Høvundurin upplýsir, at tær átta tjóðirnar, sum vóru fyri hesi lagnu, taldu tilsamans 1.650.000 fólk. Òneyðugt er at siga, at fólk í stórum tali lótu lív av hesi viðferð, umframt at hon eisini hótti mál [...] bleiv týðiligt, at týskurin fór at bíta í grasið, var framskygdum fólkum greitt, at ein nýggj geopolitisk støða fór at taka seg upp í heiminum. Europa fór at blíva savnað, Týskland fór at liggja í sori í [...] Og her fara vit at sleppa tí søguliga stringensi, sum roynt hevur verið at halda fast um í hesi frásøgn. Í fyrsta parti av hesi greinarøð varð nevnt, at ymiskt løgið hendi beint eftir, at Stalin var deyður
fundi um Norðurlendskar bókmentir. Sjálvt trúði hon ikki, at hon fór at vinna. Hon tosaði um tey ymisku, ið vóru í uppskoti í ár. Hvussu fjølbroytt hesi eru. Bókin úr Finlandi var um fjølmiðlar, meðan danin [...] skrivar um Italiu, ið fekk hana at hugsa um, at bert tí vit liva í Norðurlondum eru vit ikki avskorin frá Miðeuropa ella New York. Í samrøðu við Oscar Hemer, sigur Eva Strøm, at henni dámar fleiri av teim donsku [...] Nordisk Litteratur. At fríggja við málinum Høvundar, serliga yrkjarar, hava í hálvfemsunum brúkt nærum alla orku at yrkja og skriva um málið sjálvt, sum t.d. her hjá Ursula Andkjær Olsen: "At tale i tunger vil
"veruleikin" sannførdi pápa um, at onkur, sum hann kendi væl, hevði víst seg at vera "svíkjari", hendi eitt sálarligt hamskifti í honum ... Í hesi løtu ... helt fortíðin uppat at vera til fyri honum. Vinskapur [...] dialektiska ímyndin av reystleika! Tað kann kanska løna seg, fyri at síggja hesi viðurskiftir í einum víðari perspektivi, at hyggja at hugtøkum sum átrúna og morali. Um vit fara til bókmentasøguna, so [...] harraboð um t.d. at sáa fræið tættari, at sáa hveiti í staðin fyri bygg á háslættunum og at drepa allar spurvar (tí teir ótu fræið). Í fyrstuni tóktust hugskotini hjá Róðursmanninum Mikla at bera frukt, og
verður so høvi at síggja framsýningina. Á framsýningini sæst at væl er til av ferðafrásagnum, sum føroysk ferðandi hava skrivað. Talan er um bæði styttri frásagnir og um heilar bøkur. Og hesi fólk hava ferðast [...] bløðum, ella sum eru komnar út í bók. Framsýningin læt upp fyri almenninginum hóskvøldið klokkan 20 við lítlari samkomu á Landsbókasavninum. Turið Sigurðardóttir og Heini Olsen at hugleiddu um ferðir og ferðing
Eftir at hava skrivað eina bók um ferðamannaskipið Tjaldur, sum var bygt á Aalborg Værft og kom sum nýtt til Føroya í 1953 og um Smiril sum var bygdur í 1932, er enn ein bók á veg frá Bjarna Åkesson Filholm [...] skipið selt av landinum. Hesi eru skipini sum nýggja bókin hjá Bjarna Åkesson Filholm handlar um. Hann hevur fingið nógv tilfar til vega, so talan verður um eina sera áhugaverda bók fyri okkum føroyingar [...] siglt millum Føroyar og Danmark. Tað fyrsta Tjaldur bleiv keypt frá ØK sum átta ára gamalt. Tað byrjaði at sigla í 1925 og sakk á Mjóvanesi í 1946. Í 1947 keypti Skipafelagið Føroya íslendska ferðamannaskipið
eitur Sitandi kvinna frá 1957. Formarnir á hesi naknu kvinnuni eru vanskeplaðir og yvirdramatiseraðir fyri at fáa eina størri kraft og styrki fram. Andlitsbráið á hesi kvinnu er bæði dapurt og kraftfult, líðing [...] sálarliga myrkrið eru somikið sterk, at tey megna ikki at standa ímóti. Tann máttmikla myrka flatan í bakgrundini undirstrikar tann vónleysa og oyðandi stemningin í hesi myndini. Tað eru nógv djúpt ólukkulig [...] frá mær av tveimum heimleysum fólkum úr Póllandi. Hann helt, at tær mintu um Svend Wiig Hansen. Eg kendi hann ikki tá, men eg fekk eina bók frá Ingálvi um Svend Wiig Hansen, og eg varð alt fyri eitt hugtikin
fólk skuldu fáast at halda tað vera »fínt« at fáast við hetta viðfødda móðurmálið ? tí gjørdist henda rørslan móti, fór fyrst øll mótstøða at vikna til munar, og síðani fór at verða roynt at seta ein aðalbornan [...] beinanvegin eftir lesturin at geva út føroyska tíðarritið »Búreisingur«. Maria Mikkelsen skrivar, at í øllum síni álvara kundi A. C. Evensen skemta við tí, hann hevðist at og segði, at hann hugasði um, hvussu [...] C. Evensen, skipað eins og Saabyes orðabók og ætlað at vera rættskrivingarorðabók uttan at geva seg út fyri at vera nakað serligt. Hon var ætlað at verða liðug eftir tveinum árum í heftum, 15 oyru fyri
Rasmussen. Hjartaliga vælkomin til Føroya. Tú fert á hesi ferðini at fáa sjón fyri søgn fyri, at her býr eitt eitt fólk við egnari mentan og egnum mátti at klára seg á jøvnum føti við heimsins sjálvstøðugu [...] støðgast. Lat okkum tí fremja hana so skipaða sum gjørligt. ? Tí vóna vit, at tú á ferðini her fer at taka undir við, at arbeiðið at yvirtaka løgreglu, rættarskipan, fólkakirkjuna, útlendingamál, familjurætt [...] røð av lógum í Føroyum, hóast eitt samt Løgting hevur samtykt tað øvuta. Vit fara at heita á teg um at nýta høvi at rætta henda órætt, meðan tú ert í Føroyum. Føroyingar hava sett kós móti fullum sjálvstýri
og var har í meira enn 12 ár. Í hesi bygdini, Sdr Vium, tóku tey eitt árið ímóti skúlabørnum úr Føroyum, og tvey ár vitjaðu børn haðani her. Herdis fór í 1983 til Tarm at vera lærarinda. Hon tók prógv sum [...] og staviráðgevari í Egvad. Saman við einum starvsfelaga hevur hon givið út eina bók um stavimedotik. Í 1990 fór Herdis at halda saman við læknanum Charlotte og seinni giftust tær. Tær vóru fyrsta skrásetta [...] systrini á Askov. Síðani fór hon á læraraskúla í Hjørring í 3 ár og tók prógv har. Hon fór til Tanzania at vera lærarinda hjá donskum, svenskum og týskum børnum og var har í 3 ár. Heimafturkomin tók hon við
framvegis slætt og vakurt. Onki er sum at ferðast í toki. Her sær tú nakað, her hevur tú stundir at hugsa um tað tú sær. Áðrenn eg skrivi tað næsta, so má eg líka minna meg á, at mín sannleiki er ikki neyðvendigvís [...] aðalmál er at gera uppihaldið sunnanfyri so líkt tí heima sum møguligt. Hjá mongum dønum hevur tað líka nógv at siga um ein kann fáa frikadellur og fleskasteik á hotellinum í Spania, sum tað at sólin sær [...] í september í 1974. Eg trúði heilt erligt, at mín seinasta løta var komin og hevði absolutt ongar vónir um at lenda aftur heilskapaður. Kanska var tað tí , at deyðin var so nærverandi og óskiljandi í lívi