Ì dag er minningardagur teirra sjólátnu. Í hesum sambandi er hóskandi at minnast eina av teimum vanlukkum á sjónum, sum hava kostað okkara fólki so nógv
Í Kalsoynni eru tveir rundir minningardagar í ár. Annar er, at tað eru liðin 50 ár síðani, at Kallur á Syðradali hvarv við trimum monnnum. Hin er, at tað eru 100 ár síðani, at “húsaskonnartin” Mariana hvarv við seks monnum í 1913. Hetta fer uttan iva at merkja minningarhaldið á Syðradali í dag.
Lagnutúrurin við Kalli
Sunnukvøldið tann 22. september 1963 vóru teir á Kalli um 10 tíðina á kvøldi farnir til Klaksvíkar eftir eini egndari línu. Teir skuldu eisini sjálvir egna eina línu, áðrenn teir fóru avstað til útróðrar.
Við 6-mannafarinum vóru tríggir menn. Elstur var Dánjal Danielsen, 67 ára gamal.
Við vóru eisini sonur hansara, Joen Simon, 29 ár, giftur við Elsu Jacobsen av Saltnesi og pápi at 4 mánaðar gomlum soni, Edmund, og bróðursonur Dánjal, Henry Danielsen, 31 ár. Hann var komin til giftingar við Solveig Brestisson Thomsen úr Skúvoy.?
Teir fóru av Klaksvík um tvey tíðina um náttina , og teir vóru væntaðir aftur um middagsleiti mánadagin. Men eingin bátur kom aftur. Skjótt var farið at leita. Tað fyrsta skipið, sum fór, var Háenni. Skiparin, Frits Olsen, ættaður úr Trongisvági, var giftur við Cathrinu, systir Henry, sum var við Kalli.
Leitað var eisini frá landið av. Millum annað varð ringt norður til Trøllanesar at vita, um tey sóu nakran bát. Telefonstøðin var í Innistovu hjá Onnu og Mikkjali Joensen.
Jógvan, sonur teirra, fór norður á Kallin at vita, um hann sá okkurt. Men har var einki. Tað einasta, hann sá, var eitt russiskt sildaskip á veg norður eftir í Djúpunum. Jógvan var tá trúlovaður og bleiv seinni giftur við Gertrud, dóttur Dánjal og systir Jóan Símun.
Báturin - hvítur við grønum stokkum og við hvítum stýrhúsi – var seinast sæddur mánadagin fyrrapartin um 11-tíðina. Tá kom bátur úr Oyndarfirði, Guttabáturin, fram á hann nærri Kalsoyarlandinum millum Kallin og Funningsmúla,
Kallur stimaði tá eftir kýki. Seinni kom Nevið Reyða fram á kíkar út fyri Líðarmunnan á Kalsoynni norðan Blankskála, og ein var funnin út fyri Húseiði.
Eisini komu teir fram á tvey línutrog fyri Keldunum, og hildið var, at tey vóru av saknaða bátinum. Nevið Reyða var tann fyrsti bátur, sum leitaði í Djúpunum, har Kallur var sæddur seinastu ferð.
Lorvíksbáturin Sigatindur, sum kom av sildaveiðu, hevði um 4 tíðina seinnapartin sæð hesar kíkar. Teir undraðust yvir, hvørjir fremmandir menn, ið kundu hava sett línu har á leiðini.
Háenni kom eisini fram á kík við ódrignari línu hjá Kalli. Tað tyktist sum at teir høvdu fingið enda og hava kanska ikki funnið hin kíkin, so teir kundi draga frá hinum endanum.
Í leitingini, fyristílað av verjuskipinum ?Vædderen,? luttóku fleiri skip og útróðrarbátar. Thorshavn radio hevði alla tíðina samband við førini og leiðbeindi tey. Millum skip, ið leitaðu, vóru Víkingur, Pride, Stella Maria, Lishøvdi, Nevið Reyða, verjuskipið Ternan, norska bjargingarskipið Skomvær II, Havnatindur og Pálsdrangur. Týsdagin sendi ?Vædderen? upp sína tyrlu. Flogfar frá bretsku sjóverjuni, Coast Guard, tók lut í leitingini.
Veðrið var gott, tá Syðradalsmenninir fóru til útróðrar, men mánadag seinnapart um fýra tíðina gjørdist vindur. Hildið verður ikki, at tað kann hava verið av veðri, at báturin var farin.
Christian hevði ánilsi
Solveig greiðir frá, at hon var komin úr Skúvoy norður til Syðradals saman við mammu síni. Hon og Henry skuldu giftast í næstu framtíð, og tá er altíð nóg mikið at takast við og at fyrireika.
Joen Símun og Henry vóru dupult systkinabørn, páparnir vóru brøður og mammurnar, sum vóru úr Lorvík, vóru systrar. Jóan Símun skuldi vera formaður á Háenni henda veturin og Henry hevði verið við Fuglberg.
Pápi Henry, Cristian, hevði ætlað sær við hendan dagin, men Henry, sum sjálvur vildi sleppa við, bað hann liggja heima at stinga fliður til agn. Hetta dámdi Christiani einki.
Men mánamorgun fór hann í Knússdal norðanfyri Syðradal at stinga fliður. Hann fór tíðliga upp mánamorgunin. Men komin oman á bakkan, sá hann eitt so bjart ljós omanfyri húsini, at hann ánaði, at her var talan um varsil.
Út á fyrrapartin, klokkan hálvgum ellivu, kemur Chistian aftur i ringum skørum og sigur, at hetta verður okkum ein ringur dagur. Tað vísti seg eisini, at hann hevði stoytt pøsina við fliðum til sjós aftur. “Her var einki at stinga fliður til!”
Okkurt hevur hann kent á sær. Tað hevur kanska eisini Henry gjørt. Tá ið hann fór avstað, fór hann inn til systkinabarnið, Jóan Símun, at geva tí lítla Edmundi eitt klemm. Hann helt skemtiliga fyri, at “eg kenni meg at eiga ein part í honum.”
Hann kom heilar tríggjar ferðir niðan aftur til hús eftir onkrum, hann hevði gloymt, seinast eftir eini lummalykt.
Seinni var Cristian so sera harmur um, at hann kortini ikki var farin við. Hann vildi heldur, at tað var hann, sum var farin, heldur enn sonurin.
Hann hevði annars havt sínar royndir at missa. Undan Henry hevði hann mist dóttrina Cathrinu, sonin Johnri Sofus, tvey ára gamlan, og aftur Jonri Sofus, uppkallaður eftir beiggjanum, sum druknaði á Syðradali, 10 ára gamal. Eisini hevði hann mist konuna, Andreu, árið frammanundan.
Pápi Christian og Dánjal, Jóan Símun, fekk eisini ein óeydnuligan deyða. Í 1901 fekk hann blóðeitran umborð á eini slupp undir Íslandi. Viðgerðarmøguleikarnir vóru ringir tá í tíðini. Hann doyði og varð jarðaður í Tórshøfn innast á Langanesi.
Stjúkpápin “sá” vanlukkuna
Elsa, sum var gift við Jóan Símun, var ættað av Saltnesi. Tey vóru gift inn til verforeldrini á Syðradali, men høvdu annars ætlan um at byggja í Klaksvík. Elsa greiðir frá, at í fyrsta umfari trúðu og vónaðu tey, at báturin hevði fingið motorskaða, og at hetta var orsøkin til seinkanina. Men henda vónin hvarv, tá ið lutir vóru funnir av bátinum.
Elsa hevði eisini mist pápa sín, Edmund, á sjónum, tá ið hon var 2 ára gomul. Hann gekk burtur við Morning Star í september 1941 saman við beiggja sínum, Esbern, sum var skipari.
Mamman giftist aftur við Mikkjal Johannesen av Saltnesi. Mikkjal hevði eisini evni at “síggja”. Hann plagdi at vera kokkur, og júst hesa tíðina var hann kokkur við línuskipinum Hans Oliver Højgaard í Grønlandi á saltfiskaveiðu. Salomon og Hans Karl, beiggjar Elsu, vóru eisini við.
Tá ið Mikkjal fær hesi vanlukkutíðindini frá skiparanum, tá visti hann longu, hvat ið var áfatt. Hann hevði nevniliga í dreymi vanlukkunáttina sæð eitt russiskt sildaskip sigla á Kall og kloyva hann. Mikkjal hevði eisini í dreyminum sæð Jóan Símun í bátinum. Hann hevði eisini kent ein stoyt inn í síðuna í sama viðfangi, sum hann droymdi.
Mikkjal hevði eisini sæð navn og skipanummar í dreyminum, men tað hevði hann gloymt, tá ið hann vaknaði.
Men so merkiligt var tað eisini, at kvøldið fyri vanlukkudagin høvdu teir á Syðradali sitið og tosað um øll hesi russisku sildaskipini á okkara leiðum og um vandan fyri, at tað fór at enda galið onkran dagin.
Dánjal hevði annars siglt frá tí, hann var 14 ára gamal. Fyrsta túrin hevði hann forvunnið 400 krónur, útgoldnar í gullpeningi. Norðlýsið skrivaði, at hann var av raskastu sjómonnum.
Hetta var sjálvsagt eisini ein serligur smeitur fyri, Sofíu, sum misti bæði mann og son. So merkiligt kundi tað vera. Dánjal hevði siglt alt kríggið við Bjørgvin hjá Julius á Syðradali uttan at nakað var hent honum. Hann hevði verið heilar 25 ferðir í Aberdeen. Ein túr tók hann frí, og tá hevði eitt týskt flogfar verið nærgangandi, og ein maður misti eygað.
Og nú skuldi Dánjal doyggja nærum út fyri lendingini á heimbygdini.
Nakað seinni varð hildin minningargudstænasta í kirkjuni á Húsum, sum var full sett. Teir, sum talaðu, vóru Tummas Jacobsen prestur og Henry Andreassen trúboðari.
Magnus Justesen, seinni Høgenni, úr Norðdepli var hesa tíðina lærari í Húsa sókn. Sama dag, sum teir vóru saknaður, yrkti hann sang um hendingina, og var hann eisini sungin til minningargudstænastuna. Tað sæst ikki, at hann er prentaður áður, men tað verður hann so nú.
Elsa flutti út í Saltnes við soninum eftir vanlukkuna. Góð níggju seinni giftist hon við Hákun Jacobsen, serliga kendur frá línuskipunum Jógvan Norði.
Tey fingu trý børn saman. Sonur Elsu og Jóan Símun, Edmund, eigur Jóan Símun Edmundsson, kendur frá fótbólti.
Solveig giftist seinni við Marvin Hansen, ættaður úr Norðragøtu. Tey búgva í Klaksvík.
Meira millum himmal og jørð...
Peter Jacob Sigvardssen hevur tvær frásagnir í bókini Hin Heimurin, 1. bind, í sambandi við hesa vanlukku.
Onnur frásøgnin er frá Onnu Saltá, sum var gift við bróður Elsu. Hon greiðir m.a. frá:
“Eg droymdi eina ferð Jóan Símun í fleiri nætur. Tað tóktist, sum vildi hann hava okkurt frá mær. Vit áttu tvær døtur, og í 1965 var eg aftur við barn. Eg sigi tá við mannin: “Veitst tú hvat? Um vit nú fáa hetta barnið, og tað verður ein drongur, so skal hann eita Jóan Símun.” Vit fingu ein drong, og soleiðis kom hann eisini at eita. Síðan tá havi eg ongantíð droymt hann aftur. Hann gekk eftir navninum.
Hin søgan er av Húsum:
Um hetta mundi sótu tvær konur á Húsum og prátaðu í køkinum. Alt í einum hoyra tær trý hvøll skot, so báðar hvøkka við. Hevði tá onnur teirra á orði: “Nei, hatta var ikki nátúrligt!” og vóru báðar sera illa við av hesum løgna tilburði.
Tá ið hesar kvinnur frættu um vanlukkuna var teimum greitt, at tær hoyrdu hesi skotini í teirri løtu, Kallur fór av Syðradali.
Leivdir afturfunnar
Seinni vóru leivdir funnar aftur av bátinum. Lorvíkingar høvdu frá báti sæð skrúvuaksilin saman við stevninum av bátinum við Stóra Tanga sunnanfyri Blankskála.
Hetta var fingið til Syðradals tann 3. juli 1976, júst á 70 ára føðingardegnum hjá Fíu, konu Dánjal. Tað vóru Alfons, giftur við yngstu systir Henry, og Obert, yngsti beiggi Henry, sum vóru farnir eftir hesum.
Um eitt ár seinni funnu brøðurnir, Marius og Kristin Vilhelmsen, systursynir Henry, í sama stað aðrar lutir frá bátinum sum knívar og ta brotnu kumpassina.
Seinni varð motorurin eisini funnin beint norðanfyri Stóra Tanga.
Smeitur fyri Syðradal
Elsa heldur saman við øðrum, at henda vanlukkan gjørdi sítt til at taka grundarlagi undan Syðradal sum rættilig bygd. Fólkatalið hevði í mong ár verið støðugt. Í 1955 var tað komið uppá 70. Í 1960 var tað 58. Í 1966 var tað 41 og í 1970 var tað 31. Í dag eru 4 fólk i einum húsi, sum eru fastbúgvandi á Syðradali.
Hetta er so ein partur av lagnusøgu føroyinga, sum her fyrstu ferð er lýstur í síni heild.
Skal at enda takka heimildarfólkini Jógvan Joensen, Solveig Hansen, Elsu Jacobsen og Kristin Vilhelmsen. Uttan tey hevði henda søga ikki verið skrivað.
.....................................
At seta í ein kassa
Daniel, Jóan Símun og Henry í Hoygarðinum á Syðradali
“Harrans friður verður við minni tykkara”.
Lag: Hvo ikkun lade Herren råde.
Hvør veit á morgunstund at siga,
hvar hann á kvøldi gista skal,
ei nakað ýti er at miða,
ei kanst tú seta nakað tal.
Nei, deyðin ei at tonnum sær,
so mangur bráan deyða fær.
So fróðir garpar tríggir stevndu
við “Kallur” út á fiskileið,
á myrku nátt – teir línu egndu,
í dýrdarveðri drála ei.
Teir løgdu út á villa hav,
tá sólin gingin var í kav.
Á morgni árla teir sær skunda,
at draga fongin inn um borð.
Tey heima eftir teimum stunda,
her fall so mangt eitt bønarorð.
Tí veðrið ótlaði so skjótt,
sum vildi tað at teimum hótt.
Her heima sita øll og tráa.
Gud gævi Kallur aftur kom.
Ei kundu teir at landi náa,
tey mistu faðir mann og son.
Vit tríggjar vinir mistu her,
øll sorgarboð os deyðin ber.
Frá landi legði mong ein skúta,
at hjálpa teim úr havsins neyð,
men mansins megd mátti lúta.
Tí havið tók og teimum beyð
at bera sorgarboð í havn,
teir sukku djúpt í havsins favn.
Vár kæri Himnafaðir sterki,
ver teirra troyst í sváru sorg.
Tú eina ræður hvørjum verki,
og leiðir tíni heim í borg.
Har einans gleðisongur er,
har eingin sorg i barmi ber.
Húsar, hin 23. september 1963
Ein vinur
Magnus Justesen, lærari
------
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá um húsaskonnartini Marionnu og øðrum vanlukkum í Kalsoynni.