Opið bræv til Anders Fogh Rasmussen

(sent á føroyskum og í danskari umseting til danska forsætisráðharran)

Góði Anders Fogh Rasmussen.

Hjartaliga vælkomin til Føroya. Tú fert á hesi ferðini at fáa sjón fyri søgn fyri, at her býr eitt eitt fólk við egnari mentan og egnum mátti at klára seg á jøvnum føti við heimsins sjálvstøðugu tjóðir. Føroyska tjóðin hevur aldri valt at gerast partur av danska statinum og hevur ongantíð givið nøkur rættindi frá sær.
? Tí kann tað bert vera ein stór misskiljing, at stjórnin hjá tær hevur lýst eina røð av lógum í Føroyum, hóast eitt samt Løgting hevur samtykt tað øvuta. Vit fara at heita á teg um at nýta høvi at rætta henda órætt, meðan tú ert í Føroyum.
Føroyingar hava sett kós móti fullum sjálvstýri, og tað hevur seinastu árini givið ótrúlig úrslit. Samfelagið er ment ómetaliga, síðani vit góvust at krevja og brúka meira pengar úr Danmark og ístaðin fóru at fremja tað, sum vit sjálvi megna.
Tú minnist helst, hvørjum skørum føroyska samfelagið var í fyri 10 árum síðani, tá vit brúktu eina milliard í blokkstuðli og læntu pengar uttanlands afturat. Og hygg at samfelagnum nú, har vit fyrst hava sett blokkstuðulin til viks og síðani hava minkað hann við einum triðingi.
Føroyska fólkið hevur rættindir sum onnur fólk í heiminum. T.e., at vit hava rætt at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð - ikki í stríði við Danmark, men hinvegin í sátti og semju. Henda sjálvsagda veruleika, hava danskir myndugleikar higartil ikki viljað viðurkent, men tú kanst velja tað øðrvísi.
Í tíni egnu bók frá 1993 skrivar tú millum annað: »?ønsket om personlig frihed, bliver underordnet trygleriet efter materiel sikkerhed (?) Prisen er selvsagt, at det ufri menneske bøjer nakken og glemmer alt om højere værdier end denne ene konfliktfri og komfortable selvopretholdelse.«
Tí manst tú sjálvsagt skilja, at fullveldi er framtíðin fyri føroyingar, um vit ikki skulu halda fram sambært sambært tíni lýsing.
Føroyska fullveldisgongdin kann ikki støðgast. Lat okkum tí fremja hana so skipaða sum gjørligt.
? Tí vóna vit, at tú á ferðini her fer at taka undir við, at arbeiðið at yvirtaka løgreglu, rættarskipan, fólkakirkjuna, útlendingamál, familjurætt og peningamál, kann fremjast í verki við eini yvirtøkulóg.
? Tí skjóta vit somuleiðis upp, at tú tekur undir við at skerja blokkstuðulin við einum triðingi afturat og so strika skuldina hjá føroyska landskassanum til danska statin. Tað er rættiliga meiningsleyst, at vit á hvørjum ári skulu taka ímóti 616 milliónum krónum úr Danmark og so senda 323 milliónir niðuraftur.
Við vón um ítøkilig úrslit á ferðini.