at seta av 1,4 mió. krónur í íløgum til havnalagið. Harav er 1 mió. krónur til nýggja atløgusíðu. Nývalda bygdaráðið eigur at taka støðu til hvar og hvussu útbyggingin skal fremjast, men tað er greitt, at [...] Sjálvandi er talan um lutfalsliga stórar íløgur, men tað er sera umráðandi, at vinnulívið hevur góðar karmar og soleiðis fær møguleika og umstøður at mennast. Á fíggjarætlanini fyri 2001 er samtykt at [...] øktum virksemi á havnalagnum er gjørd ein skipað høvuðsætlan fyri bygningar og virksemi á havnalagnum. Landsverkfrøðingurin hevur góðkent hesa ætlan. Nakað av hesi ætlan er framt, men seinni í november
á pláss, so enn er avgjørt ov tíðliga at missa móti upp á heiðursmerki hetta kappingarárið. ? Stóri trupulleikin hjá okkum er kanska, at hópurin er ov tunnur. Tað fólk, sum vit hava, er gott, men tað merkist [...] merkist ov væl, tá onkur leikari av einhvørjari orsøk er burtur frá. Harafturat er venjingarstøðan hjá okukm heldur ikki nóg góð, tí vit komu ov seint í gongd sammett við hini liðini. Alt hetta vónar l [...] tølum: Málskjúttar: Kyndil: Jórun Ludvig 9(2), Signhild Petersen 7(2), Ann Hansen 3(1), Christina Holm 2 VB: Regina Radó 6(1), Gurið Mortensen 5, Sólrun Krossla 4, Rannvá Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá
nóg nógv. Gera sítt besta Um komandi dystirnar er venjarin annars sera spentur. - Tað er sjálvsagt nakað, sum vit øll gleða okkum til, og fyrst og fremst er mál okkara at geva okkum tað, sum vit kunnu. - [...] teimum um knappar tvær vikur. Fríggjadagin, 1. desember, verður ítróttahøllin í Klaksvík karmur um fyrra dystin móti svenska kvinnulandsliðnum, og einki er at ivast í, at talan her verður um eina trupla [...] seg móti einum liði, sum var sett saman av útlendsku leikarunum, sum eru í Føroyum. Einki er at ivast í, at hetta er eitt sera gott hugskot. Tað hevur jú fleiri ferðir verið tosað um, at nøktandi mótstøða
Í Danmark í dag er Jesusbarnið næstan heilt gloymt í øllum rokanum av nissum og jólamonnum. Útvarpið spælir bara popput jólaløg. Hvar eru teir hugnaligu friðarligu jólasálmarnir? Alt er merkt av, at handlarnir [...] ikki tiknar fyrr enn í síðstu løtu av teimum flestu. Úrvalið er so risastórt, at fólk verða púra ørkymlað av tí. Vit mugu jú fyrst vita, hvat er at fáa hjá hvørjum, og hvat tað kostar í mun til í hinum handlunum [...] hava nærkast (ó-)siðunum á fastlandinum... Men seinasti møguleikin er ikki troyttur, kann eg ugga meg við - eg havi eina dóttir, sum er í røttum jólaaldri enn. Børn og jól - tað hoyrir saman. Um ikki nakað
illa í 1. og 2. setti, so taptu vit hesi, og hetta var eina mest tí, at TB leikti sera væl í verjuni. Eg kann ikki lata vera við at taka teirra libero Harriet Hammer framum, tí næstan líkamikið hvar vit slóðu [...] frá teimum seinastu dystunum, - framgongd hevur verið alla tíðina-, men í teimum avgerandi løtunum er liðið fallið saman. Men soleiðis var ikki leygardagin Góður libero í Harriet Hammer Hóast Dráttur hevði [...] sama veg, og Dráttur vann hesi 25-16 og fimta og seinasta settið 15-8., og harvið dystin 3-2. Liðið er tí framvegis á odda í kappingini, og komandi vikuskifti skal liðið til Havnar at leika ímóti Fleyr
ran Sámal Petersen og 1. trompetistin Ken Jones. Jón Stefánsson er ímyndin av einum kór- og orkesturleiðara, tá ið hann er bestur. Hann er sannførandi í sínari tónleikafatan, er greiður og dynamiskur í [...] yvir í tónaverk, sum bóru móti tí himmalska. Jólaoratoriið er ikki eitt heildarverk so sum t.d. Mattheuspassiónin ella H-moll Messan, men er sett saman av seks kantatum at framføra fyrsta, annan og triðja [...] verður mangastaðni hildin enn, eitt nú í Langholtskirkju í Reykjavík, har Jón Stefánsson er kantor; men meira vanligt er í einari konsertframførslu at halda seg til teir tríggjar jóladagspartarnar og so kanska
orkuinntøkan er størri enn orkunýtslan. Sosialráðgevin Ber til hjá einsamøllum uppihaldara at fáa fíggjarligan stuðul tá á stendur, um inntøkan er umleið 215.000 kr um árið? Um so er, hvar skalt tú venda [...] lag út frálíku Móðurmálsorðabókina, sum er eitt ógvuliga hent amboð hjá skrivandi fólki og føroyingum annars. Bókin er síðani vorðin teldutøk, og av tí sama er tað vorðið lætt hjá fólki at sláa upp orð [...] á spyrja fólk eisini, um orðabókin er tøk til MAC. Og sjálvandi hevur tað stóran týdning, at tað er høgligt hjá fjølmiðlafólki at brúka eina móðurmálsorðabók. Tað er eitt sera gott hugskot at gera Móð
verða í omanfyrinevndu samrøðu, er eitt svar frá veljarum floksins uppá hvønn teir halda best kunna loysa spurningin um ríkisrættarligu støðuna. Tað er ikki vist, at tað er samanfall millum tað, sum veljarar [...] formaður í tingbólki Sjálvstýrisfloksins Sosialurin hevur fríggjadagin 1. desembur samrøðu við formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hvar spurningurin um eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og [...] okkurt ivasamt sum liggur til grund fyri onkrum, at tað er ein sannleiki við modifikatiónum. Soleiðis tykir mær at grundarlagið undir meting Jóannesar er háttað. Hetta, tí at veljarar Sjálvstýrisfloksins uppá
- Nakað nýtt, sum ikki er hoyrt ella sætt áður? Jú, seinasta greinin er ein samanumtøka eftir samráðingarnar við donsku ríkisstjórnina, sum ikki er prentað áður. Heilt feskt. - Er nakað eyðkenni við røðunum [...] Birgir Kruse - Hvat slag av bók er talan um? Hetta er eitt savn av greinum og røðum, sum eru valdar út, rættaðar og snøggaðar til útgávu og settar saman í eina bók. - Er tað fyri at seta suverenitetin í [...] verður givin út? Er siktið politiskt heldur enn bókmentunarligt? Ja, eitt av endamálunum er at seta fullveldisætlanina í søguligan, mentanarligan, búskaparligan og altjóða samanhang. Hetta er sjálvsagt eitt
fullveldi hvørki er búskaparlig, løgfrøðilig ella teknisk. Forðingin er politisk. Forðingin er, at danska stjórnin ikki vil geva frá sær valdið yvir Føroyum. Glæstrimyndin er skrødd At vita hetta, er ein fortreyt [...] at uppliva. Men tað er sera týdningarmikið at vita, tí nú eru linjurnar nógv greiðari í føroyskum sjálvstýrisstríði. Vit vita hvat er gykl og hvat er veruleiki. Vit vita hvørji orð er tóm og hvørji hava [...] av Føroya fólks politisku og rættarligu støðu, er skeiv. Glæstrimyndin er nú endaliga skrødd. Vit vita sostatt hvar vit standa. Og hetta tekur ikki á nakran hátt skorðarnar undan føroysku sjálvstýrisrørsluni