gomul lóg og tá hon varð gjørd fyrstu ferð í 1967 vóru nógv fleiri fólk gift enn í dag. Tá var lógin meira rættvís enn hon er nú. Hon er so broytt nakrar ferðir, fyrst í 1977 síðan í 1983 og aftur í 1987 [...] sigur, at tíðin er komin at broyta forsorgarlógina og hann veit hvat hann tosar um. Umframt at vera løgtingsmaður, so er Kristian Magnussen sosialráðgevi og forsorgarlógin hevur í mong ár verið eitt av hansara [...] 1987 og seinast í 2000. -Eg haldi, at grein 2 í lógini sum gevur hjúnum uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum eigur at strikast. Á hendan hatt gerast allir borgarar í landinum líka. Eg veit væl, at hetta
tiltakið við kunning og hugnakvøldi á Handilsskúlanum á Kambsdali er eitt tiltak, sum hevur ment seg á hvørjum ári, síðani tey byrjaðu fyri trimum árum síðani. ? Endamálið er fyrst og fremst at finna onnur evni [...] høvuðsuppgávuni og marknaðarføring, byrjaði sjálvt hugnakvøldið við skemti, mótaframsýning og øðrum undirhaldi. Einir níggju handlar í Eysturoynni og úr Klaksvík luttóku á mótaframsýningini, og næmingarnir [...] at øll duga eitt ella annað uttanfyri skúlan, og tað royna tey so at finna. Mótaframsýning og kunning Kvøldið byrjaði klokkan seks við kunning um skúlan og virksemið. Umsóknarfreistin til at søkja inn á
eitt økið, sum er sera torført at náa. Nógvur kavi er enn í økinum og at fleiri skalvalop hava verið seinastu tíðina. Dentur verður fyrst lagdur á at fáa líkini til høldar, men sambært franska herinum fer [...] Düsseldorf, datt niður í fronsku alpunum. Trý korter eftir fráferð úr Spania hvarv flogfarið av radarinum og fáar minuttir seinni sendi tað neyðboð út til flogleiðsluna á flogvøllinum í Marseille. Flogfarið fleyg [...] Flogfarið misti brádliga nógva hædd seinastu minuttirnar áðrenn vanlukkuna. Fyrstu líkini eru funnin og franski herurin, sum hevur fingið ábyrgd av bjargingararbeiðinum metir, at arbeiðið fer at taka drúgva
tveimum feløgum, sum hava heimstað í Føroyum. Og alt samskifti í dag er so ónatúrliga nógv øðruvísi enn fyrr. Man fer á netið, man sær Dag og Viku, hoyrir útvarpið og alt. Eg lesi bløðini á netinum. So Holbæk [...] fiskivinnan kemur lutfallsliga at hava minni týdning. Og service-vinnan verður tann, sum útviklar seg mest. Og har innanfyri verður tað IT-vinnan og ferðavinnan. Men eg havi onga patentloysn uppá hvat, [...] Holbæk. Jógvan er dømi um teir, sum hava haft eitt langt og aktivt arbeiðslív í Føroyum, men sum velja at liva pensiónsárini saman við børnum og abbabørnum í Danmark. Jógvan sigur frá: Í 2004 avgjørdu vit
g, og tað sæst eisini aftur á limatalinum. Okkurt um 1200 fólk búgva í bygdini, og ikki færri enn 670 fólk eru limir í VÍF. Hondbólturin størstur Ítróttarfelagið í Vestmanna fevnir fyrst og fremst um tríggjar [...] nevnliga genturnar og dreingirnir umborð á Havfrúnni og so 10-mannafarið Vestmenning. Hetta er minni enn vanligt, og okkurt árið hava vestmenningar mannað ikki færri enn seks bátar, og tað er einki minni [...] um seg í kappróðri, og í ár er neyvan nakað undantak. Hóast eingin bátur úr Vestmanna enn hevur vunnið nakran FM-róður í ár, so hevur tað verið nær, og serliga eru tað dreingja- og gentumanningin umborð
skúlastovuni, tí allir næmingarnir sita og lesa. Skúlastova teirra er útgjørd við øllum tí ið ein slík stova og ein nútíðar bygdarskúli hava tørv á. Telda, printari og breiðband eru ein sjálvsagdur lutur í [...] bøkurnar og alt hitt undirvísingartilfarið er tøkt, og á talvuni hongur tímatalvan hjá teimum báðu næmingunum. Her skal heldur eingin ivi vera um hvør er hvør, hvør gongur í hvørjum flokki og hvør skal [...] gjørligt. Heimaarbeiði Eins og hjá øðrum føroyskum børnum, so er eisini ein verð uttanfyri skúlans gátt. Tey bæði Ronja og Hans Meinhard fáa sum nevnt frí klokkan 12:30, og kunnu tey so fara heim til hús
uppat beinanvegin hósmorgunin. Og tíansheldur stóðu bæði skúlanæmingar, tey, sum skuldu við Smyrli, og øll onnur, og bíðaðu til fánýtis eftir teimum hvítu og bláu bussunum og skiltu ikki hví teir ikki komu [...] na og landskassan. Og eg helt, at vit høvdu eina avtalu um at hittast aftur 10. januar. Hesum mótmæltu bussførarnir í Suðuroynni ikki. Men kortini hava teir so havt eina aðra uppfatan av støðuni og tí [...] teimum eru sjey í Suðuroynni Sáttmálarnir við teir gekk út nú á nýggjárinum og tí tóku vit samráðingar við Bussfelagið, upp fyrst í november. ? Vit hildu, at vit vóru kominir undir land, men tann 21. desember
fleiri posthús aftur og skal spara meira enn so. Nýggjasta sparitiltakið er, at allur postur skal sorterast í Havn. Til nú er skipanin komin at virka fyri post úr Suðuroynni, Sandoynni og úr Vágum. Málið er [...] áðrenn árið er úti. Hetta merkir, at sendir ein suðuroyingur onkrum i Suðuroynni, fer brævið fyrst til Havnar og so suðuraftur. - Hetta er ein miðsavan, sum fer fram í øllum londum í heiminum, sigur Georg [...] at fáa eitt bræv frá avsendarar til móttakara. - Vit bera nú bara post út tríggjar ferðir um vikuna, og samband er til oyggjarnar hvønn dag, sigur Georg Rasmussen. Hann hevur ikki møtt mótstøðu móti skipanini
saman, bæði børn og vaksin. Sjómannadagarnir halda fram við drúgvari skrá, har fyrst Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl. Síðani koma seglskipini á Klaksvík og leggja at bryggju [...] sjómannabollum og vinarbreyði. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og síðani setur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum [...] sum vunnu fiskikappingini og tann, sum hevur fiskað allar størsta fiskin, sum verður útnevndur Fiskikongur/drotning. Og sum vant bjóðar Hanus Hansen, reiðara, fisk og kips - og klaksvíkingar leggja afturat
kanningararbeiðið, og at tey kanska rýma. Farmaskipið var lastað við serliga bananum og broccoli. Tað var í januar farið úr havnum í Ekvador og Mexico, áðrenn tað setti kósina ímóti fyrst Helsingborg í Svøríki [...] Filippinunum, trý eru russiskir ríkisborgarar úr Letlandi. Harumframt eru tríggir aðrir mans – ein russari og tveir lettar, fongslaðir fyri at hava tikið ímóti eini stórari nøgd av kokaini. Sunnudagin vóru tey [...] lossað í farvatninum við Langeland. Ástøðið hjá løgregluni er, at evnini skuldu til Keypmannahavnar og møguliga aðrar býir í Skandinavia, framgongur av skuldsetinghunum. Tað 178 metra langa skipið liggur