Kvinnurnar í eldin

Nú stundar av álvara til hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, og um vikuskiftið vórðu seinastu fyrireikingarnar til komandi landsdystirnar gjørdar

Hondbóltur


Í landskappingini var eingin hondbóltur í bestu deildini hetta vikuskiftið. Orsøkin var sjálvsagt landsliðsvenjingarnar, sum ætlandi skuldu haldast í Suðuroy. Hetta gjørdist tó bert veruleiki hjá kvinnulandsliðnum, tí venjingarlegan hjá monnunum varð avlýst. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at fleiri leikarar í løtuni dragast við skaðar.


Útlendsk mótstøða

Kvinnurnar høvdu hinvegin sína venjingarlegu sum ætlað, og nú stundar eisini til hjá teimum, tí stór og spennandi uppgáva bíðar teimum um knappar tvær vikur.

Fríggjadagin, 1. desember, verður ítróttahøllin í Klaksvík karmur um fyrra dystin móti svenska kvinnulandsliðnum, og einki er at ivast í, at talan her verður um eina trupla uppgávu. Seinni dysturin verður í Havn, sunnudagin, 3. desember

Svenska liðið verður mett at hoyra heima millum tey 15 sterkastu í Europa, so neyvan kunnu okkara gentur gera sær nakrar vónir um at vinna dystirnar. Hinvegin verður tað sera spennandi at síggja, hvar vit flóta í hesum samanhangi.

Umframt at tær um vikuskiftið hava vant saman, so varð eisini ein dystur fyriskipaður, har føroysku kvinnurnar royndu seg móti einum liði, sum var sett saman av útlendsku leikarunum, sum eru í Føroyum. Einki er at ivast í, at hetta er eitt sera gott hugskot. Tað hevur jú fleiri ferðir verið tosað um, at nøktandi mótstøða ikki fæst í Føroyum, tá bestu leikararnir eru saman á einum liði, men sunnudagin fekk føroyska landsliðið í øllum førum mótstøðu, tí útlendingarnir vunnu 27-25.


Betra um sterku síðurnar

Dysturin endaði nevnliga við teprum sigri til útlendingarnar, men hóast tapið, so var venjarin hjá føroyingunum, Sophus-Dal Christiansen, væl nøgdur. Bæði við dystin og við venjingarnar.

- Spælið hjá okkum var kanska eitt sindur nervøst til tíðir, men sjálur haldi eg tó, at vit hava fingið nógv burtur úr. Man sær kanska eisini, at vit væl kundu havt tørv á fleiri venjingardystum, men tað vita vit, at vit ikki fáa, og so mugu vit bara arbeiða eftir tí.

- Annars hava vit undir venjingunum arbeitt eftir sama leisti, sum vit hava gjrøt higartil í ár. Hetta hevur verið at betra um sterku síður okkara, heldur enn at blaka okkum út í fleiri nýggj ting, sum vit allíkavæl ikki fáa vant nóg nógv.


Gera sítt besta

Um komandi dystirnar er venjarin annars sera spentur.

- Tað er sjálvsagt nakað, sum vit øll gleða okkum til, og fyrst og fremst er mál okkara at geva okkum tað, sum vit kunnu.

- Hondbóltsliga eru vit ikki betri enn tær, so langt burtur frá, men tað verður helst heldur ikki kravt av okkum, at vit skulu vinna dystirnar.

- Uttan vónir eru áskoðararnir tó neyvan, og kanska hevði tað verið lættari hjá okkum, um dystirnir vórðu spældir uttanlands, har einki trýst hevði verið á, men invegin er tað altíð stuttligt at spæla á heimavølli, sigur ein spentur landsliðsvenjari at enda.