teknikkur, sum skal til, um tú skalt vera ein hampuligur DJ. Trupulleikin í Føroyum er bara, ella hevur í øllum førum verið inntil nú í seinastuni, at øll skíta á, hvør er DJ, og hvat fyri tónleikur verður [...] og plátuspælara og hevur síðani tá verið fastur fúsur á teimum ymsu klubbunum runt í landinum. Hann hevur harafturat eisini verið DJ einaferð í Ibiza á hotellinum, ið hann búði á, til eina veitslu fyri [...] eina demo inn til eina savnsfløgu, sum felagið skuldi geva út. - Eg sendi lagið hjá mær inn og fekk svar aftaná fimm minuttir, at teimum dámdi lagið, men at tað ikki passaði inn í heildina til hesa fløguna
landsstýrinum Líkamikið, hvat navn verður sett á hetta uppskotið, so er andsøgn ímillum tað, samgongan sigur seg standa fyri, og tað, sum lagt er upp til í hesum uppskoti. Í innganginum til uppskotið stendur [...] faktorin í, at tú fært minni burturúr at gera eitt eyka arbeiði. Tá talan er um fólk við fyritíðarpensjón, er ofta talan um fólk, sum hava fingið onkra sjúku ella brek, ið ger, at tey ikki til fullnar eru [...] fyritíðarpensjonisti eru árini, har ein hevur kunnað goldið sína skuld niður og tillagað seg til aldurdómin. Ein fyritíðarpensjonistur er ofta raktur av brádligari sjúku ella broytingum í lívinum, sum forða honum
ikki fysisku rammurnar ella eitt pappír, sum sigur, at tú ert pedagogur, siga tær fýra, Gudrun, sum er leiðari á stovninum, Majbritt, Randi og Bjørg og halda fram, at tá tú hevur valt at søkja eitt starv [...] stovninum til tað fer í skúla sum seks ella sjey ára gamalt. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at stovnurin spælir ein sera stóran leiklut í fyrstu liviárunum hjá barninum. ? Tískil mást tú, sum pedagogur ella hjálparfólk [...] nøktaðan og systkinaavsláttur til foreldrini. Samstundis varð spurnartekin sett við dygdina á stovnunum. Har varð tosað um hvørji førleikakrøv verða sett til børn í dag í mun til fyrr, tá tað var meiri vanligt
Samstundis hevur ein pensionistur, sum hevur fiskað fyri 200.000 krónur, og ikki hevur aðra inntøku sum yvirstikar 150.000 krónur, nú rætt til at verða útróðrarmaður fulla tíð, tvs rætt til fiskiloyvi [...] tykist nú Steinatún ella okkurt annað, har eg kann fáa almannahjálp fyri at yvirliva í komunismunar veldið. Nýggja kunngerðin sigur at tá tú hevur fiskað fyri 200.000 krónur, ja so ert tú mega raskur og ert [...] segði at um tú avreiddi fyri 400.000 krónur, so hevði tú rætt til eitt loyvi í bólki 5A. Persónliga havi eg við mínum báti fiskað millum stórstu veiðivirðini í bólki 5, og eg havi ikki rætt til at verða
skipabólkar. Línubát til millumlið Hendrik Old sigur, at tað einasta, sum skal til, er at hava ein línubát til millumlið. ? Tað ber væl til at selja fiskidagar frá útróðrarbáti til línubát og frá línubáti [...] Tvs, at bara tú hevur ein línubát til millumlið, kunnu fiskidagar umsetast púra frítt frá tí minsta útróðrarbátinum uppá 15 tons, allan vegin uppeftir til ein trolara. Hendrik Old segði, at tað vóru longu [...] loysa frá landi. Tí tað einasta hann skal brúkast til, er nevniliga at selja útróðrardagar til ein línubát og víðari til trolararnar. Tað ber ikki til Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
føroysku barnamentanina í einum ørindi. ?Vilt tú, vilt tú, vilt tú, vilt tú, vilt tú koma við mær heim í á. Júmen, júmen, júmen, júmen, júmen lítla sílið sært tú tá.? Vit fáa ongar lógvabrestir uttan frá okkara [...] fyri høvuðsinngongdina til pallin. Og her veit ferðaleiðarin aftur eina søgu at siga. Ikki um tann blinda Homer, sum kanska hevur gingið júst her og hugsað sær til Illiónskvæðið, ella hvussu hann skuldi fáa [...] avhølvaður, at ivaleyst hevur ikki verið húðarlepi á bakinum. Men sama gjørdi, og seiggið hevur verið øgiligt, hóast hann, sum søgumenn og guðfrøingar vilja vera við, var sjúkligur til. Hevði millum annað
at spyrja, hvat hann ætlar at fáa sunnudagarnir at ganga við í framtíðini. Til hetta svarar hann, at hann fyri fyrst hevur ætlanir um at virka sum eygleiðari: Kann eg á nakran hátt hjálpa til í so máta [...] Framvegis til nyttu Sum nevnt, so hevur Kim dømt fótbólt á hægsta stigi í Føroyum seinastu 23 árini. Eftir at hann í eini tvey ár hevði verið linjuverji, byrjaði hann í 1977 at floyta, og hetta hevur hann so [...] Jákup Mørk Eftir at hann í 23 ár hevur havt ábyrgd av at stýra dystum í fremstu føroysku fótbóltsrøðini, hevur Kim Ejdesgaard takkað fyri seg. Steypafinalan hjá kvinnunum, var seinasti dystur, sum Kim
torført tað er at spáa um oljuprísin - men eisini at skalt tú spáa um nakað sum helst, mást tú hava gjørt títt heimaarbeiði fyrst, soleiðis at tú hevur kvalifiseraðar metingar og ikki einans gitingar. Nakrir [...] støði, ella um hann fer at fara niður aftur um t.d. 5 ár. Verðins mest handlaða vøra Olja er verðins mest handlaða vøra. Eingin onnur vøra hevur eins stóran part av verðinshandlinum og oljan hevur tað. Hetta [...] skiftið burtur frá olju til aðrar orkukeldur, har tað bar til. Tað var serliga innan el-framleiðslu, upphiting og líknandi at tað var gjørligt at skifta. Munandi verri er at skifta til aðra flutningsorku –
kortum ella figurum. Tú ert ein Pokémon-venjari í spælinum, sum skal gera tínar Pokémonar sterkari og sterkari, so at teir vinna á hinum, og teir mennast alla tíðina. Í teimum kristiligu miðlunum hevur leingi [...] Tey elva til klandur, havisjúku og asosialan atburð, í staðin fyri at fremja sosialan atburð og fríar ræsur at nýta hugflogið. Eisini hevur filmurin um Pokémon, »The First Movie« verið orsøkin til fleiri [...] Ongantíð áður hevur ein vøra selt so nógv. Bara í USA eru yvir 4. mió. telduspøl seld. Og sambært New York Times hevur Nintendo brúkt yvir 20. mió. dollarar, at marknaðarføra Pikachu og hinar Pokémonarnar
dýrari bøkur, ella okkurt sovorðið, sum heldur ikki hongur saman. Gamalt var at siga, at vinstra hond ikki veit, hvat høgra ger, men tá høgra ikki veit, hvat høgra ger, er tíðin komin til at endurskáa seg [...] tíðindini um, at Fíggjarmálaráðið enn einaferð hevur fingið eitt herindi av neringsorg. Hesaferð hava teir ligið vaknir, tí at bókamarknaðinum ikki hevur goldið MVG til landskassan. Teir hava sett ein arbeiðsbólk [...] tal av mongum tølum, ella talið hesa vikuna, um eg kann loyva mær at siga so, men myndin er ikki so einkult. Tað hevur stóran týdning, at vit geva fólkinum bøkur at lesa. Tað hevur alstóran týdning, at