besta, har tú hevur títt yrki. Um tú metir meg, eitt vanligt kirkjufólk, at vera fundamentalist og alt tað ónda, sum tað inniber, so vil eg fyrigeva tær tað. Tú er nokk eitt hampafólk, sum bara hevur fingið [...] Samstundis skrivar tú, at tú fer ikki sita hendur í favn, men fer at stríðast sum úlvur á skóg fyri at verja hesi menniskju. Tað fær meg at spyrja: Hví meldaði tú so ikki hesi herverk til løgregluna? Tað [...] hugstoytt er, at tú sum journalistur og, sum eisini sigst vera sera fornuftig, veit hvat vit seta í samband við fundamentalismu. Øll, sum tit hava lært at rópa hetta herrópið, vita ikki, hvat tað er, tey siga
í greinini. Sum eg lesi greinina, snýr málið seg um rættin til at liva, sum ein sjálvur vil. Sum samkyndur, sum rúsdrekkanjótari ella hvat tað skuldi verið. Og er tað hetta, Dagny meinar við, eri eg púra [...] púra samdur við henni. Sjálvandi skulu øll hava rætt til at liva lívið, sum tey sjálvi ynskja. Hesin rætturin gongur heilt at gáttini til næstan. Tað vil siga, at so leingi, sum ein ikki ger seg inn á [...] júst fyri at vit sjálvi kundu avgera, hvussu vit vildu liva. Hann gjørdi okkum ikki til robottar, sum eru forritaðir til ávísa ætlan. Men samstundis sum Gud gav okkum fría viljan, gav hann okkum eisini
Heina O. Heinesen og Signar Hansen. Hevur tú heilt gloymt ella vil tú bara ikki minnast tær frálíku og sera áhugaverdu samrøðurnar, sum ein av nýggju blaðkvinnum okkara hevur havt við mentamálaráðharra tjó [...] føroysku pressuni og biðja til, at tú sjálvur sakliga og objektivt ger títt til at fáa eina so breiða og demokratiska viðgerð av hesum álvarsmáli sum til ber. Eg skal enda við at vísa til bræv, sum undirritaði [...] ikki út sum, at tú sum sannførdur tjóðveldismaður er sinnaður at tosa um aðrar leiðir á sjálvstýrisleið enn hana tú og tín flokkur ganga inn fyri. Men hetta verður tú noyddur at sanna, skal tú koma víðari
higartil hevur gjørt, er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann føra til, at ein politisk semja verður funnin, sum hevur poltiskar [...] semju, sum ger, at tú orkar at broyta viðurskiftuni. Alt annað er bert markeringspolitikkur. Sig mær, hvussu nógv hevur Tjóðveldiflokkurin vunnið á sjálvstýrisleið einsamallur higartil? Ella hvussu nógv hava [...] siga, at soleiðis og soleiðis skal tað vera, nú er leyst og liðugt, tí hvat skulu so aðrir flokkar koma við. Tú verður noyddir til at hava eina opna dagsskrá, men yvirskipaða málið er at vit gera eina nýggja
Helt, at tú mátti hava misskilt okkurt. Fyrireikingartíðin hjá námsfrøðingunum hevur onki við barnsins manglandi hugflog at gera!! Tvørturimóti skilji eg tað soleiðis, at fyrireikingartíðin skal til fyri at [...] Heimið hevur alt at siga. Hvat loyva foreldur børnum, tá ið tey endiliga eru heima?? Tað er sanniliga eisini har, ið tey skulu stimbrast! Um tey dag aftaná dag verða sett framman fyri sjónvarpinum ella telduni [...] Malla Dam ------ Havi júst lisið títt lesarabræv í dimmu, har tú endar við at skriva, at onkur klókur kanska kundi svara tær aftur, so eg helt, at eg kundi royna. Eg fekk eina kenslu av órættvísi, tá
Helt, at tú mátti hava misskilt okkurt. Fyrireikingartíðin hjá námsfrøðingunum hevur onki við barnsins manglandi hugflog at gera!! Tvørturimóti skilji eg tað soleiðis, at fyrireikingartíðin skal til fyri at [...] Heimið hevur alt at siga. Hvat loyva foreldur børnum, tá ið tey endiliga eru heima?? Tað er sanniliga eisini har, ið tey skulu stimbrast! Um tey dag aftaná dag verða sett framman fyri sjónvarpinum ella telduni [...] námsfrøðingunum hesa fyrireikingartíð og trúgva uppá, at tað kemur okkara børnum til góðar. Og so skulu vit minnast til at virða tað arbeiðið, ið verður gjørt, fyri at komandi ættarlið kann fáa eina so
løgtingsmaður Eg haldi, at svarið sum tú gevur, vísir at tú hevur lisið grein mína sum ein ávísur lesur eina arða vælkenda bók. Her var onki gall og gor sum tú nevnir tað, bert staðfesting av tínum “positiva [...] vóru hesir - men sum tú lat verða við at svara upp á í aftursvarinum: 1) Hvussu nógvum andstøðuuppskotum Hergeir Nielsen atkvøddi fyri í sínum samgongutíðarskeði 1998-2004?? 2) Hvat Hergeir Nielsen sum [...] sum 17. maður í samgongu frá 1998-2004 játtaði til Suðuroyar Sjúkrahús til neyðugar íløgur?? Viðmerkjast skal, at tær somu átroðkandi íløgur, sum nú er játtaðar, vantaðu eisini tá, er mær kunnað. Eg eri altíð
hvussu nógv av játtanini til heimarøktina fer til umsiting. Tað skerst heldur ikki burtur, at innan heilsuverkið, ið er niðurpínt, eru ikki nakrir sjónligir batar, tvørturímóti. Tað, tú hoyrir innan heilsuverkið [...] ferðir 149 krónur. Hvat heldur Høgni Hoydal, samgongulimirnir høvdu sagt til 200 krónur í lønarhækkan í staðin fyri tær 9-10.000 krónurnar, teir fingu í lønarhækkan um mánaðin fyrr í ár? Hvat so pensiónirnar [...] Høgni Hoydal kann fara út og spyrja tær heimahjálpir, ið vórðu uppsagdar vegna sparingar, ella hann kann fara til tey sjúk og eldru, ið hava brúk fyri hjálp. Spyr, hvussu nógvar tímar tey fáa í heimahjálp
teir sjálvir svar tær aftur uppá uttan nakran trupulleika. Tá tú sigur "Kom til arbeiðis" - ja, hvør heldur tú, er til arbeiðis og hevur verið tað ?? Tað eru nevnliga teir limir í øllum løntakarafeløgum ið [...] sannleikan tola tit ikki at hoyra. So er tað nakar ið onki annað hevur uppá hjarta uttan at rópa bøøø, ja so er tað tú og tínir líkar. Tað tú kastar eftir Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum kunnu teir [...] hava skapt eina útflutningsvinnu sum hevur givið so nógv av sær at peningur hevur streyma inn í landskassan seinastu fýra árini. Fiskimenn okkara hava ført fiskin til lands, alibrúkini hava eisini sín part
hann hevur teir eginleikar sum skulu til fyri at kunna viðurkenna, at hann og tann stovnur hann hevur ábyrgdina av, eisini kunnu gera mistøk ja so stór mistøk, at persónur, sum er komin á heimið til viðgerðar [...] og at heimið hevur altjóða viðurkenning. Eg haldi ikki, at tað er tekin um professionella viðgerð, at ein maður sum hevur fingið eina yvirdosering skal liggja uttan eftirlit í 6, 8 ella kanska 10 tímar [...] ára gamal. Skilir Ingi Mohr veruliga ikki, at tað er stovnurin, sum er beinleiðis orsøkin til at Kenneth doyði? Hvat hendi á Heilbrigdinum tann 05. januar 1997? Nei Ingi, tær nýtist ikki at vaska tínar hendur