verk, so varð eisini syrgt fyri, at neyðugur peningur varð játtaður til tað. Vit hava áður víst á støðuna hjá Heimarøktini í mun til aðrar stovnar. Øll vita, at stórar sparingar eru framdar á øllum økjum [...] ið bygnaðarbroytingarnar føra við sær fer fram, so er alt dømt til at miseydnast. Vit vita, at nærum hvørt heim í hesum landi á ein ella annan hátt er tengt at Heimarøktini, so ein sparing nú kemur sostatt [...] altíð vera, um vit kunnu liva við at vita, at ein er við til at lækka støði enn meira í Heimarøktini. Mín metan er, at um vit ikki hava ráð til, at geva okkar gomlu, ið hava lagt lunnarnar undir tí vælferðar
lækni hevur hann ongar trupulleikar av tí. Hann sigur, at tá hann er á møti, er hann ikki lækni og hugsar ikki um at stilla diagnosur. »Vit vita, at tá tú kemur nærri Harranum, kann henda, at tú verður [...] verða endurnýggjað og frelst,« sigur hann. »Men her er spurningurin, hvør keldan er til endurnýggjanina. Upplivilsini ella Bíblian.« Nú er tað ikki longur gjøgnum Orðið og sakramentini, at Guð ber fram náði [...] fyribrygdini, ríður støðið undan. Men verður hinvegin bygt á Orðið, stendur tú á fastari klettagrund. Fólk detta Eitt, sum ofta hevur verið ført fram, tá fólk tosa um Toronto-rørsluna, er, at fólk fara upp
rørsla lærir, at um tú trýrt á tað, vit læra, verður tú ongantíð sjúkur. Og trýrt tú veruliga rætt, verður tú ríkur og fært materiella framgongd í lívinum. Andi sál og likam Lívsins Orð ella »Framgongdarteologiin« [...] detta ella láta sum kríatúrini, uttan at vita, hví tey gera tað. Tú skalt ikki spæla við eld Heilaga andans, sigur Johannes Aagaard. »Eg ivist í, um Toronto fólkini yvirhøvur eru greið yvir, hvat tey eru [...] sum innbjóðari til Torontofundirnar í Havn, er Lívsins Orð. Johannes Aagaard, leiðari á Dialogcentret í Århus, ávarar Toronto-rørsluna í móti at hava nakað við samkomuna Lívsins Orð, ella aðrar samkomur
arbeiði eg fari at gera. Roknar tú við, at Jagland og arbeiðaraflokkurin aftur fáa valdið í Norra? Eg rokni við, at vit koma aftur at leiða Norra - um kanska minni enn eitt ár ella tvey, saman við sosialistiska [...] fyri búskaparpolitikkinum hjá arbeiðaraflokkinum, og sosialdemokratisku hugsanini sum heild. Hvat heldur tú um Norðurlandasamstarvið í løtuni? Eg, líka sum nógv tey flestu í arbeiðaraflokkinum var greitt [...] eru í løtuni tí støðu, at tað eru ójøvn tilknýti til Evropa og ES, tí er tað umráðandi at Norðurlendsku londini fáa eitt tætt tyllknýti. Hvussu sært tú samarbeiði millum Noreg og Føroyar? Føroyar eru
tekur til sín og útbyggir, so hon verður eitt lív, ið ikki bert er tríggir bókstavir. Hjá Tóroddi er ikki altíð so lætt skriva eitt sterkt upplivilsi - eitt sum man sjálvur hevur havt, hóast man hevur orðað [...] var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Gud. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað var einki til av tí, sum til er orðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Hjá Jóhannesi evangelisti [...] púra tryggur - ikki bert tí, at mamma hevði signað meg og lisið Faðir vár við mær, men eisini tí at góðar yvirnatúrligar kreftir gingu mær til handa. Hvalvíksneyt vóru komin út um Hamrá. Har hava tey einki
rumbul hevur longu tikið seg upp um hetta málið, og fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki uttan víðari fer at atkvøða fyri uppskotinum. Hann fer at taka støðu til málið í tinginum. Tað hevur eisini [...] ov nógv skip í mun til tað, sum vit fiska. Sama er galdandi við virkjunum. Tað er ov lítið av fiski til so nógv virki. Fiskivinnan á heimaleiðum ber bara eitt vist til skipini og til virkini, og tí er at [...] um eina konvertering, og at nýggir pengar skulu ikki til. -Støðan er tann, at Framtaksgrunnurin hevur lítið av eginpeningi, samtíðis sum hann hevur nógv av lánspeningi. Grunnurin er at meta sum ein ognari
vitan og hevur hann sínar næstu embætismenn á økinum við. Tingmenn eisin til Noregs Vit spurdu løgmann, hvussu tað ber til, at hann nú sjálvur fer út at vitja oljuvinnuna, tá hann annars hevur lagt upp [...] er norski orkumálaráðharrin, Frøjland, sum hevur boðið løgmanni og føroyskum oljumyndugleikum at vitja og kunna seg við oljvinnuna í Noregi. Farið verður til Oslo, har løgmaður skal hitta orkumálaráðharrin [...] avtalaður ein túrur fyri tingmenn til Noregs í næstum, og tað er løgtingið og okkara oljumyndugleikar, sum skipa fyri saman við oljumyndugleikunum í Noregi. Løgmaður hevur annars eina innbjóðing at vitja
1994 av at flyta aftur til heimland hansara. Maðurin varð rýmdur til Argentina undan tí harðrenda hernaðarstýrinum. Hann hevði verið politistur, men samstundis hevði hann lisið á lærdum háskúla, og í. [...] sigur, at eftir at maður hennara alment hevur greitt frá, hvat hann visti um Yanichelli, eru tey fleiri ferðir hótt við lívinum. ? Fleiri ferðir hava ókend fólk ringt til okkara og sagt ,at ?...nú verður tað [...] seg. Marjun sigur ein mannarættindafelagsskapur í Argentina hevur tikið málið upp, og tað hevur ført við sær, at guvernørurin í Cordobá hevur fingið nógvar áheitanir um at ansa eftir okkum, báði úr Argentina
nógvar skipstroyggjur, sum vórðu útfluttar til Englands og til Danmarkar. Eina ferð fór ein stór sending eisini til Russlands. Onkutíð vóru ordrarnar alt ov stóri til, at heilsølan kundi útvega so nógvar troyggjur [...] heilslan oman á Bryggjubakka. Poul Hansen var pápi Hans Hansen, sum í 50 ár hevur verið í fyritøkuni. Hann var stjóri fram til 1993, tá sonurin Høgni tók yvir, og Hans bleiv nevndarformaður. Eitt eyðkenni [...] var spanskur konsul í Føroyum, og Hans tók eftir. Skuldu minnast til alt Og so vóru tað útróðrarbátarnir at gera út, tá teir skuldu til Grønlands. Poul Hansen útgjørdi o.u. helvtina av bátunum. Har mátti
gott, um henna upplivingar kunnu ávirka onkran til at nýta vit og skil í ferðsluni. ? Bara eg megni at ávirka ein av 50, so er tað gott, vísir hon á. Nú hevur nógv kjak verið um skilaleysu koyringina - kanska [...] við Strond - beinleiðis orsakað av skilaleysari koyring. Politiið hevur sagt, at teir hava verið heima og tosa við dreingir, sum eru við til at koyra ørt - saman við foreldrum teirra, men at einki hjálpir [...] heldur ikki lært tað, at tey altíð skulu nýta trygdarbelti. Eg síggi ofta fólk koyra, uttan at tey nýta trygdarbeltið - tá hava tey ikki rættuliga skilt mína vanlukku, heldur hon. Herit hevur koyrikort,