og har er spurningurin um skrásett parlag ein natúrligur spurningur at taka við, metir landsstýrismaðurin. - Øll vita, at spurningurin um skrásett parlag er ein partur av málinum, og tí noyðast vit at viðgera [...] parlag, tá flokkarnir sótu til samgongusamráðingar. - Øll kenna støðuna hjá Miðflokkinum til henda spurning, og tí meti eg, at Høgni Hoydal við vilja valdi ikki at nevna skrásett parlag undir samgongusam [...] skal yvirtakast í hesum valskeiði, og at øll eiga at vita, at spurningurin um skrásett parlag er ein partur av málinum. - Tað er mín uppgáva at fremja tað, sum stendur í samgonguskjalinum, og tað havi
1920-unum varð flaggað við Dannebrog í Hoyvík! Her hava vit rent okkum í ein varðveitingar-etiskan spurning, ið má vigast upp við ein tjóðskaparligan. Tó, tað víst seg, at vit fingu onga flaggstong til dagin [...] hoyrir ein havi, ið skal fáast í stand. Og ett nú hava vit í havanum eina flaggstong. Hon er so at siga burtur í dag, men vit ætlaðu at endurreisaq hana, sjálvandi. Men her rendu vit okkum í ein heilt serligan [...] og niðast í Kúrdali stó myllan, ið ætlandi verður farið undir at reisa í næstum. Eg fari at enda við at takka øllum tykkum mongu, sum á ein og annan hátt eisini mentalt - hava stuðlað hesum tiltaki, verið
vit standa saman við tykkum, ið so sárt hava mist ein av tykkara kæru. Til havs hevur farið, so fagur ein skari, hann hvílist har úti, men vaknar ein dag og syngur frá sjónum hitt himmalska lag. Gud gev [...] einum posa, sum kom rekandi aftureftir. Hann vildi vita, hvat tað var, og sá, at tað var ein maður. Hjalmar, sum var ein sterkur unglingi, toygdi seg út um lúnningina, fekk í hárið á 18 ára gamla Dánjal Jákupi [...] vóru minningarhald hildin við teir ymisku minnisvarðarnar og í kirkjum og samkomuhúsum kring landið. Eins og undanfarin ár var samkoma á Sjómansheiminum í Havn, har Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Martin Restorff
merki til, at har var ein politiskur felagsskapur, sum hevði sama endamál sum Tjóðveldisflokkurin í Føroyum: Frælsi og demokrati. Eg setti meg í samband við skrivara floksins, ein kona sum búði í Peel á [...] henda, at tann minniluti av íbúgvum landsins, sum býr í Havn, fær ein meiriluta á tingi. Fer gongdin at føra við sær, at Havnin fær ein meiriluta av íbúgvunum, kann eitt val enda við, at meirilutin av [...] ótrygt. Tað er heilt burturvið, at vit ikki hava eins nógvar konur sum menn at umboða okkum. Tað er valla nøkur gongd leið uttan tann at seta í vallógina, at eins væl og hon skal tryggja, at allir partar av
til, at ognarviðurskiftini til jørðina í Føroyum eru sum tey eru blivin. Føroyar eins og Amerika Í fyrstuni vóru Føroyar eins og Amerika. Eitt óbygt land, sum fólk settust í. Her fóru kvinnur og menn til [...] komu stjórnmálamenn tó eftir, at hetta var ein óheppin skattaskipan, og í seytjandu øld byrjaðu sviar at ganga nýggjar leiðir og einskildu jørðina. Hetta var ein partur av tí umskiping, sum førdi við sær [...] ng av ognarrættinum Beint við gøtuna inn til Havnar kirkju stendur ein gravsteinur. Á honum verður sagt, at har er í 1857 grivin ein kongsleigulendingur í Hoyvík, og at 10 børn syrgja hann. Hevði kongsins
Henda spurning fekk eg fáar minuttir eftir, at tingfundurin ólavsøkudag var lokin og løgmansrøðan varpað út í hvønn krók í landinum. Síðani hava fólk sett mær spurningin fleiri ferðir. Hetta er ein aktuellur [...] kenslu. At ein sambandsformaður og sambandsløgmaður skal leggja fram tankan um at avtaka Ríkisfelagsskapin og skipa Føroyar sum fullveldisland, hevði fáur væntað, um nakar. Hetta er ein álvarslig støðu [...] ella tinglimir floksins vistu nakað um hetta. Tí gjørdust vit øll illa við, tá røðan var hildin. Ein slík álvarsom útmelding átti sjálvandi at verið viðgjørd innanfloks frammanundan. Hevði ætlanin komið
afturat. Støðan, sum tók seg upp eftir at úrslitið av býráðsvalinum í Havn varð greitt, hevur verið sum ein dramatiskur sjónleikur. Fyrst avtalaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin at skipa [...] tilboð sigur hann, at hann hevur givið Framsókn, vilja tey skipa samgongu har Javnaðarflokkurin er ein partur. Les eisini: Heðin bjóðar Gunvør borgarstjórasessin Men Bogi Andreasen sigur, at hetta er ikki [...] er gott, og at hann hevur ongan persónligan tørv á at verða borgarstjóri, hóast tað er eitt tilboð, ein ikki kann vænta at fáa so ofta. – Ikki tí, at tað hevur nakran serligan týdning sum so, men eg haldi
um ikki alt ov nógv ár ? so skal umsitingarparturin koma upp á pláss, eins og fólk mugu gerast meira tilvitandi um henda spurning. Alt hetta mál hevur alstóran týdning fyri okkum, tí alt lív okkara hvílir [...] grundarlag undir einum orðaskifti í Løgtinginum. Burtur úr hesi frágreiðing og orðaskiftinum skal ein umhvørvispolitikkur orðast. Nýggjar lógir og samskipaðar lógir koma væntandi burtur úr hesum arbeiði [...] dálkingarkelda, gerst størri og størri, og nú vit kanska standa á gáttini til eina oljuvinnu. MEN til ein framtíðarpolitikkur er orðaður, mugu vit framhaldandi virka fyri einum reinum og ódálkaðum umhvørvi
Eins og ein reyður tráður ganga Guds lyfti og fyrijáttanir gjøgnum alla skriftina. Vit møta teimum bæði í lovsangi og í beinleiðis boðan. Og vit kunnu líta á tey, hóast tað ikki inniber, at Gud gongur [...] frelsaragerningin. Og Gud hevur staðfest hann við at reisa Kristus upp frá deyðum, og harvið opna vegin fyri okkum frá deyðanum til lívið. Og Gud vil ein dag staðfesta sítt Amen, tá hann eisini vil uppfylla [...] uppfylla tað, sum enn bíðar okkum, tað fullkomna Guds ríki, ein nýggjur himmal og ein nýggj jørð, har rættvísi býr. Legg mær vón í veikan barm, vón, sum lættir sorg og harm; gongst mær illa, gongst mær væl
til fulnar koma at kenna hann. Vit kunna illa ímynda okkum, at ein mamma kann gloyma sítt barn. Men her sigur Gud okkum, at fyrr skal ein mamma gloyma barn sítt, enn at eg gloymi teg. Hetta er lyftið, [...] Sálmur 103 hjá Dávidi: 13.Sum ein Faðir er mildur mót børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, sum hann óttast; 14.tí forløg vár hann kennir, honum kemur í hug , at dust vit eru. 15.Mansins dagar eru [...] foreldur helst eiga, at bera seg at yvirfyri bønum sínum. Hesin móður- ella faðirkærleiki er nøkurlunda eins háttaður óansæð hvar á jørðini vit búgva, tí at hann er lagdur niður í okkum av Guði sjálvum. Hesin