higartil hevur tað als ikki borið til so mikið sum at taka tað upp á tunguna at leggja sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu. - Nú eru vit komin hartil, at tað ber til at tosa um hesi viðurskifti, og [...] verða øll trý sjúkrahúsini løgd undir eina leiðslu, fara tey smáu sjúkrahúsini at verða niðurlagað, til tey at enda verða avtikin, serliga Klaksvíkar Sjúkrahús, tá ið tað verður koyrandi ígjøgnum Eystur [...] og eg eri í hvussu so er komin til ta niðurstøðu, at tað er rætt at brúka meiri tíð í hesi tilgongdini í eini roynd at mýkja støðuna fyri at finna eina semju um hetta, sigur hon. Tí verða fleiri fundir
seinastu bankabjarging, sum skapti so ring viðurskifti millum Føroyar og Danmark. Hvønn hann vildi ræða, er ikki gott at vita. Um hetta var ein boðskapur til landsstýrið, so kundi tann boðskapurin [...] verða hótt, og nógvir húsagangir kunnu verða úrslitið. Tí er tað ábyrgdarloysi, um einki verður gjørt til tess at bjarga bankanum. Men hesa støðuna koma vit ikki í. Tað hevur løgmaður garanterað. Hann sigur [...] Banki hvørvur úr føroyska fíggjargeiranum. Hann heldur, at seljarin helst hevur onkra orsøk til at hava so stóran skund, sum formaðurin í Finansiel Stabilitet vísti á hósdagin. Men løgmaður
heilabløðing. Vit vónaðu og vónaðu, men tíðin vísti okkum, at har var eingin vegur aftur. Tað er ringt at venja seg við góði abbi, at tú ikki ert ímillum okkum meira. Tú vart so væl fyri – ja líka inntil [...] var reint og ordiligt rundan um teg. Tú helt garðin vakran, spulaði tún og vindeygu, tá tað trongdi til. Fóðraði smáfuglarnar og hagreiddi feskan fisk fyri okkum øll. Hvørt mánakvøld gekk leiðin heim í [...] kort – ja har vart tú trúfastur. Og tvær ferðir um vikuna, fóru tú og omma so hugagóð inn á Sýnuna til fimleik. Um heysti, tá fjøllini skuldu gangast, ja tá var abbi altíð klárur við eini hjálpandi hond
størri ávirkan í samgonguni enn uttanfyri, hóast hann kallar politikkin, sum hann sjálvur er við til at føra, fyri eina vanlukku. Passar tað, sum formaður Miðfloksins førir fram, so eru tær stóru [...] koma á fund fyri at siga honum, at hann skal fáa skil á fíggjarpolitikkin og krevja, at tey ymsu tiltøkini í játtanarkarmunum verða eftirkannað. Jenis av Rana nevnir í samrøðu her í blaðnum fleiri [...] Jenis av Rana. Avtøkan av Landsbankanum er ein »fiks idé«, sum saman við øllum hinum bara førir til órógv í samfelagnum. Tá hetta er skoðsmálið, sum ein av samgonguflokkunum gevur sínum
størri ávirkan í samgonguni enn uttanfyri, hóast hann kallar politikkin, sum hann sjálvur er við til at føra, fyri eina vanlukku. Passar tað, sum formaður Miðfloksins førir fram, so eru tær stóru [...] koma á fund fyri at siga honum, at hann skal fáa skil á fíggjarpolitikkin og krevja, at tey ymsu tiltøkini í játtanarkarmunum verða eftirkannað. Jenis av Rana nevnir í samrøðu her í blaðnum fleiri [...] Jenis av Rana. Avtøkan av Landsbankanum er ein »fiks idé«, sum saman við øllum hinum bara førir til órógv í samfelagnum. Tá hetta er skoðsmálið, sum ein av samgonguflokkunum gevur sínum
og genta, fáa til endans hvørt annað, men so er ikki meir at siga um tað. T að undarliga góða í filmisku søguni úr Mombai, vit kunnu kallað tað síðuspor ella ágóði úr hjáveiðu, hoyrir til eina aðra filmiska [...] eisini vann ein Oscar. Útferðin til Bollywood eitt mánakvøld í Havn var undrunarverd. Eftirsmakkurin eitur mutur. FAKTA Átta Oscar virðislønir Heili átta Oscarvirðislønir fóru til filmin Slumdog Millionaire [...] Soleiðis koma flestu nýggju filmar beint á svarta marknaðin og gerast kjakevni. Hetta er bæði gott og ringt, tí upphavsrætturin verður ikki virdur, men hinvegin er hetta frálíkt fyri fólk sum hava áhuga fyri
men úti, hvussu man tað vera? Ókey. Eg keypi eitt atgongumerki til filmin. Standi fitt og bíði eftir at maðurin skal lata dyrnar upp til salin, og taka atgongumerkið. Alright, tað gongur enn og er ikki [...] fólk eru samd í, at tað bara ikki gongur at fara einsamøll á barr. Men hvar gongur markið? Kunnu vit til dømis fara einsamallar biltúr, í biograf, at shoppa, gongutúr ella hvussu? Fekk so tað hugskotið at [...] in ?Hví - hvar eru vinkonurnar??. Ókey, hvat sigi eg nú? Ætli at greiða henni frá, at tað also er til eina bloggu á Planet og so framvegis. Men so hevði reaktiónin allarhelst ikki verða so erlig. So eg
vita alla tíðina, so er ikki ringt at ímynda sær, hvussu tað fer við sjálvsálitinum og -virðinum. Í vaksna lívinum førir henda lítla sjálvsvírðing í nógvum førum eisini til misnýtslu av rúsandi evnum, tí [...] ADHD ella hvat tað nú er. Børn við ADHD - Attention Deficit Hyperactivity Disorder hava ikki bindindi til vanliga skúlagongd, sum er at sita inni í eini vanligari skúlastovu. Tey mugu hava ”pausir” innímillum [...] fyri barnið, sum ofta umframt vanliga trupulleikan eisini blívur 'nervøst' og forvirrað, við atliti til ætlanir við barninum.. Man má finna ein struktur sum barnið megnar. Alt annað blívur øgiliga skjótt
Umleið 170 fólk vórðu samlað til eitt væl fyriskipað og stuttligt mótakvøld í Runavík týskvøldið. Her var ikki bert talan um eysturoyingar, tí t.d. kom ein bussur fullur av konufólki eisini úr Vestmanna [...] Vestmanna. Viðmerkjast skal tó, at tað var ringt at fáa eyga á nakað mannfólk, tí hesir kundu teljast á einari hond hetta kvøldið. Handlarnir, sum tóku lut í hesi mótasýning vórðu: Shop In, Shari, Fótprýði, Jallur [...] nýggjastu barna-, damu- og harraklæðini vórðu víst fram. Børnini vístu nógv fitt jólaklæðir, bæði til stás og vanligt brúk. Her kann nevnast at puntutar dreingjaskjúrtur, fínir gentukjólar og buksur við
Rasmussen. Tí útihýsir hann als ikki møguleikanum fyri, at skipini verða løgd eina tíð, til umstøðurnar batna aftur og til teir sleppa aftur á fiskiskap sum loysir seg. Men tað verður avgjørt tað fyrsta, leggur [...] hevur svartkjaftur verið at fingið mestsum alt árið, men í ár hevur verið lítið at fáa. Ein orsøk til tað kann vera, at av tí at oljan hevur verið so dýr, hevur ikki verið leitað so nógv eftir svartkjafti [...] og skipini hava eisini havt annan fiskiskap, tí tað hevur ligið væl fyrivið sildini. Frá november til mai næsta ár, verður tað so svartkjafturin, sum verður álitið. Men sum støðan er nú, er oljan so dýr