Tóku favorittarnar við brestin

Føroysku flogbóltsmenninir fingu eina dreymabyrjan upp á oyggjaleikirnar, tá teir longu í fyrsta dystinum vunnu á gullfavorittunum úr Álandi

Guernsey: Tað var mest sum dømt flogbóltsveitsla frá fyrsta bríksli í Sir John Loveridge Hall í snotuliga Beau Sejour Leisure Centre á Guernsey, tá mansflogbólturin fór ígongd.
Lutakastið hevði lagað tað soleiðis, at gullfavorittarnir úr Álandi høvdu ein av teimum heldur lúmsku dystunum, tá teir í fyrsta umfarinum skuldu royna seg móti føroysku flogbóltsmonnunum. Menninir, sum kanska ikki hava staðið seg heilt so væl seinnu árini sum kvinnurnar, men sum hinvegin mest sum hvørja ferð hava givið sterkastu liðunum ein skarpan gang.

Tað vistu áskoðararnir hjá bæði Føroyum og Álandi, og tað vistu leikararnir eisini. Áskoðaraplássini fram við vøllinum vóru fullsett frá fyrsta bríksli, og hvør í sínum lagi royndu teir báðir áskoðarabólkarnir at lyfta sítt lið til sigurs.
Og at talan gjørdist um ein bæði undirhaldandi og spennandi dyst, kunnu tað so neyvan vera tvær ymsar meiningar um. Tað var kanska Áland, sum legði betri fyri, og fyrstu longu løtuna høvdu føroyingar sear trupult við at byrgja upp fyri álopsspælinum, sum vælleikandi hevarin sendi skiftivís á kantarnar og móti miðjuni. Føroyingar vóru á ongan hátt niðurspældir, og teir høvdu alla tíðina samband við mótstøðuna, men hvørja ferð tað reið um snarið, hvørt okkara skuldu taka leiðsluna ella ikki, so koppaði hetta til fyrimuns fyri hinar.
Og so var tað eisini hitin. Sterku projektørarnir gjørdu avgjørt sítt til at hita høllina upp, og við fullsettum áskoðaraplássum og hartil einum ferðmiklum dysti, so var sjónligt, at hetta var nakað sum tók leikarunum fast. Ikki minst teimum føroysku, sum til tíðir veruliga tóktist hava trupulleikar av hesum. Men samstundis var hetta kanska eisini júst nakað av tí, sum gav føroyingum møguleika at venda dystinum. Føroysku leikararnir tóku sær nevnliga alla tíðina stundir til at halda gólvið reint, og hóast annar av dómarunum meira enn ta einu ferðina kom út á gólvið at kanna, um talan veruliga var um vátt gólv, ella um tað bert var nøl, so fingu okkara á henda hátt órógvað álendsku rútmuna.
Nóg nógv til at venda næsta settinum var hetta tó ikki, tí hetta gekk júst sum hitt fyrsat. Við føroyingum í hølunum á ? men ongan tíð frammanfyri ? Áland, og við 2-0 leiðslu var einki at siga til, at álendsku áskoðararnir vóru í hopla.

Sálarligt mistak
Hetta við støðugu gólvturkanini var í øllum førum nakað, sum var viðvirkandi at geva okkara monnum meira luft, men mest týðandi avgerðin til okkara fyrimuns kom helst, tá triðja settið byrjaði.
Kanska helt álendski venjarin, at hetta nú var mest sum heima, ella kanska vildi hann bara geva nøkrum av stuðulsleikarunum eina tiltrongda hvíld. Í øllum førum gjørdi hann tríggjar útskiftingar, tá hetta settið byrjaði, og spakuliga vóru tað nú føroyingarnir, sum fingu fatur í rætta endanum. Rúni Weihe, sum í serflokki er besta føroyska álopsvápnið tóktist nú vera vorðin heitur. Odd Eliasen kom inn at heva fyri Bárð Bendix Mikkelsen, sum ikki hevði spælt upp til sítt besta, og á gólvinum spraklaði Johan Petur á Stongunum sum ein annar krossfiskur, soleiðis at tað, sum føroyski blokkurin ikki tók, kortini varð heintað uppaftur.
Leiklutirnir á liðunum báðum tóktust nú eisini alt meira umbýttir. Munurin var framvegis at kalla eingin, men okkara hildu mótstøðuni í einum jarntaki, og við fyrsta settinum heima hómaðist nú ein møguleiki fyri sigri.
Og tað var sjónligt, at føroyska liðið nú hevði fingið eina sálarliga yvirvág. Eina yvirvág, sum partvíst eisini flutti seg yvir á tí kropsligu. Tí hóast føroyingarnir framvegis tóktust nýta nógv fleiri kreftir í spæli sínum, so var samstundis líkt, at okkara eisini høvdu meira eftir í sær. Álendingarnir byrjaðu annars eisini fjórða settið betri, men okkara bara togaðu seg upp. Noktaðu at geva seg yvir. Og sjálvt tá alt sá mest vónleyst út, funnu teir ein útveg. Hetta var við støðuni, 24-22, har mótstøðan altso hevði tveir matchbóltar. Eitt tekniskt time-out gav føroyingunum nýggjar leikarar inn á vøllin. Bárður hevaði nú alt fyri eitt upp til tvey smash niður í álendska gólvið, og so vóru hinir at kalla groggy. Teir royndu at verja seg, men við triðja settbóltinum fingu føroyingar javnvág í dystin.

Spurturin
Og nú var eingin ivi um, hvør parturin tóktist vera betri fyri. Gullfavorittarnir úr Álandi hingu við høvdinum, men hóast hetta, so fingu teir mannað seg upp til eina seinastu roynd. Hendan rakk upp til eina 11-8 leiðslu, men tá føroyingarnir aftur togaðu seg sjálvar upp eftir hárinum, bar alt tann vegin, at hetta var okkara dagur.
Áskoðarafjøldin var á gosi, meðan føroyingarnir aftur togaðu seg upp á javnt, og so fóru vit. Við seinastu kreftunum á degnum varð ein bóltur fyrst smashaður niður í gólvið til fyrsta føroyska matchbóltin, og tá Álendingar so royndu at toga seg aftur við enn einum smashi var Ragnar Petersen í Haraldsstovu á teimum og sendi bóltin beint niður aftur í álendska gólvið.
Risin var fallin, og tó at kappingin enn er ung, so er einki at ivast í, at Føroyar við hesum sendu eitt kraftigt signal, um liðið hesaferð skal takast í enn størri álvara, enn neyðugt hevur verið seinnu árini. Vit hava altíð verið nær, men seinasta fetið hevur mest sum hvørja ferð resta. Tað fetið tykist nú vera tikið, og bara sálarliga lyftið, sum hetta gav, kann heilt víst vera nakað, sum fer at føra menninar væl longur fram komandi vikuna.