ídnaðarøki skulu vera, samstundis sum talið á ídnaðarøkjum verður minkað. Á hendan hátt verður tungur ídnaður savnaður á fáum støðum og fær sostatt færri skaðaárin á kringliggjandi samfelagið. Vinarliga, Sámal [...] Fuglafjarðar kommuna satsar upp á framhaldandi at samantvinna bústaða- og ídnaðarøki - ein líknandi strategi, ið vit síggja á Tvøroyri. Eysturkommunu satsar hinvegin upp á at skilja bústaða- og ídnaðarøki [...] hevur fatur á rætta endanum, meðan Fuglafjørður er á veg í eina blindgøtu. At staðseta tungan ídnað í bústaðaøkjum er ikki nakað, ið hoyrir nútíðini til - og als ikki framtíðini. Sagt á annan hátt: E
Brandur var við á U21-landsliðnum, ið kappaðist í HM-endaspælinum í Algeria í 2017. Liðið vann á Chile og Suðurkorea, og stóð seg manniliga móti stórum hondbóltstjóðum. Táverandi U21-landsliðið var fyrsta føroyska [...] Brandur: - Eg er sjálvandi harmur um, at eg ikki sleppi á hondbóltsvøllin aftur. Eg hevði ongantíð ímynda mær, at fór at vera noyddir at sleppa hondbóltsyrkisleiðini bert 24 ára gamal, men er tíverri [...] veruleikin. Síðani mars í 2023 havi eg stríðst fyri at sleppa aftur á vøllin, men uttan nakra eydnu. Hetta hevur verið eitt tíðarskeið við nógvari pínu, og við læknavitjanum, ið hava verið stór vónbrot
heldur at fáa undirvísing á enskum á miðnámi, tí at mótstøðan í føroyskum og donskum í fólkaskúlanum var ov hørð. Snýr tað seg ikki eina og aleina um hugburð og vilja? Hugburð og vilja frá myndugleikum og [...] hópa seg upp: Hvør skal sleppa at fáa undirvísing á enskum? Tey, sum ikki klára at fáa føroyskt fráfaringarprógv úr fólkaskúlanum, ella skulu tey, sum ikki ”kenna seg heima í føroyska málinum”, eisini hava [...] ættarlið[1]. Hetta staðfestir bara tað, sum málprofessarin á Føroyamálsdeildini, Hjalmar P. Petersen, fleiri ferðir hevur víst á. Hann sigur føroyska málið vera undir øgiligum trýsti, og at vandin fyri at
Russland. Eitt samstarv, sum hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Tað er ikki nóg gott, at russar ikki sleppa í serøkið at fiska, tí bretar ikki vilja hava russar í serøkið, uttan at vit hava fingið nakað [...] til nýggju tíðina við leypandi kunning frá landsstýrinum á uttanríkispolitiska økinum. Hesin minnilutin heldur, at ein slík skipan skal byggja á álit millum landsstýrið og Løgtingið, tí tað eru ávís ut [...] teirra á møti. Russisk skip koma framvegis í føroyskar havnir, og tað er gott, hóast átøkini hava gjørt, at virksemið er minkað nógv. Tiltøkini raka ávísar veitarar meint og hava nógv størri ávirkan á føroyska
føroyingum og skapar trivnað og gleði á okkara annars kørgu og harðbalnu klettum. Í grannalondunum hevur man ígjøgnum øldir havt ein sokallaðan alramansrætt at sleppa ótarnaður út í nattúruna, bert man virðir [...] nú ígjøgnum fleiri mansaldrar, so eru kreftir í samfelagnum farnar at gera vart við seg, sum vilja gera enda á hesi hevdvunnu siðvenju, sum allir føroyingar, nærum uttan undantak, higartil hava fegnast um [...] við ætlanirnar hjá ferðavinnuni um at selja hesi serstøku upplivilsir inni á “ognunum hjá øðrum”. Eigarar og festibóndur vilja natúrligt nokk eisini verða við í hesi lukrativu vinnu, so tað ikki bara verður
heimurin av vála og slóma ella fara upp á land, har tey vilja, og nær tey vilja – fyri bert nakrar fáar krónur. Niels Pedersen vísir á, at eitt nú sleppa íslendingar framat ferðavinnuni í Føroyum sum teimum [...] Føroyingar verða lagdir á blik fyri øllum heiminum – fyri nakrar fáar krónur. Tað sigur formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Niels Pedersen, nú traktorar og landbúnaðarakfør eru á veg á Vaglið í Havn at mótmæla [...] skúgvaðir til viks. Rakstur av hagunum og seyðarakstur verður burtur. Formaðurin í Føroya Óðalsfelag vísir á, at hagastýrir, hagastevnur og grannastevnur, sum er ein tann mest demokratiska skipan, vit hava, verður
Føroyska U17-landsliðið er í hesum døgum suðuri í Gibraltar fyri at taka lut í einari UEFA-menningarkapping, har Gibraltar, Litava og Ísland eru mótstøðuliðini. Farna hósdag taptu Føroyar 0-5 (0-4) fyri [...] Føroyar aftur fyri einum stórtapi, hesaferð móti Íslandi. Ísland vann dystin 6-0. Í steðginum vóru íslendingar á odda 3-0. Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar: ##med2## Kelda: FSF Týsdagin spæla Føroyar móti Gibraltar
slag av siamesiskum tvillingi á einum rave, so vóru ongi rúsevnir á Skála. Tað einasta sum bleiv sniffað á Skála, var bensinroykurin frá einum trukki, sum stóð í tómgongd á keiini. Perfektión í tí óperfekta [...] Bólkurin var ORKA, og staðið var loftið hjá El-Service á Skála. *** Vit eru stødd á Skála. Tað er kalt, kavi og ring koyrilíkindi. Sjálv konsertin er á ovastu hædd hjá El Service. Tað er ein stór og myrk [...] til “All At Once” útgávukonsertina á Skála. Jens L. Mittún Tað kann samanberast við landsliðið í hondbólti. Tey flestu høvdu neyvan væntað tað heilt villa av føroyska liðinum. Men tá Føroyar spældi javnt
Tindskarð tilnevnd til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023 *** U19 landsliðið í hondbólti hjá monnum Hóast leikararnir á U-19 eru ungir, sýna teir dygdir á øllum økjum á vøllinum og spæla sera væl saman sum eitt lið. Í [...] heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Løkshøll, leygarkvøldið 10. februar 2023. Jónas Gunnleivsson Isaksen Kappingin á styttru renniteinunum á oyggjaleikunum er hørð, og Føroyar [...] Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og sannlíkt eisini á 200
bara trý fyl undan stovninum, sum er 89 ross. Áhugin fyri føroyska rossinum er tó vaksandi uttanlands. Men vegna vantandi lóggávu her heima sleppa føroysk ross ikki av landinum– hóast hetta kundi verið við [...] doyggja út, eins og føroyska kúgvin. Leiðin móti einum nóg stórum og fjølbroyttum stovni er tó tung og trupul, tá fígging vantar, og undirtøkan hjá føroyingum ikki er nóg stór. Føroyska rossið hevur annars [...] øldir lagað seg til føroyska veðurlagið og lendið, sum tað ikki fer líka illa við, sum onnur ross. Tað er lítið, lætt og harðført, og harumframt sterkt og fótafimt. Tað tolir føroyska veturin betur enn onnur