sum gomul. Onkur vil kanska bara siga, at orsøkin er einføld: vit eta meira enn vit brúka. Men so er ikki. Granskarar finna hvønn dag nýggj vitan um obesitas, tað at vera feitur. Matur, rørsla, lívsstílur [...] ørgrynna av ástøðiligum frágreiðingum finnast. Ei undur í, at fólk ørkymlast, tá ið tey søkja sær ráð at slakna seg 5-10 kg. Tað kann næstan samanberast við at velja sær ein trúgv. Tí hvørjum skal man [...] og ’góðum’ og ’vánaligum’ feitti. Tað snýr seg millum annað um føðslu-heitið ’glykemiskt index’. Ikki skal eg her koma nærri inn á hvat South Beach Diet snýr seg um út í æsir. Tí Agatston doktari hevur
øllum heiminum av Vinnumálaráðnum verður mett at vera nóg skikkað til at umboða landsstýrið í nevndini hjá Atlantic Airways. Tað er jú ikki óvanligt at velja útlendskar nevndarlimir í føroyskar nevndir. Atferðin [...] tykkum um at velja tey best kvalifiseraðu fólkini i hasa nevndina. Vit hoyrdu svarið, men skilja als ikki grundgevingina. Og tí spyrja vit: Hvat eru tað fyri kvalifikatiónir, sum umboðini hjá Landsstýrinum [...] í hesum máli má metast at vera í stríð við andan í grein 8 í javnstøðulógini, har allar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu vera javnt samansettar av báðum kynunum
at nógv er, sum tú ikki fært tosað við ‘kjarnufamiljufólkini’ um, tí tey skilja ikki støðuna til fulnar. – Stakir uppihaldarar eru so einsamallir um uppgávuna, og mugu taka støðu til alt sjálvir. Har er [...] skoytir tó uppí, at tað er ikki altíð, at bæði foreldrini eru á lívi. – Eg ynski mær brennandi, at pápin var inni í myndini. Tað er ikki sunt fyri dreingirnar, at teir ikki hava ein mann at spegla sær [...] tær til Barnaverndartænastuna. Tað gjørdi eg sjálv, tá mínir vóru so smáir, og eg næstan hevði givið upp. Tú mást minnast til, at talan er um eina tænastu, sum er har fyri at hjálpa børnunum. Ikki at taka
so skal hetta ráð vera ein »kaffiklubbur«. Vit skulu vísa, at vit eru vinir og at okkum dámar hvør annan, og vit mugu fyri alt í heiminum ikki tosa um viðurskifti, sum vísa á øki, har ikki øll eru samd [...] danska forsætisráðharran um, hví Føroyar ikki vóru nevndar í hansara røðu, svaraði ikki umboð fyri stjórnina - nei tá fór eitt føroyskt umboð upp og vísti á, at slíkt ikki hoyrir heima í norðurlandaráðnum. Havandi [...] tíðindafólk. Eitt sindur løgið havandi í huga, at norðurlendska samstarvið ikki er tað, tey vanliga brúka nógva tíð uppá. Men orsøkin man ikki vera, at tey brádliga hava fingið ein norðurlendskan anda yvir seg
um evnið. Haraftrat er tað ikki so drúgt at skriva ein stíl, sigur Jón og leggur aftrat, at stílar í veruleikanum ikki eru til. Teir eru bert til í skúlahøpi og verða als ikki nýttir aðrastaðnis. Ein stílur [...] men verður mett sum ein íløga, sum tað í nógvum førum als ikki er. Jón sigur, at ein næmingur á einum miðnámsskúla í Føroyum ikki hevur ráð til at keypa sær eina teldu við verandi stuðulsskipan, men høvdu [...] nevnist Klikkheys. Var ikki trupult at skriva um Tá ið vit spyrja Jón, um tað var trupult at skriva um evnið, ið var valt til stílakappingina, so svarar hann skjótur, at tað var tað ikki. Evnið var viðkomandi
hjá starvsfólkunum, m.a. verður ikki tikið avloysari inn fyrsta dag, eitt starvsfólk er sjúkt. Og her skal minnast á, at okkara arbeiðsuppgávur kunna ikki goymast til næsta dag! Sparingarnar eru gjørdar [...] hevur Lágargarður eitt rúm leyst at koma at búgva í. Góðir karmar eru til røkt. Kravið er, at avvarðandi sjálvi luttaka í røktini til sítt búfólk á stovninum? Stórur tørvur er á eldrarøkt, serliga í mið [...] itikarum. Men hvat nyttar at ”lova” betringar á økinum so sum at gera/byggja fleiri pláss, um ikki er ráð at reka tey? Tá Lágargarður varð tikin í nýtslu, vóru fleiri fólk í røktini á stovninum enn í dag
samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur als ikki saman. Eisini fari eg at mæla útvarpinum til ikki at lata múgvuna (pøbilin) koma við ov nógvum ferðsluráðum. Hesi kunnu ofta [...] okkum, og sýnsfeltið gerst nógv minni. Ein onnur orsøk til ikki at hækka hámarksferðina er, at tey strekki ið hugsast kunnu at verða nóg góð til 90 km/t (ella 100?) eru so ógvuliga stutt; sjálvdan meir [...] knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka
upphædd og ókenda arbeiðsorku til at hækka livistøðið hjá hvørjum einstøkum borgara, meðan politikkarin, stakalurin, kanska fer at missa onkur gevandi bein, men hann hevur ráð til tað, og kundi kanska verður [...] stóru - ikki skulu skattast. Onkur kommuna kundi kanska fingið góð hugskot um javnari skattainntøku og kravt landspolitikkaran til at broyta hesi sera sjónsku brek og lýti í skattalógunum, um ikki var so [...] nevndarfundur x 7 í staðin fyri óteljandi fundir x 40 til at fyrireika fíggjarætlaninar. Og so kundu vit havt óteljandi fundir x 7 móti óteljandi fundum x 40 til at avgreiða øll onnur kommunal mál. Skuldi onkur
stóra pott, og verður brúkt til alt møguligt annað, spyr hann. Hann heldur eisini, at tað ber neyvan til at gera Suðuroyartunnilin til eitt partafelag, tí hann lýkur ikki krøvini til avkast, sum eitt partafelag [...] tí noyðist Løgtingið at taka eitt kjak um, hvussu hetta skal leggjast til rættis. Og hann er sannførdur um, at tað ber ikki at til at fíggja alt hetta á fíggjarlógini og tí verður tað neyðugt at finna [...] landskassin tekur kringvarksgjald frá fólki, sum er markað til Kringvarpið, og landskassin tekur gjald frá fólki til Heilsutrygd og tað fer eisini til Heilsutrygd. – Er tað so rímiligt, at allur vegskatturin
foreldrið, sum barnið ikki býr hjá – um ikki annað ber til, gerið so fyribils avtalur – so barnið veit, nær tað skal vera hvar komandi tíðina. Um tað er gjørligt, hav so barnið við uppá ráð, tá hesar avtalur [...] á, at hóast tit vaksnu fara hvør til sítt, eru tit enn líka góð við barnið - Minn títt barn á, at tað ikki á nakran hátt hevur ábyrgdina av, at tit vaksnu fara hvør til sítt - Vís tínum barni virðing við [...] hvørjum øðrum, hava tá nøkur serlig kor. Skilnaðurin ger, at barnið ikki kann vera saman við báðum foreldrum jólaaftan, eins og foreldrini ikki sleppa at hava børn síni hjá sær hvørji jól. Hjá nógvum børnum