er tað helst EB/Streymur, sum hevur fyrimunin undan seinnu hálvfinaluni. Tann dysturin verður á við Margáir á Streymnesi tann 12. mai, men heilt uttan møguleika eru sandoyingarnir so langt ífrá. Gamaní [...] verjuni, so eru 90 minuttir rímiliga long tíð, og tí er tað mesta púrasta opið, tá spurningurin skal svarast, hvat av liðunum skal til Havnar at spæla finalu tann 15. juni. B71-EB/Streymur 1-1 (0-1) 0-1:
og um stutta tíð verður sendinetið víðkað við sendarum á Gøtueiði og Brúnaskarði, og síðan á t.d. Oyrnafjalli í Suðuroynni. Tað eru í hvussu er fýra háttir at síggja rásina IKTUS. Tann fyrsti er við einum [...] DVB-T móttakara innbygdan, tað hava fleiri nýggj flatsjónvørp. Tann næsti hátturin er við einum leysum DVB-T móttakara, t.d. Televarpsmóttara. Tann triði er við einum hardiskupptakara við innbygdum DVB-T móttakara
brunn í Noregi eftir at hava verið seinkaður. Næsti brunnurin verður tann í Føroyum. Boripallurin, West Phoenix, sum skal bora tann sjeynda leitingarbrunnin á føroyska landgrunninum í summar, er loksins [...] Hetta lovar væl fyri italska oljufelagið, ENI og tað føroyska Faroe Petroleum, sum standa til at bora tann næsta brunnin á føroyskum øki. Ætlanin var, at boripallurin skuldi bora í Føroyum longu í mars men [...] avmarkingarbrunn á Camboleiðini. Tað er tí rættiliga áhugavert at merkja sær, at tað um nøkunlunda somu tíð verða boraðir tveir brunnar í einum øki, sum liggur báðumegin markið, og har jarðfrøðin møguliga líkist
guvernørurin hevur viðgjørt málið, og um hann samtykkir, so fer avrættingin fram. Tann dømdi fær soleiðis eitt sindur longur tíð at liva. Avgerðin hjá samgonguformonnunum, um hon annars vinnur frama í Løgtinginum [...] vágafólk og kanska onnur fólk aðrastaðni frá fáa útsett freistina at missa sína umboðan á tingi. Men tann tíðin kemur so um fýra ár. Men okkurt skal onkur hava afturfyri. Avgerð verður eisini tikin um, at [...] føra fram sjónarmiðini hjá valdøminum. Hinvegin kundi økingin av teim eykavaldu hjálpt nakað upp á tann lutfallsliga munin av mandatum flokkanna millum. Men sum sagt dómurin er avsagdur, hann fær gildið
37 árum síðani, var tað sum at vera í skúla tann fyrsta skúladagin. Nú eg fari, er tað sum tann seinasti skúladagurin, segði Vilhelm Johannesen, sum var tann einasti av teimum fimm, sum tók orðið í gjár [...] Løgtingið takkaði hann eisini teimum fimm, sum í hvussu so er ikki stilla uppaftur, hjartaliga fyri ta tíð, tey hava sitið á tingi og ynskti teimum alt gott framyvir. Edmund Joensen ynskti annars øllum eini
TAÐ var tann tíð, hetta var serstakliga í 70-unum og 80-unum, at hugtakið bygdamenning varð havt á nærum hvørjum munni. Í hvussu er var eingin tjaksending og eingin tingfundur, uttan at bygdamenningin [...] prosess. EFTIR okkara tykki er spurningurin um økismenning sera áhugaverdur, og tað er vón okkara, at tann granskingarstovnurin, sum skjøtil nú verður settur á í Klaksvík, fer at fáa góða undirtøku. Ein kann [...] num til økisdepilin í Klaksvík góðan byrð. Sum blað vilja vit eisini fegnir vera við til at fylla tann karm út, sum tit nú hava sett út í kortið. Føroyar mugu ikki avmarkast til bara Havnina.
lyndi til at blanda seg uppí kappingina. Argjabáturin tóktist kortini at fara at gerast tann drúgvasti, og tann einasti, sum trý hudrað metrar úr málinum kundi geva honum kapping, tað var Miðvingur, og [...] bara tvey stig, og tað var einki, sum bendi á, at hesin báturin, sum ongantíð áður hevur vunnið ein tann einast róður, skuldi seta hinar bátarnar uppá pláss suðuri í Vági. Argjabáturin, Miðvingur, Kvívíkingur [...] Teir umborð á Húsavíkingi høvdu vant í seks vikur, men hóast aðrir mundu hava vant í tvífalt so langa tíð, so vóru teir umborð á Húsavíkingi teir treystastu, og teir vunnu við einari hálvari bátslongd aftur
sangarin úr Duran Duran, Simon Le Bon. Metallica spældi klassiskt Rokkbólkurin Metallica er kanska tann bólkurin í heiminum, sum hevur havt størstu undirtøkuna í nítiárunum. Vi_ sínum framúrskarandi ro [...] Metallica fara at gera meira vi_ klassiska tónleikin, vil tí_in so vísa. Sissle Kyrkjebø er við barn Tann 29 ára gamla norska songkvinnan, Sissel Kyrkjebø Skoller, er við barn. Barn nummar tvey hjá henni [...] Don Johnson Filmssjónleikarin Don Johnson, sum nú er vorðin 49 ár, hevur gift seg fyri fimtu ferð. Tann hepna er sambúgvi hansara seinasta árið, 30 ára gamla Kelley Pheger. Parið hevði eina borgarliga vígslu
(B20). Tann størsti var nokk Amazon GT við 115 hk. Trumlubremsurnar framman vórðu skiftar út við skivubremsur, trygdarbeltir til øll setrini og nakkastuðlar við forsetrini. 3. juli 1970 koyrdi tann seinasti [...] upp á slitstyrki og svenskan kvalitet, tá hann er best. Bilurin var á marknaðinum í 14 ár. Tað var tann 3. august 1956, at fyrsti Volvo Amazon alment varð sýndur fram fyri Volvo-forhandlarum í býnum Skövde [...] bilarnir í heiminum við 3-punkt trygdarbeltum við forsetrini sum standard. Amazon varð av fyrstan tíð gjørdur í Göteborg, og tá ein nýggj Volvo-verksmiðja læt upp í Torslanda í Svøríki í 1964, var bilurin
tey hava gjørt fyrireikandi arbeiði til fyritøkuna í okkurt um tvey ár, og tað hevur tikið drúgva tíð at fáa italsku samstarvsfelagarnar at trúgva upp á teirra hugskot. Hetta hevur tó loksins eydnast teimum [...] 800 steinasløgini verða innflutt úr øllum heiminum. - Vit samstarva við Italia, tí tað er har, at tann størsta vitanin á hesum økinum liggur. Slík framleiðsla er gamalt handverk í Italia, og hevur ein [...] samstarva við, eru eisini millum teir allarfremstu í heiminum, og eg kann til stuttleika nevna, at tann eini av okkara samstarvsfeløgum var við til at gera stóru standmyndina av Saddam Hussein í Bagdad