vanlukkuna var ræðulig. – Beint eftir, at hon var deyð, hataði eg, at øll skuldu tosa um hana í tátíð. Øll søgdu, at hon »var« og »var« og »var« – alt var tátíð, og eg kvaldist av tí. Tí hvørjaferð var tað enn [...] Tað var tómligt, tí hon var rokalig, tað hendi nakað, har hon var, og hon larmaði. Í fjør var eg keddur í desembermánað, men sjálvandi var eg eisini spentur til jóla og til allar pakkarnar. Tað var ein [...] okkurt annað eina løtu. Men tá eg kom oman í SMS, var tað ein, sum steðgaði mær og spurdi, hvat eg gjørdi har, tí systir mín var akkurát deyð. Tað var forferdiligt, sigur Døgg og greiðir frá, at hon fekk
Frá hesum húsum, sum Petur sjálvur hevði teknað visti eg, at talan var ein skapandi mann, eg var ávegis at tosa við. Eisini at talan var um ein mann við góðum handligum evnum. Snøggu og væl umhugsaðu húsini [...] men tað var eitt gott ár sum sitir fast í minninum. Eg minnist, at vit leigðu frá Andrias Weihe, tað var hann sum gjørdi so stórt arbeiði fyri fornminnasavnan í Føroyum, sigur hann. - Skálavík var einki [...] royktu fingu nógmikið til túrin. Eg var kokkadrongur við og kokkurin var fantasturin Bella Johan í Norðdepli, eitt ediligt menniskja, sigur Petur Andreasen. Petur var ikki leingi tilskips, longu árið eftir
Hóskvøldið var stór mótasýning uppi á Hotel Føroyum. Tað var Miðbýarfelagið, ið stóð fyri. Heilt fitt av fólki var komið saman at síggja, hvat boð Miðbýarfelagið hevði til vetrarmótan í ár. Handlarnir [...] í miðbýnum vístu fram klæðir bæði til ung og gomul, og mótasýningin var heilt vist bæði áhugaverd og fjølbroytt.
sjónum, og tað var kalt. Tá gjørdi sjóverkurin seg eisini galdandi. Eisini slapst við onkran túr at taka hellufugl, og stongin var eisini við. Tá var farið vestur um Skorðarnar. Her var so at sleppa sær [...] leiðir at rógva á. Við snøri var tað gjarna út fyri víkini, norður úr íðuni og inn frá gjómunnanum. Farið var út á rákaleið, tá ið góður streymur var, og út á miðhavsleið, og her var tað bæði við línu og snøri [...] so var tað óført. Nakað seinni sluppu dreingirnir við, tá ið róð var norður undir land. Umframt at hava stongina við, varð eisini roynt við snarum. Hetta vera eitt sindur óbehagiligt, tá gjálv var í sjónum
serligt var sekkjapípuorkestrið, og so hetta at teir gingu í kilt, skotska tjóðarbún-anum. Tá ið farið var undir at seta barakkir upp, tóku teir føroyska arbeiðsmegi, og tað var skjótt, at arbeiði var til [...] Tað yngsta varð føtt, meðan hann var í Føroyum. Tað var einki sum æt at fara heim í farloyvi, heldur ikki tá ið mamman doyði. Tað var í hvussu er gott at vita, at tað var toluliga trygt heima hjá teimum [...] ikki heilt ungur. Hann var føddur í 1904. Hann hevði meldað seg sum sjálvbodnan hermann áðrenn kríggið. Tá ið kríggið brast á i 1939, var hann innkallaður sum hermaður. Hann var á eini legu í Beauly í Skotlandi
aftur. Skjótt var farið at leita. Tað fyrsta skipið, sum fór, var Háenni. Skiparin, Frits Olsen, ættaður úr Trongisvági, var giftur við Cathrinu, systir Henry, sum var við Kalli. Leitað var eisini frá landið [...] gloymt, seinast eftir eini lummalykt. Seinni var Cristian so sera harmur um, at hann kortini ikki var farin við. Hann vildi heldur, at tað var hann, sum var farin, heldur enn sonurin. Hann hevði annars [...] rættilig bygd. Fólkatalið hevði í mong ár verið støðugt. Í 1955 var tað komið uppá 70. Í 1960 var tað 58. Í 1966 var tað 41 og í 1970 var tað 31. Í dag eru 4 fólk i einum húsi, sum eru fastbúgvandi á Syðradali
nýtir eisini nógva tíð at taka fotomyndir. Eg var nokk einasta barn, sum var so tætt upp á hann, so ofta var eg á myndunum. Eins og í tekningum og málningum var sermerkið hjá Olivur at fanga løturnar. Einki [...] í Klaksvík, var heima og tók sær av børnum og húsarhaldinum. Pápin Hans, sum var hvalbingur, silgdi og var mangan langar túrar burtur. Tíðirnar kunnu ikki samanberast við í dag. Túrarnir vóru langir og [...] Bara lívið sum tað veruliga var. Tíðin í Danmark fekk sín enda, og tíð var at venda heim aftur til Føroyar. Í bókini um Olivur, sum Norðurlandahúsið gav út, stendur m.a. “Tað var sum eitt frískligt várlot
Tað var spennandi, tað var væl skipað og taktiskt, allir arbeiddu sum fyri lívinum, og í løtum var tað gott spæl, tá ið KÍ í fínum líkindum í Klaskvík í kvøld vann 2-1 ímóti HB. Úrslitið ber við sær, at [...] kundi tað sæð út til, at alt var avgjørt. Men HB koyrdi á, og tá ið tað eitt korter undan leikloki eydnaðist at minka um munin, var spenningurin aftur heilt stórur, og tað var hann, inntil fíni dómarin, [...] væl saman millum keturnar, Kristian var stinnur í málinum, verjan gav millum lítið og einki burtur, miðvøllurin var skilagóður, spælararnir hildu seg væl til tað, sum var avtalað, og í álopinum spældu Páll
og helt fyri, at hatta var kanska ikki so galið! Tíðina meðan eg røkti starvið var eg í tøttum sambandi við Poul, og hann var altíð klárur við góðum ráðum, rósandi orðum og var mær ein hollur stuðul. Góði [...] gávum og foldarlívinum. Poul fekk nógvar gávur og var ríkaður á so mangan hátt gjøgnum lívið, men hann gav fleirfalt aftur. Tí fremsti eginleikin var júst hansara gávumildni; hann lat gleðiliga av sínum [...] familjukærur hann var og hartil gávumildur og barngóður. Tað er í stóran mun honum at takka, at familjubondini eru so sterk. Hesum eru vit tær óendaliga takksom fyri, Poul. Poul var so livandi at tað er
Mest eyðsýnda skiftingin var, at Jens Joensen, sum annars hevur verið miðverji, hesa ferð var næstfremsti maður. Jens var í álopinum saman við Klæminti A. Olsen. Uppskriftin var, at Jens við høvdinum skuldi [...] legði NSÍ framum, tá ið lítið korter var farið. Talan var um skjótt og sannførandi mótálop, eftir at KÍ hevði havt deyðbóltsstøðu. Meiri enn helmingurin av NSÍ liðnum var við í álopinum. Óli Arge spældi [...] Tað var ikki undarligt, at teir í NSÍ sóu vónsviknir út, tá ið Rúni Gaardbo hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík leygardagin. Fyri triðju ferð á rað var úrtøkan hjá teimum gulu og svørtu einki stig