fríggjadagin var rættiliga nógvur vindur, so tá ráddi um at leggja uppfyri, men leygardagin var av allarfagrasta veðri, og tað var næstan sum at spæla í útlondum. Tá lá so mikið væl fyri, at eg var fýra stig [...] GOLF Tað var eitt vónbrot fyri Ragnar Isaksen, at hann ikki var tikin út til føroyska golflandsliðið, sum fyri tveimum mánaðum síðani var við til Oyggaleikirnar í Álandi. Hann helt seg hava prógvað, at [...] at golfspæl hansara var ivaleysa gott til eitt pláss á liðnum, ið annars vísti seg at standa seg sera væl. Men sum so ofta hjá ítróttarfólkum, ið hava ein vilja av stáli, var bara at spæla uppaftur betur
gott saman við honum, sum var jarðaður. So gott, at tað var vert at fara heilt út á grøvina at minnast. Vónandi góvu teir sær eisini far um, hvussu gott tað var, meðan tað var. [...] Hann var føddur sama ár og sama mánað, sum eg. Eg mátti steðga eina løtu. Varnaðist, at á grøvini - við síðuna av gravsteininum millum blómur og gravarljós - stóðu tvær øl. Onnur var tóm - hin var óásett [...] einans nýttur til at njóta tað, sum var gott. Hann rættaði ikki, hann angraði ikki, hann hugsaði ikki um sítt næsta projekt. Nei. Hann bara neyt, at tað, sum var, var gott. Kanska ein heilur dagur av refleksión
ið tað var greitt, at hóttanin av niðurflyting var burtur. Í fjør var tað merkisvert, at AB-verjuparturin var so mikið stinnur, at tað bara var ein verja, sum var tættari enn tann á Argjum. Tað var eisini [...] noyddust beinanvegin tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina. Steðgurin í 1. deild var stuttur, og í fjør var AB aftur í fremstu røð. Tað hilnaðist so mikið væl, at tað longu nú kennist sum um, at [...] fjør. Tá var úrtøkan 34 stig ella tíggju stig fleiri enn næstniðasta liðið. Úrtøkan rakk til sætta plássið, og tá skal havast í huga, at AB tapti tríggjar teir seinastu dystirnar. Kanska var tað soleiðis
endaspurtinum var tað ikki so spennandi. Sigurin hjá Páll Fanga var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani 2001, at Páll Fangi hevur vunnið hesa kappingina. 2001 var framúr róðrarár [...] róðrarnar, og tað var nóg mikið til at vinna FM. Í tveimum teimum síðstu róðrunum tapti Gongurólvur. Á Vestanstevnu var Jarnbardur fremstur, Páll Fangi næstfremstur og Gongurólvur var nummar trý, og á Ólavsøku [...] meðan annar bátur – ta ferðina var tað Jarnbardur – fór við ólavsøku gullinum. Hesa ferð var sigurin hjá Páll Fanga sannførandi, hóast tað fyrsta partin av teininum einki var, sum bendi á, at Páll Fangi skuldi
og evnaríki Jóan Símun Edmundsson, sum var byrjaður á miðvøllinum í høgru og seinni var í álopinum, við høvdinum og umvegis tvørtræið stýrdi bóltin í málið. So var javnt, og síðstu løtuna tevjaði heimaliðið [...] vunnið tíggju ferðir, klaksvíkingar hava vunnið níggju ferðir, og javnleikurin í gjár var tann áttandi. Hetta var fjórða ferðin, at liðini eru farin av vøllinum við 1-1 úrsliti. Bæði liðini hava í stríðnum [...] gjørt, segði KÍ venjarin Eyðun Klakstein eftir lokið stríð. Rodrigo, sum var fremsti KÍ maðurin og væl upplagdur fyrsta tíman, var púra leysur miðskeiðis í 1. hálvleiki, men Vlada Filipovic vardi væl fyri
Spælið var ikki altíð so væl skipað, og í 2. hálvleiki var NSÍ leingi omaná. Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, men talan var um stóran intensitet, og so leingi, sum munurin bara var eitt mál, var spenningurin [...] 1. hálvleikur var knappliga hálvrunnin. Hjalgrím Elttør sendi horna innfyri, og mitt fyri málinum var Jónhard leysur og hevði tískil ongar trupulleikar við at fáa mál. -Vlada Filipovic var heilt týðuliga [...] fleiri ferðir vóru teir framvið. Næst við at fáa mál var Jacob Bymar, tá ið hann av brotsteigarmarkinum smekkaði til, men bólturin brast í stólpan, og so var leikluturin hjá danska álopsspælaranum lítil, tí
Símun Jacobsen, Hvalba, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3690 gr. 8. oktober fingu Maria á Lakjuni Simonsen og Bjørn Simonsen, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4700 gr. 8. oktober [...] Jaocbsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3400 gr. 12. oktober fingu Lise H. Ofstad og Bjarni Mikkelsen, Velbastaður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3690 gr. 12. oktober [...] Pattinson, Funningsfjørður, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3600 gr. 13. oktober fingu Fríða og Jógvan Højbro, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4070 gr. 13. oktober fingu
Hann var sjónligur í bygdini og tosaði við øll. Hann var fyrikomandi og vinarligur, og hann visti altíð so ótrúliga nógv. Men hann duldi tó ongantíð fyri, at Dinnafía visti enn meira, og tað var eisini [...] tann vala- og fróðarmaður, hann var. Dinnafía var heldur ikki gloymd fyri hennara leiklut í teirra langa lívi saman. Tað hevur verið stuttligt at kenna tey bæði, og tað var stuttligt at kenna Jógvan Sofus [...] Tað kom dátt við at frætta, at Jógvan Sofus Ferjá var deyður hósdagin í farnu viku. Hóast 94 ára gamal var hann framvegis byrgur, og vit vóru mong sum gleddu okkum at vera saman við Jógvani Sofus og Dinnufíu
at siga. Tað var serliga suðuri á landi, at tað regnaði illa. Tað regnaði alla mánanáttina og allan mánadagin við. Tað førdi við sær, at tað fleyt yvir summastaðni. Í Mýrunum í Hvalba var alt eitt stórt [...] fótbóltsvøllurin. So mikið djúpt var, at tað stóð nakað upp á summi av turkiløgunum, sum har standa - við hoyggi í enn, tí terrin hevur verið so vánaligur. Sama skilið var inni í Trongisvági í Ósanum, har [...] í tí eina førinum var talan um rættiliga stóran skaða, sum tað helst fer at kosta fleiri hundrað túsund at gera aftur. Tað vóru eini hús í Fámjin, sum fingu umfatandi skaða. Talan var um eina á, sum leyp
men tað var trupult at fáa eygað á gleðina fyri spælinum og stoltleikan um at verða á einum so góðum liði. Sjálvt tá liðið var frammanfyri við 20 málum valdaði jarnhørð dissiplin, og tað var eingin sum [...] KLAKSVÍK: Tað sást beinanvegin, at tað var bara ein bossur í rumenska hondbóltsferðalagnum, sum kom til Føroya at spæla Europa-Cup dyst móti Stjørnuni. Tað var venjarin Gheorghe Tadici, sum stovnaði felagð [...] felagð í 1979 Og disiplinin í hópinum var av slíkum slag, sum vit vanliga einki kenna til á okkara breiddarstigi. Í leiguflogfarinum, sum flutti rumenarnar til Føroya, var ikki loyvt at roykja, tí kvinnurnar