at Samgongan hevur rent seg fasta, og hann ivast í, hvussu støðan er – men hann ivast í um samgongan sjálv er greið yvir tað. Tað er ongin loyna, at samgongan er í trongum skón, tí hon hevur ikki meiriluta [...] síðani hevur eisini Kristin Michelsen gjørt greitt, at hann ætlar sær ikki at vera bundin av samgonguni longur, men fer at atkvøða frá máli til mál. Tað er heldur ongin loyna, at samgongan hevur dyrgt eftir [...] Løgtingsformannin at viðmerkja støðuna og hann helt, at landsstýrisfólk eiga at møta á Løgtingi. Men tað hevur ikki hjálpt, tí síðani hava fleiri løgtingsfundir verið, men teir fremstu stólarnir standa framvegis
Miðlastuðulsnevndin hevur á fyrsta sinni býtt út miðlastuðul til átta føroyskar miðlar. Tá ið freistin at søkja um miðlastuðul var úti, høvdu níggju miðlar søkt um at fáa stuðul burturav teimum [...] miðlastuðul. Miðlastuðulsnevndin metti, at átta miðlar luku treytirnar at fáa útgoldið miðlastuðul, og hevur nevndin samtykt at játtað miðlunum stuðul úr kr. 19.160,00 upp í kr. 824.365,00. Miðlastuðulin [...] skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av umsóknunum serliga hugt eftir yvirskipaða endamálinum við lógini. Í viðmerkingunum
seinnu árini hevur verið longri ímillum slíkar harðbalnar kavavetrar, har nógvur kavi hevur ligið yvir eina longri tíð. Kavaveðrið seinastu dagarnar hevur verið so avbera vakurt, og her hevur als eingin [...] Tey munnu vera mong, sum høvdu ynskt, at vakra kavaveðrið, sum nú hevur ligið í nakrar dagar, verður liggjandi. Í longum løtum hevur mest at kalla verið stilli, kalt og klárur himmal. Øll tey tilkomnu
Orrustan í Kringvarpinum hevur nú tikið enn eina nýggja vend. Tí í dag hevur Sigmund Poulsen, sakførarin hjá Liljuni Weihe, sent eina kæru til Mentamálaráðið. Tilfarið, sum er sent við kæruni, er drúgvt [...] inum (skjalamappa 2), herundir serliga at LW ikki hevur borið stýrisformanninum ósannar ákærur og skuldsetingar um kringvarpsstjóran at LW ikki hevur borið Sosialinum hesar somu upplýsingar at óansæð faktum [...] stig at taka í føri sum hesum Út frá viðhefta tilfari geri eg eisini galdandi at kringvarpsstjórin hevur gjørt avtalu við TAKS-stjóran at LW í hvussu er hevði allar góðar grundir til at halda at so var at
kappingarárið hevur hjá føroyska landsliðsspælaranum Jóan Símun Edmundsson og felagi hansara í Odense fyri ein stóran part verið eyðkent av, at tað ikki hevur stemmað soleiðis, sum tað hevur verið vónað [...] at stríðast um DM. Við sigrinum í dag lyfti OB seg fram á fimta plássið. OB hevur 25 stig, og AC Horsens á sætta plássi hevur 22 stig. Næsta avbjóðingin verður mánadagin fjórða desember á útivølli ímóti [...] at tað eru møguleikar fyri. Í dag var ein av teimum ljósu løtunum, sum tað seinastu vikurnar ikki hevur verið so langt ímillum. OB vann 3-0 á heimavølli ímóti Hobro, og Jóan Símun Edmundsson skoraði fyrsta
skrivar Kvinna í tíðindaskrivi í dag. Tóra hevur seinastu 10 árini starvast í størsta danska blaðhúsinum innan magasinir og vikubløð, Aller Media. Seinastu árini hevur Tóra verið leiðandi redaktørur á vældámdu [...] Lena Mohr sambært tíðindaskrivinum. Tóra avloysir Siri Sørensen, sum hevur verið blaðstjóri á Kvinnu seinastu 5 árini, og sum hevur lagt seinastu hond á útgávuna, sum kemur út nú fríggjadagin. - Samstundis [...] Spis Bedre. Frammanundan var hon leiðandi redaktørur á Vi Unge, Bazar og Kig Ind, umframt at hon hevur starvast á vikublaðnum Søndag. Tóra er útbúgvin journalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole
Tavan í Leirvík hevur gjørt íløgur í maskinur í samband við eina royndarverkætlan at gagnnýta og meirvirka sild, og aftan fyri hesa verkætlan liggur ein longri søga. Stjóri í Tavuni er Ingvar Joensen, [...] sildina undan. Ingvar Joensen og Johan Mortensen hava havt ymiskt samstarv í skjótt 15 ár, og eitt nú hevur konsulenturin og íbirtarin tikið eina hond í við at útflyta og selja eitt nú rogn og brisling. Johan [...] ógvuliga stórar nøgdir av sild, og teir keypa nógv úr eitt nú Noregi. - Okkara ynski og hugsan í nógv ár hevur verið, at høvdu vit bara kunnað gjørt okkurt meira við sildina í Føroyum, soleiðis sum føroyingar
tómleika. Í einum viðtali hevur listakvinnan lýst síni viðurskifti við steinprentstøknið soleiðis: “Tað er okkurt við litografisku mannagongdini, sum hugtekur meg og sum hevur hugtikið meg síðan eg upplivdi [...] slípievninum (carborundum) hevur við sær á steininum. Eg avgjørdi at slípa ein form burtur og at varðveita sporini av sjálvari burturslípingini sum grund í prentinum...”. Julie Sass hevur aftur hesa ferð gjørt [...] figurativt og hevur í ár gjørt nakrar sprækligar prentmyndir í klárum, ljómandi grundlitum. Ein lítil partur av framsýningini verður til minnis um listafólk, sum eru farin. Jan Andersson hevur arbeitt nógv
tíman, hevur tað alla tíðina ligið í kortunum, at tá ið tey tóku koyrikort, skuldu tey fáa undirvísing í teori og koyring. Les eisini: Tað skal verða nógv bíligari Fyri Ráðið fyri Ferðlsutrygd hevur tað alstóran [...] Tað hevur sera stóran týdning fyri ferðslutrygdina, at koyrikortið til prutl ikki er so dýrt, at tey ungu bara fara at koyra við ongum koyrikortið ístaðin. Tað halda tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Seinastu [...] Seinastu dagarnar hevur tað elvt til kjak, at tað nú tað er komið í ljósmála, at eftir teirri nýggju lógini, sum er komin í gildi, fer tað at kosta einum ungdómi einar 18.000 krónur at taka koyrkort til
uttan so, at tey halda seg á bygdagøtuni. – Mær kunnugt hevur henda lógin ongantíð hildin og fólk eru farin í hagan uttan at spyrja um loyvi, og tað hevur ikki givið trupulleikar, sigur Elsebeth Mercedis G [...] . Tað staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin. Og nú kjak hevur tikið seg upp um hendan rættin, vil hon hava løgmann at greiða frá, hvat hann heldur um hetta. Sostatt [...] ella um kanska føroyingar skulu hava hendan rættin, men at útlendsk ferðafólk skulu gjalda. Kjakið hevur tikið seg upp eftir at fólk í Mykinesi hava samtykt at krevja 100 krónur frá fólki, sum fara út um