Illveður í Norðurevropa

Minst 27 fólk doyðu í illveðri í pørtum av Norðurevropa um vikuskiftið

Illveður

Illveðrið stóðst av einum djúpum lágtrýsti, sum kom inn yvir Bretland, haðani tað helst leiðina fram eystureftir.
Í Bretlandi doyðu seks fólk sunnudagin í illveðrinum. Teirra millum vóru ein 22 ára gomul kvinna í Oxford og systrar hennara, sum vóru trettan og níggju ára gamlar. Tær doyðu, tá eitt træ datt oman yvir bilin, sum tær vóru í.
Í Niðurlondum doyðu fýra fólk, teirra millum tveir belgiskir kavarar. Eisini í Fraklandi doyðu fýra fólk, og í Týsklandi søgdu myndugleikarnir í gjár, at har hevði illveðrið kravt í hvussu er sjey mannalív. Í Eysturríki doyðu tvey eldri fólk, í Sveits doyði ein ung kvinna, og í Belgia doyði ein trettan ára gomul genta.
Uttan fyri Portsmouth í Suðuronglandi stoyttu ein ferja og eitt spildurnýtt herskip saman. Herskipið fekk so mikið stóran skaða, at tað mátti fáast í dokk.
Tann mesti vindurin var sunnan fyri lágtrýstið, og tað gjørdi, at Danmark varð ikki so meint rakt av illveðrinum. Nógvur vindur var kortini sunnukvøldið og mánanáttina í syðra og eystara parti av Danmark, og vindferðin kom upp í 30 metrar um sekundið.