150 fólk hava latið lív í flogvanlukkuni, tá eitt Airbus A320 flogfar hjá GermanWings, á veg úr Barcelona til Düsseldorf, datt niður í fronsku alpunum.
Trý korter eftir fráferð úr Spania hvarv flogfarið av radarinum og fáar minuttir seinni sendi tað neyðboð út til flogleiðsluna á flogvøllinum í Marseille. Flogfarið fleyg tá á 5.000 fóta hædd, sum verður mett at vera sera ørkymlandi. Síðstu boðini frá flogskiparunum vóru "Mayday, Mayday, Mayday."
Tó at svørtu kassarnir eru funnir, er enn ikki gjørligt at siga nakað um orsøkina til vanlukkuna, men sambært týskum trygdarkeldum er einki sum bendir á, at talan er um eitt yvirgangsálop. Flogfarið misti brádliga nógva hædd seinastu minuttirnar áðrenn vanlukkuna.
Fyrstu líkini eru funnin og franski herurin, sum hevur fingið ábyrgd av bjargingararbeiðinum metir, at arbeiðið fer at taka drúgva tíð. Hóast vrakið av flogfarinum er funnið, so er hetta eitt økið, sum er sera torført at náa. Nógvur kavi er enn í økinum og at fleiri skalvalop hava verið seinastu tíðina. Dentur verður fyrst lagdur á at fáa líkini til høldar, men sambært franska herinum fer tað væntandi at taka fleiri dagar at fáa øll vrakpettini av flogfarinum úr økinum.
Meginparturin av ferðafólkunum vóru úr Týsklandi og Spania. Týskir miðlar siga, at onkrir turkar vóru umborð, umframt at eini tvey børn eisini vóru í flogfarinum.
Sambært sponskum miðlum vóru 20 týskir skiftisnæmingar umborð í flogfarinum, á veg heim eftir at teirra skiftistíð í Spania var av.
210 franskir hermenn og 240 sløkkiliðsfólk luttaka í bjargingararbeiðinum.