Færri Teslar rulla út av verksmiðjunum

Økt kapping úr Kina og Evropa eins og sambandið millum Musk og Trump verður hildið at vera orsøkin til minkandi sølutøl hjá Tesla

Nýggir Tesla bilar verða koyrdir frá verksmiðjuni í Kalifornia og út til brúkarar. Men færri av teimum vórðu seldir í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør. (Savnsmynd) - Mynd: Mike Blake/Reuters

Bilasølan hjá Tesla minkaði um allan heimin við 13,5 prosentum í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til annan ársfjórðing í 2024.

Tað vísa tøl, sum vórðu almannakunngjørd í dag, skrivar tíðindastovan AFP.

Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur Tesla selt tilsamans 384.122 bilar um allan heimin.

Í sama tíðarskeiði fyri einum ári síðani vórðu umleið 440.000 Tesla seldir um allan heimin.

Afturgongdin í søluni er í tráð við væntanir hjá greinarum, skrivar AFP.

Vánaligari sølan er knýtt at stuðlinum hjá stjóranum í Tesla, Elon Musk, til Donald Trump forseta og hansara umstríddu útsagnir.

Økta kappingin frá elbilaframleiðarum bæði í Kina og Evropa hevur eisini ein leiklut.

Um miðjan mai upplýsti Musk annars, at sølan var farin at taka seg upp aftur eftir eina sløva ársbyrjan, skrivar fíggjarmiðilin MarketWire.

Hóast sølutølini, sum vórðu almannakunngjørd í dag, hækkaðu partabrøvini hjá Tesla við umleið trimum prosentum á virðisbrævamarknaðinum seinnapartin.

Í gjár fullu partabrøvini hjá Tesla við 5,3 prosentum, eftir at Musk og Trump aftur fóru í orðastríð um stóra lógarpakkan, sum júst er samtyktur í amerikanska senatinum.

Pakkin fer at geva stórar skattalættar næstu tíggju árini og økja hallið á amerikansku fíggjarlógini við yvir 3 billiónum dollarum.

Hetta hevur fingið Elon Musk at finnast at kósini og at koma við tankunum um at stovna sær ein nýggja flokk.

Umvent hevur Trump sagt, at Musk er í vanda fyri at missa stuðulin frá stjórnini til sínar fyritøkur og at verða sendur aftur til Suðurafrika, har hann er føddur.

 

/Ritzau/

 

Nýggir Tesla bilar verða koyrdir frá verksmiðjuni í Kalifornia og út til brúkarar. Men færri av teimum vórðu seldir í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør. (Savnsmynd) - Mynd: Mike Blake/Reuters