arbeiðið at ganga undan. Tað bleiv longri og longri ímillum at fólk fingu arbeiðsboð og tá ið telefonin so loksins ringdi við arbeiðsboðum, var tað ein stokkut gleði, tí sjáldan var arbeiði til meiri enn tann [...] Spurningurin er tí, hvussu tað ber til, at tað er dýrari at arbeiða fisk í Vági enn tað er aðrastaðni? Rannvá Dalá góðtekur ikki frágreiðingina um, at arbeiðsfólkini eru so seinfør, at tað loysir seg ikki. Tvørtur [...] virkið og tað er klassamunur á, at tað hevur verið betri fiskur enn tað, vit plagdu fáa sendandi norðaneftir, sigur forkvinnan í Fjallbrúður. - Er avlopið av virkinum í Vági ov vánaligt, eru tað ikki ar
Leingi sá tað heilt gott út hjá B68. Tá ið tað 2. august í 17. umfari endaði við 3-0 heimasigri á B36, bendi støðutalvan á, at toftamenn kundu bjóða HB av í kappingini um gullkrónurnar. Síðani hevur tað gingið [...] hevur verið tann besti hjá ÍF í ár, var ikki førur fyri at spæla fyri einari viku síðani. Tað verður vónað, at Andy fer at verða førur fyri at spæla sunnudagin. Mikudagin var næstbesta B68 liðið í Vági, har [...] dystur í 1. deild var á skránni. Kristian Anton Andreasen, sum hevur verið nógv skaddur, og tískil ikki hevur verið førur fyri at spæla á besta liðnum, er um at koma fyri seg aftur. Tí var tað óheppið, at hann
kemur tað meira enn so fyri, at tú møtir døglingum á vegnum - bilar við bara einum høvuðsljósi framman. Ikki er tað hugsandi, at fólk við vilja koyra við bili, sum ikki hevur ljósini í lagi. Tað er nú [...] sambandið fer - eitt nú orsakað av fukti. Tað er ikki altíð, at bilførarin beinanvegin leggur merki til, at ljósini ikki lýsa longur. Bilførarin situr jú inni í bilinum og sær ikki, um t.d. ljósini aftan [...] sjálv/ ella sjálvur, fá so onkran annan at gera tað. Tey, sum selja perur til bilar, plaga at vera sera hjálpsom í so máta. Hevur tú varhugan av, at tað er ikki bara peran, sum er farin, eru bestu ráðini
umleið trimum mánaðum síðani. Teir kundu saktans gjørt eitt aluminiumshús eisini, sigur hann, um tað var tað, kundin ynskti. Síðan teir tóku við, hava teir selt tríggjar motorar, sum settir eru í ymsar bátar [...] bedingini á Strondum. Vit hitta Høgna saman við bróðursoninum, Jóhan, inni í høllini, har ein dekksbátur stendur uppi í løtuni. Tað er Víkingur av Selatræ, sum fær eina størri umvæling, greiðir Høgni Andersen [...] teir eru longu farnir at hugsa um, hvussu verða kann við møguligum útbyggingum. Tó tað verður í smáum, heldur hann. Tað arbeiða í løtuni fimm mans á bedingini á Strondum.
Væl av fólki var samankomið til hátíðarløtuna í ítróttarhøllini á Hálsi tíðliga í kvøld, tá seinasta skotið í Eysturoyartunlinum varð latið av. Tað var ikki mett at vera ráðiligt at lata so nógv fólk vera [...] kundu øll, sum vóru í ítróttarhøllini til hátíðarløtuna í kvøld, bæði síggja og hoyra skotið smella. Tað var Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum bjóðaði vælkomin, og síðan helt [...] í Føroyum og var ein av íverksetarunum av Eysturoyartunllinum, hevði eisini nakrar hugleiðingar um tilgongdina til undirsjóvartunnilin, sum nú er liðugt boraður og sprongdur. Nógv fólk var til hátíðarløtuna
sær klæðini, meðan hann var og svam í Svimjihøllini í Klaksvík. Eingi skáp vóru eftir at læna, og tí vóru klæðini ikki læst inni, meðan viðkomandi var í hylinum. Tað óhepna var, umframt at sjálvu klæðini [...] in Ziska var skjótt á staðnum, og kannaðu alt økið í meiri enn ein tíma, fyri at tryggja sær, at eingin persónur lá har. Onkur plastsekkur varð funnin flótandi har á leiðini, og helst er tað hetta, fólkini [...] Tað hevur samanumtikið verið ein stak friðarligur SummarFestivalur fyri løgregluna, hóast sera nógv fólk hava verið í Klaksvík seinastu dagarnar. Í ferðsluni er alt gingið fyrimyndarliga fyri seg seinasta
seg í fleiri bólkar. - Springararnir taka sjógv á bak, undan bátinum, í ymsar ættir. Tað var týðiligt, at endamálið var at sigla inn í bólkin fyri at fáa røring í. Tá so ferð er komin á springararnar, leggur [...] okkurt um ein kilometur úr landi. - Vit mettu, at teir vóru um 200 hvalir. Økið var um 200 ferðir 200 metrar. Lítil røringur var í vatninum, meðan teir lógu soleiðis og grindaðust, greiddi løgreglumaðurin [...] Síðani sigla teir mitt inn í bólkin. - Tað er eyðsæð, at teir síggja grindina og snara inn um hana. Síðani fer báturin inn millum hvalirnar og siglir í einum átta-talið inni í bólkinum, varð greitt frá. Á myndunum
avmyndaði tær inni við kaiina, har tær svumu og lupu sjóleysir í vesturskininum. Tað sigur Náttúrugripasavnið. Delfinirnar amaðust mest upp at línubátinum Vesturhavið, ið lá við kai. Og tað var kanska ikki [...] delphis) er skrásett í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1928, tá ein delfin var fangað á vágni í Sørvági. Og í 1935 var ein delfin fingin í Miðvági. Seinast delfin vitjaði var í 1985, tá ein delfin svam seg fasta á [...] bólkum á fleiri túsund delfinir. Í Danmark er delfin vorðin meira vanlig tey seinastu árini, og tykist tað at hanga saman við einum tíðarskeiði við heitari sjógvi, boðar Náttúrugripasavnið frá.
sjáldan, men hesaferð riggaði tað. Børnini vóru ósmæðin og sungu hjartaliga við. Tað sá flott út við so stórum kóri, og tað ljóðaði uppaftur betur. Mest inniliga løtan var, tá Lena spældi Stones In My Pocket [...] fløgu. Tá Lena upprunaliga átti at verið farin á pall, var einki fólk møtt upp, og tí valdu fyrireikararnir at bíða í ein hálvan tíma, men hóast hetta var ikki nógv fólk í salinum. Tá tey endiliga komu á pallin [...] góða effekt, tá Jakup gandaði tónar burtur úr steelguitarin. Framførslan hjá Lenu var sum heild góð, og hennara rødd var sum altíð fantastisk, men á stóra pallinum virkaðu Lena og Niclas øgiliga einsamøll
við málmuninum 3-1. Uppleggið hjá Eyðuni Klakstein var tað sama, sum tað var í Stokhólm næstsíðsta leygardag. KÍ liðið var aftarlaga í útgangsstøðuni. Tað bar við sær, at Hamarby skuldi nýta hugflog fyri [...] hevði fleiri hornaspørk, og tað var eftir eitt av hesum og út frá, at Kaj stýrdi bóltin í málið, eftir at høgri vongverjin Høgni Madsen hevði roynt seg við skoti útifrá. KÍ var nær við Sigursmálið skoraði [...] bólturin spældur inn um KÍ verjuna, og Kaj Ennigarð var so mikið óheppin, at hann skumpaði ein av mótstøðumonnunum um koll. Síðstu løtuna flutti KÍ fólkið longri fram. Paul Clapson, sum hevði verið rættiliga