undan honum hevur gjørt, hann koppaði talvborðinum. Formaðurin í oljuráðgevingarnevndini koyrdur til hús og oljufyrisitingin koyrd undir tinganesbyrokratiið í eitt stýri, ið avgjørt ikki hevur markerað seg [...] inn í hitan aftur. Vit hava fingið ein oljumálaráðharra, ið vit meta sum avgjørt positivt. Men hann hevur í veruleikanum einki fólk, ið hann kann kalla sín umsiting. Hinumegin borðið í oljutalvinum sita altjóða [...] at borðið er komið upp á pláss aftur. Tey síggja ein oljumálaráðharra, ið skal telva við fólki, ið hevur øll møgulig onnur ting at arbeiða við enn olju. Onkur situr við Smyrlum og Másum, onkur við bergholum
gongur leiðin til Álands, har Nordens Institut hevur boðið teimum at halda konsert. Henda seinna konsertin verður týskvøldið 27. okt. í Mariehamn. Aldubáran hevur rættiliga gjørt vart við seg síðani hon varð [...] varð stovnað í 1995. Sjálvt um bólkurin bert hevur verið virkin í trý ár, hevur tað eydnast teimum at framt nógv ymisk tiltøk og fingið føroysk og eisini fleiri útlendsk tónaskøld at skriva til teirra. Tey [...] í Listaskálanum á hvørjum vári saman við føroysku tónaskøldunum. Eisini uttan fyri landoddarnar hevur Aldubáran fingið avbera móttøku. Á fyrstu konsertini hjá teimum í ?95 í Keypmannahavn tók ummælarin
virki aftur. Tað hevur verið stongt í sjey ár og í fjør leigaði Havsbrún virkið frá Føroya Banka til at frysta makrel og gullaks. Hetta gav nógv arbeiði á virkinum eina tíð. Virkið hevur sum nevnt ligið [...] gerast er at fáa maskinurnar út, so ein kann síggja í hvørjum standi virkið er í. Virkið er stórt og hevur nógvar tilbygningar, og skal ein fara undir eina nýggja framleiðslu, so kemur tað at kosta. Roknast [...] ligið stilt í sjey ár og eingin hevur gjørt nakað fyri at fáa tað í gongd aftur. Nú fingu vit møguleikan og vit tóku av. Um ein ikki ger nakað við virkið nú, so fer tað í »fisk«, sigur Poul Huus Sólstein Tað
royndirnar við venjingarbreytum í grannalondunum hava prógvað, at tað ger mun. ? Tað hevur víst seg, at tað, ið hevur týdning er, at ungu menninir í 18 og 24 ára aldrinum sleppa at royna náttúrkreftirnar [...] tamarhaldið á akfarinum. Alt hetta ber til at royna undir tryggum umstøðum á einari venjingarbreyt, og hevur tú roynt at missa tamarhaldið á bilinum einaferð, so setir upplivilsi seg rimmarfast í minnið, veit [...] royndum ? Tað snýr seg um at bjarga ungum mannalívum, leggur hann dent á. Koyrilærarafelagið í Føroyum hevur við jøvnum millumbilum verið í Tinganesi og gjørt vart við alstóra tørvin á hesi breyt, men enn er
Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Nesvík og hevur ein sjómanstrúboðara í starvi. Hann hevur árliga uml. 300 vitjanir umborð á skipum og bátum. »Øll« føroysk skip hava frá Sjómansmissiónini fingið sangbøkur [...] o. a. umborð. Hetta gevur sjófólkinum møguleikar fyri at hava lestur og andaktir umborð. Í vetur hevur eisini verið arbeitt við at givið útróðrarbátunum andaktsbøkur. At alt hetta fjølbroytta arbeiðið [...] og sum virkað í og fyri Sjómansmissiónini. Guð signi sjófólkið og sjómansmissiónina!Í Norðoyggjum hevur í tíggju ár verið skipað fyri miðsummarhaldi. Hetta haldið undir heitinum »náttúran og menniskja«
inum. Higartil hevur forsætisráðharrin valt tríggjar og landsstýrið tveir av limunum í Fíggingargrunninum. Nú verður tað so landsstýrismaðurin, ið fær ábyrgdina av økinum, og sum hevur fullu ábyrgdina [...] eina nevnd, sum hevur føroysk áhugamál. Hann vísir tó ikki aftur, at tað eis-ini ber til at velja útlendingar í nevndina. -Men tað er tá altíð betri, at vit hava valt eina nevnd, sum hevur ta føroysku heildina [...] grunninum. Grunnurin velur so aftur nevndina í Føroya Banka. Her verður tann broyting, at meðan tað fyrr hevur verið ein danskur meiriluti, sum ger av hvør í síðsta enda verður at standa á odda fyri í Fígging
stytt WTO, ið m.a. hevur til endamáls, at nærum allur handil (95 %) millum limalondini skal fara fram uttan handilsavmarkingar. Soleiðis hevur ikki verið millum Føroyar og ES, og tí hevur føroyska samráð [...] samráðingarnevndin nýtt hetta sum ein trumf móti ES. Og trumfurin hevur verið góður, tí nýggja handilsavtalan inniber, at um 97% av handlinum millum londini nú skal fara fram uttan avmarkingar. Kollveltandi [...] ikki, at Føroyingar als ikki hava slakað í krøvunum mótvegis ES. Men tó verður hildið, at hetta ikki hevur so stóran týdning fyri Føroyar. Teir vørubólkar, har slakað er í, eru vørubólkar, ið ikki hava nakran
so hevur hetta málið alstóran týdning í Føroyska samfelagnum. Og vit mugu eisini staðfesta, at sjálvstýrismálið hevur fingið eina nýggja dimensjón - kanska serliga tí, at Tjóðveldisflokkurin hevur slept [...] at hann heldur, at Javnaðarflokkurin ikki liggur so lang frá teirri kós, sum landsstýrismaðurin hevur sett sær. Hetta er at fegnast um, tí tað er av alstórum týdningi, at vit finna eina breiða politiska [...] 1946, at ein spinkul meiriluti fær møguleikan at gera av framtíðarstøðu okkara. Javnaðarflokkurin hevur eisini víst ein positivan vilja at viðgera hetta málið í álvara, og spennandi verður at fylgja við
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ringir, og boðar frá, at fiskimálastýrið hevur gjørt av, at hetta og hatta felagið hevur fingið veiðiloyvi. So liggur tað ikki á láni! Fiskivinnupolitikkur á høgum stigi [...] frættist so alment, hvør hevur fingið loyvi at fiska tunfisk í eini royndartíð. Millum tey feløg og reiðaravirki, sum hava fingið royndarloyvi er Føroya Fiskasøla. Okkum vitandi hevur fiskasølan ikki áður [...] klettunum. Ikki minst nú í hesum tíðum, vit sjálv skulu klára okkum búskaparliga. Ferð eftir ferð hevur Sosialurin viðgjørt og víst á nýggjar møguleikar fyri at fjøltátta høvuðsvinnu okkara, so vit skulu
Føroyum. Størsta kjakið um samanlegging hevur verið í Suðuroynni, tí spurningurin er, um hon skal vera ein, ella tvær kommunur. Men hóast bygdaráðið ikki hevur viðgjørt málið, hava bygdaráðslimir tosað [...] Sumbingar vilja ikki hoyra talan um at leggja kommunur saman. Bygdaráðið í Sumba hevur ikki viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging, síðani kommununevndin hjá landsstýrinum legði álitið fram um famtíðar [...] leggja kommunur saman, tí endamálið við tí má vera, at kommunur fáa fleiri øki at umsita. Nevnt hevur verið, at kommunur skulu fáa skúlaverkið, heilsuverkið og onnur øki at umsita. Sjálvur heldur hann