av grovfílini, og ákærir teir fyri at gloyma tey bleytu virðini. - Tað vísir seg tíverri, at føroysku politikararnir, so skjótt teir eru komnir í sessin, missa áhugan fyri tí virðismikla við lívinum og [...] fermetrum ella byggitilfari. Eitt gott baranlív á dagstovni snýr seg eina og aleina um góðan hugburð til børn og menniskju sum heild. Tað snýr seg um, at lívið hjá børnum skal vera tað besta, ein kann hugsa [...] samáhuga fyri teimum, tú veksur upp saman við. Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag endar við at heita á landsstýrismannin í mentamálum at fylgja tí arbeiði, sum hansara egna aðalráð hevur staðið fyri. - Mín
heilt fáar tímar ella hava fulltíðarstarv, tí tað loysir seg ikki at hava hálvtíðarstarv orsaka av ógvusligu mótrokningini. At tað ikki loysir seg hjá lágløntum pensjónistum at arbeiða er ein sera óheppin [...] t.v.s. at fyri hvørjar 100 kr. hann tjenar eyka, missir hann 60 kr. av viðbótini umframt at gjalda 15 kr. í skatti. Av teimum 100 kr. er sostatt einans 25 kr. eftir. Hetta er galdandi fyri fólkapensjónistar [...] % ger, at tað als ikki loysir seg at arbeiða hjá teimum, ið hava inntøku, ið liggur millum 5.158 kr. um mánaðin upp í 11.429 kr. um mánaðin ella 137.153 kr. um árið (fyri støk) og 10.630 kr. um mánaðin
rjan ikki sá út til at fáa tey stóru úrslitini, hevur rættiliga gjørt um seg síðstu vikurnar. Eitt er, at liðið hevur spælt seg í steypafinaluna, men enn meira merkisvert er tað, at liðið úr Sandavági [...] fjórða setti, tá Fleyr als ikki megnaði at reisa seg ella í allarminsta mun at svara aftur, eftir at Dráttur í síðstu løtu hevði vunnið triðja sett og lagt seg á odda 2-1. Har var einki sálarligt yvirskot [...] áðrenn settið varð gjørt liðugt og vunnið. Blokkurin hjá Drátti fekk vart væl fyri, og tað sá sannførandi út, tá Dráttur vann seg avgerandi framum seinna partin av settinum. Hetta skalaði tó ikki Fleyr, ið
Fólk uppliva sjónlig ting og lata seg upp fyri Andanum á møtunum, sum hildin verða í andanum av vekingini, sum byrjaði í Toronto í Canada fyri umleið trimum árum síðani. Colin Dye, sum er prestur við [...] fólk kunnu tekna seg til at luttaka. eisini verða fundir á Sjómansheiminum og í filadelfia í Havn fyri prestum, samkomuleiðarum og -tænarum. Higartil hava gott hundrað fólk teknað seg til seminarini, sum [...] Andanum, sum má viðfarast við umhugsni og ikki talast fyri ella ímóti.« Men tað er einki, sum eins og nakað nýtt andaligt, sum kann fáa fólk at tosa júst fyri ella ímóti. Er hent fyrr Hóast Toronto rørslan er
broytti politiið støðu og handtók teir báðar. Tann ákærdi segði seg ongantíð hava sæð mannin, sum var offur fyri harðskapinum. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Rætturin visti, at hin ákærdi, ein 26 ára gamal [...] tann ákærdi als ikki vildi úttala seg um hendingina, ið hann áður yvirfyri politinum hevur noktað seg sekan í. Nú vildi hann ikki siga, um hann viðgekk ella noktaði seg sekan. Tað einasta hann vildi siga [...] biltúrurin endaði á Helnabrekku, har teir báðir settu seg at drekka og sovnaðu í bilinum. Út á fyrrapartin var pápi hin ákærda komin og hevði deilt hann fyri at hava koyrt fullur og var farin við billyklunum
tað er rætt, at tað vísir seg, at teir bátar, sum hava nokk av døgum, eru trekari at taka livur. Men vísir tað seg í longdini, at skipini ikki taka livur og stór virði fara fyri skeyti, vísir hann ikki tankanum [...] funnist at politiska myndugleikanum fyri at veiðitrýstið er ov stórt . Tì fara vit ikki at geva innflutningsloyvi til fleiri skip at fiska háv burturav, tí tá er altíð vandi fyri at koma undir trýst seinni at [...] Men hendan møguleikan hevur ongin bátur roynt enn. Tí er tað ikki rætt, at vit forða fyri, at fiskiskapur kann taka seg upp eftir hávi. - Vit geva ikki bara innflutningsloyvi til fleiri skip, tí vit hava
seinasta umfarinum taptu fyri Fleyr borgar ikki fyri nakrari serligari styrki. Tí hóast Fleyr við hesum fekk sín fyrsta sigur á árinum, so er tað helst lítið, sum teir kunnu gera fyri at steðga fuglfirðingum [...] vísa seg at gerast gull verdur. Hetta vikuskiftið eru tað so kvinnurnar hjá Mjølni, sum eiga tørn, og aftur hesaferð bendir alt á, at talan er um ein dyst, har vinnarin um knappan mánað kann rópa seg fø [...] landskappingini, men ein ósigur fyri Drátti koppaði brádliga øllum á høvdið. Mjølnir og TB eru nú jøvn í stigum, og tí fær vinnarin sunnudagin ein fyrimun, sum væl kann vísa seg at blíva avgerandi. Sjálvandi
-Vit skulu byggja upp ein førleika og eina kompetansu, sum er av stórum týdningi fyri okkara fyritøkur, so tær kunnu bjóða seg fram í útlandinum eisini. Luttøkan á ONS er so ein partur av hesi altjóða mar [...] dirty liquid , hon er oyðileggjandi fyri náttúru og umhvørvi verður hon ikki handfarin væl. Duga vit ikki tað kann hon oyðileggja ein búskap og hon kann vera vandamikil fyri menniskjalív. Hann vísir á, at tað [...] halda seg taka størri tjansir her. Men uttan iva finst olja í føroysku undirgrundini. Og vónin til at her finst eitt oljuríkidømi hevur so givið eitt nú ungum føroyingum íblástur til at útbúgva seg innan
stútaði bóltin fyri føturnar á Heine Ferndandez, sum smekkaði til. Hinvegin vóru vágbingarnir ikki heilt vandaleysir í kontra-atsóknunum, og nakrar ferðir mátti Pól N. Joensen veruliga spíla seg út. VB trýsti [...] við seg koma, og so setti VB av álvara ferð á. Útjavningin tóktist av álvara at geva HB ein hvøkk, og næstu longu løtuna vóru tað gestirnir, sum førdu orðið. Tað eydnaðist teimum eisini at spæla seg fram [...] sum veruliga tykist gera um seg á HB-liðnum í ár, var júst innskiftur. Hann rak eitt sindur aftur og fram í síðuni, og tá hann so fann Rógva Jacobsen takkaði klaksvíkingurin fyri og stútaði forloysandi málið
fegnast um, at tað nú vísir seg, at heilt ung fólk so ast siga bjóða seg til at rógva: ? Vit kundu havt hugsað okkum, at tey vóru fleiri, sum hildu seg til, men undanfarnu árini hevur tað gingið eitt sindur [...] nevndini hjá róðrarfelagnum fáa so at siga ikki víst seg í býnum, uttan at tað verður spurt og tosað um kappróður, og um hvussu vánirnar nú eru fyri róðrarárinum og serliga Norðoyarstevnuni. Kristian Eli [...] rinda prísin fyri bátarnar. Tað er ikki bara ein ábending um, men ein staðfesting av, at fólkið og fyritøkurnar her norðuri taka dyggiliga undir við okkum. Og Kristian Eli Zachariasen sigur seg serliga fegnast