rættuliga tætt á fyrstu metrunum í Sandavági. Vestmenningurin, sum higartil í ár ikki hevur staðið seg soleiðis, sum hann hevur gjørt nógvu tey undanfarnu árini, hekk væl uppi í fyrstu tvey hundrað metrarnar [...] Nólsoyinginum at vinna ein FM róður. Tey sjey vinnara stigini bera við sær, at Nólsoyingurin framvegis hevur møguleika fyri at vinna fyrsta FM heitið síðani 1989. Undan Ólavsøkuni eru fyritreytirnar greiðar [...] sjálvum at gera av, um teir skulu vinna FM. Nólsoyingurin er trý stig aftanfyri Eysturoyingin. Tað hevur við sær, at um nólsoyingar skulu hava nakran møguleika at vinna FM, so skulu teir vinna á Ólavsøku
hann hevur nógvar royndir í kappróðri. Í síni tíð hevur hann róð við Svani, Oyndra, Sjóriddaranum, Skálabatinum og Stráluni, sum hann var við, tá hon fyrst í níti árunum vann FM. Undanfarin ár hevur Hilmar [...] Hilmar róð, men í ár hevur hann ikki havt stundir at vant so nógv, og so dýkir hann á hinar úr reingini. ? Síðani flaggdagin hava vit vant fýra ferðir um vikuna. Nú venja vit tríggjar ferðir, og tað er hugaligt [...] hugaligt, tá vit so spakuliga fóru frá hinum bátunum. Vit megnaðu hesa ferð at vera støðugir. Tað hevur alt at siga. Vandin er, at ferðin dalar eitt sindur. Tá er trupult at koma uppaftur. Hesa ferð megnaðu
Jón Sigurd Gleðisheygg, sum var í rætta essinum. Fyrrverandi GÍ miðverjin hevur verið álopsmaður hjá EB/Streymi í ár, og har hevur hann víst, at tað sannliga er dugur í honum í i ódini. Jón Sigurd økti tíðliga [...] NSÌ hevur staðið seg stak væl higartil í kappingini. Teirra setningur er fyrst og fremst at syrgja fyri, at teir halda eykamonnunum hjá besta liðnum á so høgum støði, sum tað ber til. Higartil hevur tað [...] um heiðursmerkini, enn tað er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tá tað hevur gingið illa í 1. deild, hevur tað gingið væl í 2. deild hjá NSÍ. Hesa ferð gekk illa í 2. deild, men so gekk tað
stigatal, og so KÍ, sum haltar eitt vet aftanfyri hini. Um HB vinnur væntaða sigurin í annaðkvøld, so hevur einki av hinum liðunum ráð at missa stig í vikuskiftinum. Merkisvert er tað, at øll liðini, sum kappast [...] leygardagin. Altjóða fótbólturin Føroyskur fótbóltur er vorðin partur av altjóða fótbóltsheiminum. Tað hevur gingið skjótt tey seinnu árini. Fyri einari fjórðingsøld síðani kendist tað sum risafet inn í altjóða [...] at stríðast fyri at sleppa undan botninum. Serliga merkisvert er tað, at úrtøkan hjá Gí higartil hevur verið so út av lagi vánalig. Gøtumenn hava í níggju landskappingardystum bara vunnið móti Sumba og
síðani í februar mánaði hevur verið atvoldin til góðu úrslitini hjá KÍ kvinnunum í ár. - Vit byrjaðu longu at venja í februar, vit hava verið umleið tjúgu hvørjaferð, og tað hevur nú givið úrslit. Vit vildu [...] vildu vinna greipuna, og við hørðum arbeiði hevur tað nú eydnast okkum. KÍ hevur ikki ligið á odda alt kappingarárið, tí eftir at tær triðseinasta leikumfar taptu heili 6-0 í Vági, var VB á odda. Men vikuna [...] Malena Josephsen hevur verið ein sera eyðsýndur leikari í kvinnudeildini í ár, og endaði hon kappingina við at vinna greipuna, umframt tað at hon gjørdist besti málskjútti. Malena sigur, at hart arbeiði
fólkini. Geus hevur eisini rættiliga nógv innlit í føroysku jarðfrøðina sum heild. Samstarv er í nógvar mátar og var tað tí heilt náttúrligt at halda fram við tí og víðka tað. Tað hevur verið eitt sera [...] sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum. jh [...] -Tað hevur gingið væl. Vit hava arbeitt dúgliga, og vit hava havt eitt ógvuliga gott team sigur Martin Heinesen, leiðari á Jarðfrøðissavninum, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at viðgera fyrstu umsóknirnar
morgin. Hagtølini siga, at á mannfólkasíðuni hevur tað ligið betur fyri hjá HB í steypakappingini, enn tað hevur gjørt hjá øllum hinum feløgunum. Hjá kvinnunum hevur tað eisini roynst væl hjá HB, sjálvt um [...] fleiri steypasigrar. Hjá kvinnunum hevur tað verið kappast í steypakappingini síðani 1990. HB hevur verið í finaluni fimm ferðir, og tær hava vunnið fýra ferðir. B36 hevur verið í finaluni seks ferðir, og [...] ina hjá monnum, hevur HB vunnið meiri enn annað hvørt ár. Burtursæð frá 1970 hevur finala verið á hvørjum ári. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hava verið 44 vinnarar, og HB hevur vunnið ikki færri
øðrum advokatum, sosialurin hevur tosað við. Grundarlagi undir hesi niðurstøðu er tað sama, sum grundarlagi undir ákærunum frá løgmanni um, at landsstýrismálanevndin hevur brotið stýrisskipanarlógina. [...] nevndin kann krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra, um hon hevur illgruna um, at landsstýrismaðurin hevur borið seg óregluliga at. Kann merkir kann Advokatarnir eru samdir um, at hetta [...] John Johannessen Landsstýrismálanevndin hevur ikki skyldu at seta ein kanningarstjóra at koma við einari niðurstøðu í sambandi við kanningina av embætisførsluni hjá Helenu Dam á Neystabø. Hetta staðfestir
føroyski máltjóvurin í Sogndal, Kurt Mørkøre, sum hevur skift eftirnavn. Talan er um norskan U?18 landsliðsspælara, sum teir í Sogndal rokna nógv við. Venjarin hevur hesa frágreiðingina til, at góða gongdin fyrstu [...] seinnapartin av mars mánað skal spæla HM undankappingardystir í Luksemburg og Russlandi. Julian hevur brotið beinið. Mánadagin varð hann gipsaður, og boðini frá læknanum vóru, at gipsið ikki fer av aftur [...] fyrireika okkum til nýggja kappingarárið í tippuliguni, og tað kemur illa við, at ein av monnunum, sum hevur royndir av at spæla í bestu deildini, nú er settur uttanfyri í so langa tíð, sigur Torbjørn Glommes
er komið meira burtur úr hjá KÍF seinnu árini. Samanhaldið hevur verið gott Gjøgnum hesi 20 árini, sum hann hevur verið við í fremstu røð, hevur Petur Martin sjálvandi fingið eina rúgvu av góðum minnum. [...] Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, Petur Martin Johansen. Síðani hann sum 17 ára gamal fyri fyrstu ferð slapp at royna seg á besta mansliðnum hjá Kyndli, hevur dystartalið verið stórt. Eftir tvey [...] í stóran mun veldst um, hvørji fólk man hevur í nevndini. Tað er neyðugt, at hetta eru vaksin fólk, sum eisini hava góðar kontaktir við vinnulívið, og tað hevur tað verið hjá okkum síðstu árini. - Sostatt