til 9. flokki at kappast, og verður hetta í Ítróttarhøllini á Hálsi. - Hetta er eisini fri at vísa á, at ítróttur umfatar meira enn bara fótbólt. Vit royndu hetta í fjør, og tað eydnaðist framúr væl, [...] fleiri skúlum at arbeitt eftir. Eitt nú kundi tað verið eitt fínt hugskot, um besti liðini hjá einstøku skúlunum seinni kappaðust um eitt veruligt skúlameistaraheiti innan ymsu greinarnar.
formaður í Reyða Krossi. Hóast onkur kann halda, at hetta ikki er so stór upphædd í okkara heimi, so kann tað, sum hesin peningur kann geva, verða ein spurningur um lív ella deyða fyri mong menniskju. Felagsskapurin [...] Felagsskapurin sendir sjálvur 50.000 kr. til hetta neyðhjálpararbeiðið, og vónar, at aðrar 50.000 kr. kunnu verða savnaðar inn kring landið. Hetta verður gjørt við serstøkum bússum, sum eru settar runt ymsastaðni [...] Allur bati bøtir . Soleiðis kann ein eisini siga um innsavningina hjá Reyða Krossi Føroya í sambandi við hungursneyðina í afrikanska landinum Niger. Innsavningin byrjaði beint eftir ólavsøku, og longu
Yorkshire í Onglandi, og nú verður gitt, at hetta kanska er eitt víkingaskip ella ein víkingagrøv. Fleiri víkingagravir eru funnar í Skotlandi og Írlandi fyrr, men hetta er tað fyrsta fundið av sínum slagi í [...] Simon Holmes, fornfrøðingur hjá Yorkshire Museum, sigur við The Guardian, at er hetta veruliga eitt víkingaskip, er talan um tað týdningarmesta víkingafundið á Bretsku Oyggjunum nakrantíð. Kanningar hava [...] funnu lutirnir stava frá 9. øld, og sambært Simon Holmes vita fornfrøðingar og søgufrøðingar lítið um tað, sum víkingarnir høvdust at í Onglandi tá. Norskir og danskir víkingar fóru á sínar fyrstu ránsferðir
glaða popprokkinum meðan amerikumaðurin Kanye West tekur sær av rappinum. Hetta eru trý av størstu nøvnunum innan sína genru, og hetta boðar frá einum frálíkum festivali. Hvørt ár ferðast nógvir føroyingar [...] undantak. Frammanundan ganga leysasøgur um at Radiohead, Kashmir, Kaizers Orchestra, Who Made Who, Calexico, Depeche Mode, George Clinton og The Strokes fara at spæla, hetta er tó alt fullkomiliga óváttað. Men [...] fyri Roskilde Festivalin, og almannakunngjørdi tey trý fyrstu nøvnini á ársins festivali. Talan var um harðan rokk, glaðan popprokk og amerikanskt rapp. Amerikansku Tool standa fyri harða rokkinum, skotsku
løgreglan fráboðan um hetta, men av tí at upplýsingarnir ikki vóru so nágreiniligir, fekk løgreglan ikki hendur á bilføraranum, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík. Ongin ivi er um, at slík ábyrgdarleys [...] sunnudagin. Veðrið var avbera gott, og mong nýttu høvi at ganga ein túr norður í Ánirnar og tann vegin. Hetta strekkið er landsvegur, so bilarnir koyra skjótari har. Men ein bilur bar av fyri mongum at síggja [...] er vandamikil, men samstundis áttu fólk, sum ganga eftir hesum vegastrekkinum, at havt í huga, at hetta er ein landsvegur, og tískil kanska ikki tað skilabesta staðið at fara gongutúr.
Spurdur um hann helt hetta vera besta dystin, sum hann hevði leikt hetta kappingarárið, svaraði Petur, at tað visti hann nú ikki. - Tað hava verið nakrir góðir dystir. Í dag havi eg nakrar bjargingar [...] Seinasta ár var hann ein av kyndilsleikarunum, sum í seinastu løtu mistu gullið á gólvið, og spurdur um hetta eisini hevði sítt at siga, var íslendingurin sera avgjørdur. - Í fjør kláraðu vit tað akkurát ikki
eftir einum ári. Hóast hetta varð sáttmálin ikki longdur og tí er Tony Paris, sum talan er um, ikki í Føroyum longur. Tað var eingin bøn, tá lesararnir hjá Sosialinum vórðu bidnir um at velja ársins venjara [...] av teimum segði nevniliga, at venjari klaksvíkinga var tann sum bar av øllum. Hjá Tony Paris, má hetta vera ein góður stuðul at hava við sær, nú hann ikki fekk longt sáttmálan við KÍ. Hví tað ikki eydnaðist [...] so vítt óviðkomandi, men tað er í hvussu er ein veruleiki at Tony gjørdi stutta "prosess" við KÍ. Hetta hava lesararnir hjá Sosialinum virt, og tí er Tony Paris ársins venjari í Føroyum 1999.
uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, at Finnland fer at herða krøvini til russiska ferðslu um markið til Finnlands. Hetta segði hann á einum tíðindafundi, og tað er finska ávísin, Helsingin Sanomat, sum endurgevur [...] døgunum. Allar ferðir, sum hava við russiska ferðavinnu at gera, fara ikki longur at sleppa um markið. Hetta geldir bæði tey, sum ferðast við Schengen-visum, sum Finnland áður hevur útskrivað og tey, sum [...] at seta í verk strangari tiltøk ímóti russiskum ferðafólki, og í kvøld gjørdist tað so greitt, at hetta fer at verða gjørt ein av næstu døgunum.
var á nógvum tungum fyri løgtingsvalið. Vinnan skuldi hava betri umstøður, hetta vóru allir flokkar og politikarar á einum máli um. Tí kom tað óvart á okkum, tá ið Útvarpið mánakvøldið kl. 18:00 bar tey tíðindi [...] leggja avgjald á ferðafólk, sum koma til Føroyar við ferðamannaskipum. Hetta stendur beinleiðis í andsøgn til vallyftini, og hetta fer heilt víst at hava tað við sær, at vit øll fara at standa sum taparar [...] m, skal brúkast til at minka ferðaavgjaldið, ið verður álagt teimum, sum koma og fara um flogvøllin í Vágum. Hetta er so púrasta burturvið. At fara inn og áleggja gjøld á eina vinnu, fyri at lækka fyrr
at kanna, um talan veruliga var um vátt gólv, ella um tað bert var nøl, so fingu okkara á henda hátt órógvað álendsku rútmuna. Nóg nógv til at venda næsta settinum var hetta tó ikki, tí hetta gekk júst [...] r at lyfta sítt lið til sigurs. Og at talan gjørdist um ein bæði undirhaldandi og spennandi dyst, kunnu tað so neyvan vera tvær ymsar meiningar um. Tað var kanska Áland, sum legði betri fyri, og fyrstu [...] høvdu alla tíðina samband við mótstøðuna, men hvørja ferð tað reið um snarið, hvørt okkara skuldu taka leiðsluna ella ikki, so koppaði hetta til fyrimuns fyri hinar. Og so var tað eisini hitin. Sterku pro