bø og Marni Djurhuus, ikki vóru við vegna skaða. Teir verða eiheldur við í hesum dystinum, men tað er ikki verri enn so, at tað aftur hesaferð letur dyrnar upp fyri [...] Oddaliðið í Effodeildini framdi eitt satt megnaravrik, tá ið teir í síðstu viku vunnu 3-1 ímóti armenska Gandzasar í Europa League. Teir vóru á odda 3-0 í hálvleikinum og høvdu hópin av málmøguleikum til [...] til at tryggja sær eitt enn betri útgangsstøði, men 3-1 skal als ikki forsmáast. EB/Streymur hevur áður fingið góð úrslit á útivølli í Evropa. Fyrraárið taptu teir tepurt 0-1 ímóti Kalmar FF í Svøríki
og tykkara meiningar fram. Tað má verða eitt satt "egoboost" at fáa fleiri hundrað persónar, sum trúgva uppá ein, men mínir tankar fara til øll hini, sum ikki fingu meira enn nakrar fáar atkvøður frá mammu [...] eru virkin í politikki. Í ár vóru tað nógv innan miðlaheimin, sum valdu at fara upp í politikk. Ein ikki so einføld støða, tí dagliga arbeiði kann jú verða at granska júst tað, man sjálvur vil uppí. Tá ið [...] fyri at koma inn um tingsins gátt. Nógv ár eru liðin síðan tá, og nógv hava gjørt sum hann. Eg blívi ikki ill longur, kanska eitt sindur kedd, tí eg haldi, at tað er synd at okkara starv sum blaðfólk, sum
stovni, har hann hevði búð í 35 ár. Tað gjørdi dómarin, tí hann metti, at tann 66 ára gamli Hinckley ikki longur er ein hóttan fyri seg sjálvan og onnur. Tó eru nógvar treytir við royndarleyslatingini. Millum [...] forseti, varaforseti ella limur í Kongressini er. Tað skrivar tíðindastovan AFP. Harumframt má Hinckley ikki tosa við journalistar, og hann skal arbeiða tríggjar dagar um vikuna. Sambærrt treytunum frá 2016 [...] Friedman, dómari, sambært Reuters, at sálarligu trupulleikarnir hjá Hinckley »eru í betring«, og at hann ikki longur er ein vandi. Dóttir Ronald Reagan, Patti Davis, skrivar í eini klummu í The Washington Post
eina viðmerking hann kallar “Bíblian – ikki lesnaður fyri børn”. Guttormur, gløggur sum hann er, kemur í bløðunum av og á við sínum meiningum og metingum og satt at siga lesi eg vanliga altíð tað hann [...] eg staðiliga ósamdur við hann. Hetta málið snýr seg um ein trúarspruning. Hann er ikki tann fyrsti og verður heldur ikki seinasti maður, ið ger álop á bíbliuna, sum hevur veitt so mongum frið, og vit eru [...] kristnu, var ikki júst tað mest diplomatiska. Í bókini “Notater om Karen Blixen” skrivar høvundurin Clara Selborn, sum kendi hana betur enn nakar annar, at ein tíð var, tá Tanne (Karen Blixen) ikki ynskti hjáveru
ússaligt klípið, men harfyri eigur ein seriøs avís ikki at tveita um seg við tómum postulátum, sum eru at kalla heimsmet í søgufalsan. At vinstrastjórnin, sum sat við valdinum í hálvan áttanda mánað, nú skal [...] Ein avís sum Sosialurin eigur sjálvandi ikki at lata eitt slíkt val fara afturvið borðinum, uttan at taka tað upp til viðgerðar. Heldur mann seg vera ein part av heimsmeldrinum, verður málið tikið upp [...] endurgivið: ”Hann (Krugmann) átti at givið øllum politikkarum nakað at hugsa um, eisini í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um, at tað einasta, sum CHE samgongan var samd um var, at í Føroyum skuldu
siðsøguliga og eisini innan gransking, ferðavinnu og ikki minst innan umhvørvið. Tíverri er Koltur eitt av teimum mongu málunum, ið løgtingið ikki hevur tímað at givið sær stórvegis far um og við nýggju [...] komu allir festarar at eiga festubrøvini teir sótu við. Í mun til gomlu lógina, er tað nú festarin og ikki eigarin (landið), sum avgerð hvør yvirtekur festið. Nú Bjørn Patursson, festari í Koltri, er vorðin [...] tí almennu jørðini og ætlar sær, eftir øllum at døma, at gevast í Koltri, er tað hann sum festari, ikki sum stjóri, sum avgerð hvør fær festið eftir hann. Fær og fær, tað er allarhelst nakað nógv sagt,
Klaksvík: Tað sær ikki gott út. Grótbrotið, sum er eitt bingjupláss hjá Klaksvíkar kommunu. Ruskið kemur inn hvønn dag í stórum nøgdum, og gevur stórar trupulleikar, tí umstøðurnar loyva tí ikki, sum nú er. [...] Har eru altíð fólk á staðnum, tá tað er opið, sigur Steinbjørn. Men tað er ikki tað, sum er trupulleikin. Húsarhald rinda ikki fyri at sleppa av við ruski, men tað skulu virkir og fyritøkur. Hetta hevur [...] Bumshamri virkað sum eitt bingjupláss. ? Eg havi longi verið sera harmur um bingjuplássið hjá okkum, sum satt at siga sær út sum ein køstur, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Steinbjørn greiðir frá, at
útskrivaði løgtingsval. Fólkaflokkurin sat tá, sum nú í samgongu, og tí er mikið hugsandi, at teir aftur hesaferð fara at arbeiða við hesum málinum. Tað stendur ikki beinleiðis nevnt í samgonguskjalinum [...] Men politikararnir mugu tá hava í huga, at Føroya fólk er ikki áhugað í »ógvusligum broytingum« tá tað snýr seg um pensjónir. Tey halda ikki, at tað er rætt at tey sum forvinna mest, skulu hava fyrimun [...] Ein pensjón er ein almenn pensjón og ikki ein privat trygging. Tað má verða niðurstøðan eftir at veljararnir eru spurdir um hvussu pensjónirnar skulu skipast í framtíðini. Serliga eru tað kvinnurnar, sum
fór at vinna nøkur ár afturat. Men so skuldi ikki verða. Lív hansara, ið var ein bardagi frá byrjan, var nú komið at enda. Megin var nýtt og nú orkaði hann ikki meira. Mær stendur fast í minni fyrstu ferð [...] minni mínum fyri restina av lívinum. Eisini í løtum tá hann ikki var so væl fyri, og hervilig sjúka gjørdi álop á hann, tá sá ein smílið, ikki so stórt og breitt sum onkuntíð, men hann royndi kortini. Í [...] ferð, eg hevði samband við John. Eg hevði møtt honum nakrar ferðir áður, men satt at siga ræddist eg eitt sindur, so brekaður hann var. Eg var júst aftur komin úr Aberdeen og hevði keypt páskaregg til børnini
Ásbjørn dugir ikki ordiliga at siga, hvør orsøkin er til tess. - Tað eru sera nógv ung. Serliga eru tað nógv, sum akkurát hava aldur at vera við í stóra kórinum. Tað er óheppið, at tað ikki er eitt javnt [...] dugir ikki at siga, hví tey eldru halda seg aftur at koma. Sangskeiðið er eitt stórt tiltak, og Ásbjørn er sera errin av at sleppa at vera kórleiðari. - Eg havi altíð verið til sangskeið. Pápi mín sat í [...] kórið VOX. Tað eru mangar familjur, sum eru á sangskeið mestsum á hvørjum ári. Sosiala parturin liggur ikki eftir. Eitt barnakór er eisini, og tí liggur væl fyri hjá familjum at fara á sangskeið í barnavinarliga