Samantvinnaða tiltakið við kunning og hugnakvøldi á Handilsskúlanum á Kambsdali er eitt tiltak, sum hevur ment seg á hvørjum ári, síðani tey byrjaðu fyri trimum árum síðani.
? Endamálið er fyrst og fremst at finna onnur evni hjá næmingunum uttan fyri skúlagongdina, sigur Katrin Zachariasen, inspektørur.
Hon fekk hugskotið til hetta tiltak fyri trimum árum síðani, tá hon var flokslærari. Tá varð tiltakið hildið bara fyri starvsfólkum, lærarum og næmingum á skúlanum. Annað árið bjóðaðu tey tíggjunda flokkum við fyri at hesi kundu fáa eina mynd av, hvussu handilsskúlin virkar, og í ár gjørdu tey so av at hava opið hús alment.
? Eg ivist ikki í, at øll vita, at vit eru her, men hetta er ein góður máti at varpa ljós á skúlan og geva fólki innlit í okkara gerandisdag, samstundis sum tey fáa eitt hugnaligt kvøld, sigur Katrin.
Hon sigur, at tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv næmingarnir gera fyri eitt tílíkt kvøld, skal eydnast til fulnar.
? Her fáa vit eyguni upp fyri øðrum evnum, sum næmingarnir hava, men sum ikki koma til sjóndar í dagligu undirvísingini, sigur hon.
Hon vísir á, at øll duga eitt ella annað uttanfyri skúlan, og tað royna tey so at finna.
Mótaframsýning og kunning
Kvøldið byrjaði klokkan seks við kunning um skúlan og virksemið. Umsóknarfreistin til at søkja inn á skúlan er úti um 10 dagar, so hetta var eitt gott høvi til at kunna.
Kunningin gekk fyri seg á tann hátt, at skúlastovur vórðu gjørdar um til eitt slag av kunningarbásum, har fólk so kundu síggja tilfar um skúlan. Og tað var ikki so lítið av tilfari, tá samanumkom.
Páll Isholm, skúlastjóri, sigur, at hann heldur hetta vera eitt frálíkt hugskot, tí at á einari síðu fæst eyga á eina øðrvísi síðu av skúlanum, meðan tann dagliga eisini kemur fram.
Tá kunningin var av, har greitt varð frá høvuðsuppgávuni og marknaðarføring, byrjaði sjálvt hugnakvøldið við skemti, mótaframsýning og øðrum undirhaldi.
Einir níggju handlar í Eysturoynni og úr Klaksvík luttóku á mótaframsýningini, og næmingarnir gingu sjálvi. Ein genta úr FHS gekk eisini í klæðum, sum hon sjálv hevði sniðgivið og seymað. Og tað var nakað, sum hugtók øll.
Mótaframsýningin varð skipað á tann hátt, at hon gekk aftur allatíðina, og so vóru aðrar framførslur ímillum. Hetta gav teimum, ið gingu, betri stundir at skifta klæðir.
Av øðrum framførslum hetta kvøldið kunnu nevnast tónleikur og sangur, framløga frá einum bólki, sum hevur arbeitt við einum ávísum evni og ljósmyndir, sum vórðu vístar um skúlan.
Afturvendandi
Hetta var sum sagt fyrstu ferð, at skúlin hevði opið hús fyri almenninginum, og vistu tey tí ikki, hvat tey skuldu vænta frammanundan. Men heilt fitt av fólki komu á gátt, og tað fegnast tey um.
? Hetta gera vit aftur næsta ár, tað er púra vist, sigur Katrin Zachariasen, inspektørur á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.