sangi, vitnisburði og talu. Men alt á leguni er ikki líka álvarsamt. Í fríløtunum hava tey ungu møguleika at spæla fótbólt og kurvabólt, og tey plaga eisini at hugna sær á hoppipútuni og á spæliplássinum [...] súkklubátarnir og kanoirnar eru tiknar upp fyri veturin. Fleiri bíbliutímar og andaktir eru á skránni á leguni. Millum annað hevur Dánjal Petersen í morgun tosað um forholdið millum gentu og drong, sum er [...] evni, ið ofta verður tosað um á ungdómslegum. Í annaðkvøld fara ung úr Eysturoynni at skipa fyri ungdómsmøti. Hesum møti standa tey ungu fyri og tað kemur at líkjast teimum ungdómsmøtum, sum leguluttakararnir
nýggj og gomul løg, við kraft og inniligheit á sín heilt egna hátt. Tónleikurin hjá Nikolinu og Eyðbjørn er mentur nógv seinastu árini. Hann hevur fingið eitt slag av easy listening jazz feel, og tað klæðir [...] nútíðina. Hetta eru sangperlur, og føroysk fólkasál í meturmáli, ið vendir sær til ung sum gomul. Eisini fríggjakvøldið bjóðar Glitnir góðan tónleik, tá Arnold Ludvig og Uni R. Debess fara at spæla. Teir [...] við 50 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum doypt um til Tvey av Kamarinum. Tey eru Eyðbjørn og Nikolina av Kamarinum, og hava spælt saman við ymiskum tónleikarum í fleiri ár. Leygarkvøldið fara tey á pallin
doyðu fýra fólk, og í Týsklandi søgdu myndugleikarnir í gjár, at har hevði illveðrið kravt í hvussu er sjey mannalív. Í Eysturríki doyðu tvey eldri fólk, í Sveits doyði ein ung kvinna, og í Belgia doyði [...] ikki so meint rakt av illveðrinum. Nógvur vindur var kortini sunnukvøldið og mánanáttina í syðra og eystara parti av Danmark, og vindferðin kom upp í 30 metrar um sekundið. [...] fólk sunnudagin í illveðrinum. Teirra millum vóru ein 22 ára gomul kvinna í Oxford og systrar hennara, sum vóru trettan og níggju ára gamlar. Tær doyðu, tá eitt træ datt oman yvir bilin, sum tær vóru í. Í
yvirskriftini: »Eg havi havt tað gott.« Og soleiðis var hon. Nøgd við alt og øll og hevði bara gott at bera fólki. Ein eginleiki, ið nógv áttu at misunt henni, og fleiri at fingið bornan í kjøtið. Anna [...] . Tað var tann 16. mars 2000, og vantaði henni sostatt tveir mánaðar í at verða 101 ár, nú hon sovnaði burtur. Anna Sofía var ættað av Eiði, men flutti ung til Havnar og gifist Dánjali Jákupi Jacobsen [...] sonurin doyði í 1986, bara 56 ára gmal. Anna Sofia hevur liva stillisliga, og hon legði stillisliga frá sær. Gjørdist sjúk fyri stuttum og sovnaði so stillisliga mikumorgunin. Tá hon fylti 100 ár fyri knøppum
søgurnar. Tekningarnar hava Erik Hansen og Archibald Blach gjørt. Niels í Horni hevur prýtt kápumyndina. Fyrst í bókini eru søgur til børn, síðani koma søgur til ung og vaksin. Men sjey av søgunum eru at rokna [...] Heimamissiónina í mong ár. Eitt nú hevur hann seinastu 16 árini verið leguleiðari á barna- og summarlegunum og sunnudagsskúlalærari í 40 ár. Tað var serliga gjøgnum sunnudagsskúlaarbeiðið, at Andras skjótt [...] til børnini innan tað kristna økið ikki var nøktandi, og tí fór hann sjálvur at skriva smásøgur til børnini, sum hann tók við sær í sunnudagsskúlan, og tær, ið børnunum dámdu, vóru góðtiknar. Hesar eru nú
magasinir og vikubløð, Aller Media. Seinastu árini hevur Tóra verið leiðandi redaktørur á vældámdu bløðunum Isabellas, Mad & Bolig og Spis Bedre. Frammanundan var hon leiðandi redaktørur á Vi Unge, Bazar [...] Bazar og Kig Ind, umframt at hon hevur starvast á vikublaðnum Søndag. Tóra er útbúgvin journalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Í Góðan morgun Føroyar í morgun segði Tóra Effersøe Mortensen, [...] størri leiklut í blaðnum og at hon fer at leggja størri dent á tað grøna økið, so vil hon eisini fegin provokera føroyska dunnuhylin. - Eg vil gjarna provokera dunnuhylin eitt sindur, og vónandi kann tað síggjast
14:00 og framsýningin er opin fram til og við 2.páskadag. Tey, ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hevur sínar røtur ella sín bústað í Eysturkommunu. Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er [...] er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat. Í ár verður tað Meinhard Jensen, sum setur framsýningina, og Kári Sverrisson spælir gittar og syngur nøkur løg. Listafólkini hesaferð eru: 1. Tummas Jákup [...] Simonsen 7. Erla Jarnskor Ellingsgaard Tey flestu hava sýnt fram áður, og framsýningin spennir frá keiputekningum um náttúrumyndir og stilleben heilt til sci-fi list. Framsýningin er opin hesar dagarnar
hevur heimavirkaðar vørur til sølu. Í Vektarbúðini fara Finnur Koba og Pauli Magnussen at spæla og syngja frá klokkan 20 til 23, og her er atgongdin ókeypis. Opið verður so leingi, sum fólk eru á gátt [...] Børn, ung og vaksin í Vestmanna fara niðan á Gomluplenu fríggjadagin 20. mars at uppliva sólarmyrkingina. Vestmanna skúli fer eisini niðan á hetta øki henda sermerkta dag, har tey fara at skipa fyri f [...] letur eisini hugnaliga kaffistovan í Krambúðini upp, og eru fólk vælkomin á gátt til eitt hugnaligt prát. Her ber til at keypa sær kaffi, te, køku, toast og saftísar. Høvi verður eisini at vitja heimavirkissøluna
Fráflyting og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag. Setningurin er tikin úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram 5. apríl í 2013, og sum varð [...] heildarætlan. Tað verður gjørt í politiskum kjaki, har luttakarar eru Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og formenn og umboð úr øllum flokkunum á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. Heildarætlanin vísti [...] royndir. Heildarætlanin staðfesti, at samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aftur til landið. Men hvar eru vit so í dag, og hvat er komið burtur úr heildarætlanini. Hvørji átøk
at finna uttan fyri reinsaríið, har tombolabasar eru, og annars síggjast fólk í øllum býnum. Tey flestu ganga oman og niðan uttan nakað ávíst mál og práta við fólkini, tey hitta á vegnum. Tað, sum kanska [...] kanska serliga er at gleðast um, er, at so mong eru í føroyskum klæðum. Ung sum eldri og enntá nøkur av teimum heilt smáu børnunum síggjast í einum heimaseymaðum búna frá einari ommu. Heilt víst seta føroysku [...] er tað eisini gleðiligt, at fá full fólk eru í býnum. Gamla ólavsøkan, har menn og kvinnur lógu avdottin millum setanina og kappróðurin, tykist tíbetur at vera søga. Veðrið hevur havt sín leiklut, at ólavsøkan