Sum journalistur er tú í teirri hepnu støðu altíð at kunna bestilla tær atgongd til mikrofonirnar í Útvarpi- og Sjónvarpi Føroya, at lufta tínar meiningar um onnur menniskju og tíni áhugamál, og hinvegin eisini at vera spurd av teimum. Tann møguleika hava vit vanligu føroyingar ikki. So kunnu vit tosa so vakurt, í demoktatiets hellige navn, um ytringsfríheit.
Brynhild, hvar í grein míni nevni eg orðið sjúka? Og hvar havi eg sagt, at tey samkyndu pr. automatik, verða lekt við at ganga í kirkju? Slutur. Bara sveimarar koma við slíkum pástandum, at øll verða lekt, sum trúgva »nóg mikið« á Guð. Eg segði, at samkynd koma eisini í kirkju, (tað eru tey nokk komin gjøgnum allar tíðir, og verða vælsignað saman við øllum okkum øðrum syndarum, ið har sita) men at tað ikki eru hesi, ið seta kirkjuni krøv, at hon skal laga lógir og boðan eftir teirra ynskjum og tørvi.
Sjúka - ja, eg veit ikki, hvussu vit definera hugtakið. Kynsliga at verða drigin at øðrum enn tí mótsatta kyninum stríðir í hvussu so er í mínum hugaheimi móti náttúruni. Nøkur menniskju vera eisini drigin at m. a. neytum, seyði, hundum, delfinum og gásarungum. Fyri mær ljóðar tað nokkso øvugt. Skal ikki koma inn á skapanarorningina, fyri ikki at vera tað ljóta orðið kristiligur. Vit lóggeva kortini ikki fyri slíkum, men geva hesum menniskjum frið og somu rættindi at búgva í Føroyum, sum øll onnur - og tað fáa tey eisini.
Forrestin, tá ið tú tosar um sjúku, hví er tykkara framhalding tá, at tey pedofilu hava tørv á psykoterapi? Kann slíkt viðgerðast?
Tú sigur teg hava sæð, ella hava prógv fyri, at føroyingar hava vanvirt og gjørt seg inn á tey samkyndu við hatursálopum og við at smildra rútar inn á tey. Samstundis skrivar tú, at tú fer ikki sita hendur í favn, men fer at stríðast sum úlvur á skóg fyri at verja hesi menniskju. Tað fær meg at spyrja: Hví meldaði tú so ikki hesi herverk til løgregluna? Tað hevði eg kent, sum mína kristnu skyldu, óansæð hvør taparin var, ið var útsettur fyri slík álop.
Brynhild, tú heldur fram við slagorðinum, sum gongur aftur ferð eftir ferð í kjakinum í Føroyum: fundamentalisma. Samstundis sum tú sigur teg verja allar bólkar í samfelagnum fyri happing, liggur diskrimineringin goymd í hesum: Fundamentalistarnir í Føroyum! Tú førir fram, at allir teir túsundtals vanligu føroyingar, sum vilja byggja á kristnu siðalæruna, sum hevur verið trúgv fedra okkara gjøgnum túsund ár, nú brádliga eru fundamentalistar tí teir ikki ganga inn fyri, at landið gerst eitt sekulariserað, eitt reint verðsligt samfelag. Hvør er tað, sum her happar, ja, meira enn tað? Er tað ikki Brynhild Thomsen? Við at rópa rakstrarróp út í flokkin: fundamentalistarnir!, sigur tú, at ein stórur skari av føroyingum eru kriminellir, eru voldsmenn, drápsmenn, yvirgangskroppar, sjálvmorðsbumbufólk eins og palestinensar og Al Quiata. Hava tínir friðaligu landsmmenn slíkar skuldsetingar uppibornar?. Tað ið kennist so hugstoytt er, at tú sum journalistur og, sum eisini sigst vera sera fornuftig, veit hvat vit seta í samband við fundamentalismu. Øll, sum tit hava lært at rópa hetta herrópið, vita ikki, hvat tað er, tey siga. Ein maður segði ein dagin við meg, at eg var fundamentalist. Spurdi hann, hvat orðið merkir. Nei, tað visti hann ikki.
Veit væl, at í Føroyum eru víttgangandi átrúnabólkar, sum mangan bera seg býttisliga at, og at lítið høpi er í teirra útleggingum av skriftstøðum, eins og tað eisini eru skilaleysar og einkisigandi greinar, sum standa í bløðunum frá tínum viðhaldsfólki. (Les vavsturin »Samkynd og samlevnaður« av Sámal Matras Kristinasen) Men at skera allar føroyingar yvir ein kamb, sum vilja halda fast við, at lógir okkara eiga at byggjast á kristnu lívsvirðini, at teir eru fundamentalistar, er at fara ov vítt.
Tá ið tú, Brynhild, uttan konkret dømi, tosar um, at samkynd verða niðurgjørd, áspýtt og jagstrað úr landinum, so minnir hetta um tey, sum tráa eftir martýrtitlinum. Ein átrúnabókur, sum gjørdi um seg í Føroyum í sjeytiárunum, brúkti sama framferðarhátt. Hann kravdi at øll tey, sum høvdu sítt fasta gamla pláss í kristnum samkomuhúsum, skuldu frásiga sær sína sannføring, og laga seg eftir teirra amerikonsku mátum og meiningum. Vágaði onkur at siga teimum ímóti, fóru tey grátandi og rópandi um allar geilar: Vit eru stoytt út! og fingu sostatt onnur at taka synd í sær. Harvið eydnaðist teimum so at ogna sær útnevningina: Martýrar. Blaðmaður sær eisini út til at smíðja meðan jarnið er heitt, við fyri tíðina at koyra eina seriu í blaðnum. Hann hevur hiðartil verið í sambandi við tvey føroysk »offur« í Danmark, sum gera seg til martýrar, uttan at koma við nøkrum ítøkiligum dømum um jagstran og forfylging her heima, men bara við gitingum og við at lata undirlutakenslurnar koma til sjóndar.
Áhugavert hevði eisini verið at vita, um tey samkyndu, sum tú sigur eru jagstraði av landinum, flyta heimaftur, tá ið lógin um skrásett parlag verður sett í gildið í Føroyum?
At enda setur tú mær ein spurning, og skal eg svara tær soleiðis: Ein faðir, sum elskaði son sín, skrivaði honum arv til, ið skuldi verða hansara eftir deyða faðirsins. Pápin metti, at hetta var líka ómakaleyst, sum at teir báðir fóru á kommunuskrivstovuna at skráseta seg sum hjún/par.
Annars ynski eg tær, góða Brynhild, alt tað besta, har tú hevur títt yrki. Um tú metir meg, eitt vanligt kirkjufólk, at vera fundamentalist og alt tað ónda, sum tað inniber, so vil eg fyrigeva tær tað. Tú er nokk eitt hampafólk, sum bara hevur fingið eina ranghugmynd av landsmonnum tínum. Men ver púra rólig, eingin av hesum fremur nakra yvirgangsatgerð, hvørki móti tær ella teimum samkyndum. So trygt liva vit í gomlu kristnu Føroyum - enn.
Bæði tú og tey samkyndu, sum liva í útlegd, eru eisini hjartaliga vælkomin at flyta heimaftur, og at keypa tykkum grundøki og byggja tykkum heim tætt uppat mínum heimi, um tey eru til sølu. Eg fari ikki at ynskja ella jagstra tykkum burtur, sum onkur ger við tey evnaveiku í høvuðstaði okkara, haðani tínar 300 undirskriftir fyri tað mesta stava frá, hesin minniluti, ið ikki hevur nakran stuðulsbólk av demokratum, sekularisistum, og humanistum at verja seg.