Kirkjubønes. Hann fekk skipað fyri at fáa lagt pápa á eina børu, og so bóru teir hann til læknan. Mamma fekk at vita, at illa stóð til. Men eina løtu seinni komu pápi heim til gongu millum tveir mans, sum [...] vanlukkan, at allur bóndagarðurin brendi. Tað varð riggað til eitt størri brúdleyp, og tað var ofta at húsini vóru lænt til slík endamál. Tað var nógv bakað til brúdleypið, og tey høvdu ikki ansað nóg væl eftir [...] hann hevði fingið silvurbikar fyri framúr jarðarbrúk. Hann var vist tann einasti føroyingur, sum tá hevði fingið hendan heiður. Hann var saman við toftabóndanum í Vági við til at fíggja byggingina av Royndini
skipa fyri. Og stóra tøkk eiga tit fyri tað! Sverri Dahl nevndi eisini pápa sín, Jákup Dahl, og yrking hansara sum eina orsøk til, at grækarismessuhald varð fingið í lag – og her sipar hann til yrkingina [...] kærleika og tokka til heimlandið, fólkið og málið og natúrina – og lovprísan og tøkk til skaparan, sum hevur givið okkum alt hetta ríkidømi! Og hugur mín reikar aftur til barnaárini í heimbygd míni, Fuglafirði [...] tað til, at hann kemur júst somu tíð ár eftir ár, og hvussu klárar hann at flúgva so langt, ikki minst yvir tað víða havið í stormi og kulda – og hvussu ber tað til, at hann finnur vegin fram til hesar
kendist tað eisini onkursvegna nattúrligt fyri meg at standa har og syngja fyri áhoyrarunum, meðan upptøkutólini eisini koyrdu. Tað var alt lagt ótrúliga væl til rættis, og fólkini har vóru ógvuliga pro [...] legði hon merki til alt fyri eitt. - Tað er ikki altíð, at tú hugsar so nógv um tað, meðan tú ert í tí, men fjølmiðlarnir settu seg ofta í samband við meg, og eg legði á tann hátt merki til, at mín luttøka [...] og tað fekk meg til at halda fram við sanginum og at upptraðka í eina tíð aftaná. Onkur helt tó, at eg átti at komi víðari við tónleikinum, og ja, tað endaði so við, at eg meldaði meg til Stjerne for en
gerandisdegnum á skúlunum skapar ta rúmd, sum er fortreyt fyri, at fólkaskúlin verður ein skúli fyri øll. Fjølbroytt undirvísing tekur ta sannroynd til sín, at børn á sama aldri eru sera ymisk, og at nógv orka [...] lærustíl, og at besta borganin fyri, at øll fáa nóg mikið burturúr, er fjølbroytt innihald, margbroyttir virkishættir, stimbrandi umhvørvi og líkindi til so ofta sum til ber í friði og náðum at sleppa [...] sum gjørligt eftir hesum. Eitt nú er sundurbýtti skúladagurin ein bági fyri tí fjølbroytta virksemi, sum ger skúlan til skúla fyri øll, og allar royndir tykjast at bera á tann bógvin, at bara vit leggja
ngarnevndin prísin til 80 oy/kg á flatfiski. Tað var ómøguligt hjá bátunum at fara til fiskarí fyri tann prís, og so bleiv tað streika. Eg minnist, at vit flaktu tá og saltaðu fyri egna rokning. Vit royndu [...] sum høvdu jørðina um hendur. Vit máttu hava sakførarar fyri okkum, og tað kostaði 180 kr. fyri hvørt av teimum níggju gerðunum. Vit fingu tey tá til endan. Eg minnist ikki, um tað var lutakast sum gjørdi [...] útliðið, og nú fara vit at hoyggja fyri triðing, t.v.s. at vit fingu ein triðing av hoynum, sum vit fingu til sættis. Eg minnist, at tá vit høvdu fingið tað saman til sátubørn, kom kavi, og sátubørnini
í 1945 varð eg so føddur. Tey sluppu ikki heim, men tá kríggið var av, fluttu vit til Vágs at búgva. Har búðu vit til 1969, meðan pápi starvaðist sum telegrafistur á Loranstøðini í Vági. Tá pápi fekk starv [...] medalju frá US Coastgard fyri sína trúgvu tænastu, sum byrjaði í 1946 og endaði miðskeiðis í áttatiárunum, leggur hann aftrat. Við skúlaskipi Regin sigur, at tá tey fluttu til Eiðis at búgva, fór hann [...] vinmanni, og um summarið sigla vit við ferðafólki, eitt nú til Mykinesar, Tindhólm og kring vágabjørgini. Í fyrraári var Regin eisini við til at sigla ein seglbát heim úr Grønlandi. Hetta var ein bátur
men tað varð ongantíð til nakað. Hugurin til løgfrøðina var altíð størst, og nú dugi eg illa at ímynda mær, at eg skuldi havt nakra aðra yrkisleið, sigur Birgit. Men at Birgit kom til Føroyar fyrstu ferð [...] vóru løtur í fyrstuni, har hon stúrdi eitt sindur fyri, um hon fór at megna at liva upp til ta tign, sum embætið søguliga hevur verið umgyrt av. Líka til heimastýrið var sett á stovn í 1948, var tað amtmaðurin [...] syrgdi fyri, at hann fór niðan á Forngripasavnið. Eg hevði nú eisini sæð nakað løgin út í honum, sigur Birgit og flennir. Tað er ongin ivi um, at frískir vindar blæsa á Amtmannsborgini, har tað fyri bert
eitt mát fyri, hvussu væl børnini læra. Hvat hoyrdu vit um slíkt fyri 10 árum síðani? Tá hevði vanligi borgarin eina meting um læruumhvørvið á heimavølli, men at kalla onga hóming av, hvussu til stóð samanborið [...] ðarúrtøkuna fyri hvønn borgara í Danmark og í Føroyum. Myndin var við í eini frágreiðing frá búskaparráðnum í 2004. Tá sóu vit tølini fram til 2002, og hon varð viðgjørd í grein míni frá 8. desember [...] okkara metingar um orsøkirnar til kreppuna fyrst í nítiárunum, men tað er søga, sum enn ikki er skrivað av uttanveltaðum søgufrøðingum. Uttan mun til, hvør orsøkin var til kreppuna fyrst í nýtiárunum
um tingini. Og sum dugur at finna ta rætta fram. Tað ber eisini til at eggja uppá ein annan máta: míni foreldur vóru í síni tíð bangin fyri, at eg lítlibeiggi mín ikki nakrantíð fór at tíma at lesa. Tí gjørdu [...] lesnaður av fagurbókmentum gevur børnum og vaksnum: Flýggjan (fyri Bastiansa við- komandi frá hinum, ið arga)! Uppliving! Yvirliving! "Vit lesa fyri at minnast, at vit eru á lívi," er eina ferð sagt í einum [...] samanbera við, ein sjónarring. Tey skilja og skilja tíðliga, at orð eru til og tekstir, sum eru týdningarmiklir, og somuleiðis, at tekstir eru til, sum bara fylla og flóta, so tú verður troyttur og meiri ørkymlaður
vetrarlegu. Við sunnara landið liggja tey eystastu út fyri innaru Oyrunum, og haðani heim eftir til heimaru Oyrarnar, ið eru beint innan fyri, tað er eystan fyri, Líðargarðin, vestur við Líðini, og vestur ímóti [...] tað er ljósa húsið oman fyri. Hermenninir, sum komu til Vágs undir seinna kríggj, búðu fyrstu tíðina í húsunum hjá Johan Mortensen. Hann var tá fluttur til Havnar. Oman fyri stendur húsið, ið verður rópt [...] vegnum. Oman fyri bygdina síggjast gomlu bøgarðarnir, og longri upp hús og revagarðar á traðunum. Vestan fyri bygdina stendur Gjógvaráfjall, norðan fyri tað, Hálsurin norður á Bjørg, og sunnan fyri Lítlaberg